Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 15 vit hava søkt um til 5G er í sama bólki sum útvarp, sjónvarp og líkn­andi og er innan bólkin, ið av viður­kendum mynduleikum ikki verður mett at vera vandamikið, vísir stjórin á. At internetsamband framyvir fæst yvir 3,5 GHz er heldur ikki nýtt fyri føroyingar, tí frá 2005 til 2016 vóru tað føroyskar fyri­ tøkur, ið bjóðaðu tráðleyst breið­band til føroyingar á hes­ um frekvensøkinum. Nú er aftur aktuelt at taka hendan frevens­ in í brúk, nú bæði føroysku tele­ feløgini ynskja at veita 5G. Einki alternativ 5G kann lýsast sum horna­stein­ ur­in undir framtíðar brúkinum av talgildum tólum. Alsamt meira av teimum tólum, ið brúk­arin nýtir til dagligt, verða í fram­tíðini knýtt til internetið. Og tá er tað 5G, ið skal gera hetta møgu­ligt, uttan at brúkarin upp­livir óneyðugar seinkingar ella vánaligt samband. Hetta fer somuleiðis at møguliggera nýtslu av nýggjari tøkni innan øki so sum framleiðsluvinnuna og heilsuøki. Tí er tað eisini óhugsandi, at før­oyska samfelagið kann taka lut í framtíðar menningini, utt­ an at taka 5G til sín, metir Jan Ziskasen. - Um vit hyggja eftir vanliga brúkaranum í dag, so er nú­ ver­andi tøknin nøktandi. Men næstu árini, so hvørt sum fleiri tól verða knýtt at netinum, koma vit at brúka og skapa nógv meira dáta enn vit gera í dag. Tí er neyðugt at vit eru fram­sígging og spakuliga byrja at tillaga og útbyggja okkara net við nýggjari tøkni, ið megnar at bera hesa menning. Og har er einki alternativ til 5G tøknina. So vit hava kanska ikki brúk fyri henni í dag, men hon verður neyðug innan nøkur fá ár, sigur stjórin á Føroya Tele. HALLUR@SOSIALURIN.FO N ýggja 5G farnetið hjá Føroya Tele er fyrst og fremst ætlað at lofta fram­tíðar nýtsluna hjá før­oy­ ingum. Nýggj tól og tøkni­liga menningin koma nevni­liga at seta høg krøv til grund­leggj­ andi dáta­kerv­ið, ið ger tað møgu­ligt hjá føroyingum at brúka fartelefonir, teldur og onnur tól, ið eru knýtt at inter­netinum. - 5G tøknin er eitt farnet, ið er máttmiklari og skjótari enn undan­farin net. Umframt tað, so gevur tað møguleikan fyri at millióna­vís av tólum kunnu knýtast at netinum uttan nakran trupulleika. Hon er ment til at handfara tí øktu ferðsluna av økta brúkinum, vísir Jan Ziskasen á og leggur aftur­at. - Endamálið er grund­leggj­ andi at fyrireika okkum til eitt framtíðar netsamfelag. Sum borgarar hava vit flutt okk­um frá tí, at tað ikki er neyðugt, at vit goyma ting so sum myndir, skjøl og tónleik hjá okkum sjálvum á eitt nú telefonini ella telduni, men at tað heldur verður goymt aðra­staðni - í cloud. 5G tøknin ger hetta upp aftur lættari og skjótari. Stjórin á Føroya Tele vísir á, at tøkniliga gongdin í samfelagnum er tann, at al­samt fleiri av teimum tól­ um, ið føroyingar brúka í gerandis­degnum, verða knýtt í inter­netið. - 5G tøknin er skraddara­ seym­að til tólnetsamfelagið, har vit fara at síggja alskyns tól knýtt at netinum. Ger­ andis­ting sum ljós, køliskáp, kaffi­maskinur, bilar og alt hugs­andi verður knýtt at neti­num og tað er tað, ið 5G tøkn­in megnar at lofta, sigur hann. 5G er tó ikki einans eitt fram­stig innan nýggjastu tøkn­ina, men hevur eisini nakr­ar umhvørvisligar fyri­ mun­ir, vísir stjórin á. - Orkunýtslan í 5G er nógv meira effektiv samanborin við eldri tøkni. Tað er ikki bara galdandi fyri útgerðina í mastrunum, men eisini fyri telefonir og aðrar eindir. Hetta eru grønari loysnir, ið brúka munandi minni orku saman­borið við tað, ið vit brúka nú, sigur Jan Ziskasen. Fyrireika okkum til framtíðar netsamfelagið Okkara ætlan er ikki at steðga tøkniligu menn­ing­ini í Føroyum, men heldur tryggja, at før­oy­ingar fram­ hald­andi kunnu vera í fremstu røð á tal­gilda øki­num. Vit mugu fáa verulig prógv á borð­ið, har staðfest verður, at okkurt er áfatt, áðrenn vit gera nakrar broyt­ing­ar. Sum nú er, er grundarlagið ov tunt, og byggir í flestu førum á smalar og ikki viður­kendar kanningar