hósdagur 7. mars 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
14
5G í Føroyum
TEMA: 5G í Føroyum
ÓTTIN
FYRI TÍ
ÓKENDA
- Tá 4G bleiv innført í Føroyum var ein líknandi rørsla, ið koyrdi upp á nøkulunda
somu grundgevingar. Eg trúgvi hetta fyrivarni móti 5G tøkni er í ávísan mun knýtt at
óttanum fyri tí ókenda. Tá er upplýsing sjálvandi lykilin Men upplýsingar frá Hey ella
okkum verður neyvan uppfatað sum óheft. Tí er tað so týdningarmikið, at almennu
fjarskiftismyndugleikarnir luttaka í kjakinum, sigur Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele
HALLUR AV RANA
S
einastu árini hevur Før
oya Tele samstarvað við
Huawei í menningini av
einum 5G farneti, ið skal
gera føroyska brúkaran kláran
til framtíðina. Meðan tað kann
tykjast at vera ein natúrligur
liður í tøkniligu menningini av
einum nýmótans samfelag, eru
tað kortini mong, ið seinastu
vikurnar hava brúkt høvi at
finnast hesum.
Umleið 1.100 føroyingar hava
skrivað undir eitt mótmæli, har
kravt verður, at uppsetanin
av nýggju 5G tøknini verður
steðgað. Grundgevingarnar eru
millum annað, at tøknin ikki er
kannað og tí er óvist hvørji árin
eru av henni, umframt at man
ber ótta fyri, at hon er heilsu
skaðilig fyri menniskjur og
djór.
Jan Ziskasen, stjóri á Føroya
Tele, er tó skjótur at vissa føroy
ingar um, at man ongar ætlanir
hevur at seta nakra útgerð upp,
ið er prógvað at vera heilsu
skaðilig.
- Vit høvdu aldrin sett nakað
upp, ið viðurkendir stovnar sum
WHO, Kræftens Bekæmpelse
ella líknandi høvdu prógvað sum
heilsuskaðiligt ella vandamikið,
slær stjórin fast.
Tá tað er sagt, so hevur Føroya
Tele ongar ætlanir at steðga
samstarvinum við Huawei um
uppsetanina av 5G í Føroyum.
Fyri at taka eina slíka avgerð
krevst nevniliga haldgóð prógv
fyri vandunum av 5G og vit
meta ikki, at slík prógv finnast,
sigur stjórin.
- Okkara ætlan er ikki at
steðga tøkniligu menningini í
Føroyum, men heldur tryggja, at
føroyingar framhaldandi kunnu
vera í fremstu røð á talgilda øki
num. Vit mugu fáa verulig prógv
á borðið, har staðfest verður, at
okkurt er áfatt, áðrenn vit gera
nakrar broytingar. Sum nú er, er
grundarlagið ov tunt, og byggir
í flestu førum á smalar og ikki
viðurkendar kanningar, sigur
stjórin.
Einki nýtt undir sólini
Tað er kortini tórført at síggja
burtur frá, at umleið 1.100 fólk
hava undirskrivað eitt mótmæli
móti 5G í Føroyum. Stjórin er tó
skjótur at vísa á, at hetta ikki er
nakað nýtt.
- Tá 4G bleiv innført í Før
oyum var ein líknandi rørsla,
ið koyrdi upp á nøkulunda
somu
grundgevingar.
Eg
trúgvi hetta fyrivarni móti 5G
tøkni er í ávísan mun knýtt at
óttanum fyri tí ókenda. Tá er
upplýsing sjálvandi lykilin. Men
upplýsingar frá Hey ella okkum
verður neyvan uppfatað sum
óheft. Tí er tað so týdningar
mikið, at almennu fjarskiftis
myndugleikarnir luttaka í kjaki
num, sigur hann.
Í samrøðuni leggur hann ferð
eftir ferð dent á, at Føroya Tele
fylgir øllum føroyskum lógar
krøvum og heldur eyga við ta
altjóða gransking, ið finst á øki
num.
- Vit yvirhalda øll loyvir og
fylgja altjóða tilmælum í sam
band við farnet. Vit vóru ikki
farin í gongd við hetta, um tað
var vísindaligt grundarlag fyri,
at hetta hevur negativ árin á
heilsuna. Harumframt fylgja
vit øllum ásetingum, ið eftir
litsmyndugleikin ásetur, og
eru væl undir markvirðunum
fyri loyvdari geisling, sigur Jan
Ziskasen.
Sjálvur ivast hann eisini í
virðunum á nógvum av teimum
kanningum, ið verður brúkt av
mótmælisfólkum móti 5G sum
prógv fyri, at 5G tøknin er skaði
lig.
- Sokallað gransking verður
deild á netinum, ið vísa á fuglar
eru deyðir av 5G geisling og
ymiskt annað. Men allarflestu
av hesum kanningum og
søgum
eru
afturvístar.
Føroya Tele veit ikki um
nakra álítandi gransking,
ið staðfestir at geisling frá
mynduleikaloyvdum farnetum
er skaðilig, sigur hann.
Spurdur um, hvat man kundi
gjørt meira fyri at kunna føroy
ingar um 5G, so tað ikki loypir
ótta á fólk, svarar hann, at man
hevur havt úr at gera við at fyri
reika verkætlanina.
- Hetta er jú ein risa verk
ætlan, ið krevur nógv arbeiði
og kanningar áðrenn tøknin er
klár at taka í brúk. Tí hava vit
ikki tosað so nógv um 5G, men
tað er sjálvandi óheppið, at ein
slík rørsla hevur tikið seg upp av
hesum. Men tað kunnu vit ikki
gera so nógv við nú, ásannar
hann.
Bíða eftir loyvi
Føroya Tele bíðar í løtuni eftir
góðkenning frá Fjarskiftiseftir
litinum at brúka ávísar fre
kvensir til 5G net. Talan er um
frekvensøkið 3,5 GHz, sum er
standard fyri 5G um allan heim.
Her er talan um frekvensøki, ið
liggur innanfyri tað, ið føroy
ingar vanliga brúka til tráðleyst
breiðband.
- 3,5 GHz er innanfyri WiFi
økið, ið vanliga fevnir um 2 til 6
GHz. Hetta er eisini mundandi
længri enn tað, ið viðurkend
gransking vísur á sum vanda
mikil greisling. Frekvensurin, ið