Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 18 83 SØKTU STJÓRASTARVIÐ Í NORÐURLANDAHÚSINUM 1989: – Tað er stórur áhugi fyri stjórastarvinum í Norðurlandahúsinum í Havn, skrivaði Sosialurin fyri 30 árum síð­ ani: »Fýra ára skeiðið hjá núverandi stjóranum, Karini Flodström, er runnið 1. oktober í ár, og tí hevur verið søkt eftir nýggj­um stjóra. Ikki færri enn 83 umsóknir vóru innkomnar, tá freistin var úti leygardagin. Eing­in før­oyingur var millum umsøkjararnar, men 26 úr Svøríki, 20 úr Finnlandi, 19 úr Noreg, 14 úr Danmark og 4 úr Íslandi. Avgerðin um hvør verður nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum verður helst tikin einaferð í juni.« SOSIALURIN 9. MARS 1989 8. mars 1969 vórðu Niels og Oddvá Natte­ sted gift í Havn­ ar Kirkju, og tí kunnu tey í dag halda gull­brúd­ leyp Niels Thorkild Nattestad varð fødd­ur í 1946 í Odense. For­eldr­ ini vóru Asbjørn og Ninna Natte­stad (f. Jensen) úr Hvalba og Pork­eri. Familjan flutti til Hval­bi­ar, har Niels sleit barn­a­skógvar sínar, inntil tey fluttu til Havnar í 1956. Oddvá Nattestad (f. Joensen) varð fødd í 1948 í Gøtu, har hon vaks upp. Foreldrini vóru Leon og Hanna Joensen. Niels og Oddvá hittust á Før­oya Læraraskúla í 1966, har tey gingu í flokki saman. Trý ár seinni vórðu tey gift og fingu døt­ur­nar Finnbjørg í 1968 og Beintu í 1969. Niels fekk lær­ar­a­prógv í 1971. Oddvá gavst á lær­ar­a­skúlanum, tá ið gent­ur­nar vóru smáar. Var vik­ar­ur í Adventistaskúlanum, byrj­aði síðan aftur í lær­ar­a­skúl­ a­num og fekk prógv í 1976. Í 1979 fingu tey sonin Ásbørn. Oddvá og Niels hava um­framt lærarayrki verið ser­liga virkin innan mentan og í­trótt. Oddvá hevur í nógv ár ver­ið virkin í Sjón­leik­a­r­a­hús­i­ num, bæði á og aftan fyri pall­in, hon hevur gjørt barn­a­ út­varp í Útvarp Føroya í 80’u­num. Sum lærari hevur hon starv­ast í Eysturskúlanum 1976-1981, í Hoyvíkar skúla 1989-2000, í Kald­baks skúla 2005-2006 og í Skúl­a­num á Løg­mann­a­breyt 2009-2015. Í 2001-2005 samskipaði hon Lista­stevnuna í Norð­ur­landa­ hús­i­num, og seinni var hon eitt tíð­ar­skeið leiðari í Sjón­leik­ar­a­ hús­i­num. Harumframt hevur hon havt ymsar nevndarsessir, m.a. í Meg­infelag Áhugaleikara Før­oyar (MáF), í NAR (Nordisk Amatrteaterråd) og í Frið­ing­ar­ nevnd­ini. Niels, eisini kallaður “Natte”, spældi í nógv ár hondbólt við Kyndli og á landsliðnum, har hann var strikuspælari. Hann sat í fyri­skip­ing­ar­ nevnd­ini, tá ið Oyggjaleikirnir vórðu hild­nir í Føroyum í 1989. Eftir læraraprógvið gjørdist hann lærari í Venjing­ar­skúl­a­ num, har hann í 1980 gjørdist vara­skúlastjóri og 1996 skúl­a­ stjóri. Seinni hevur hann virk­að sum skrivari hjá bæði Sam­bands­flokkinum og Ítrott­a­sam­band teirra Brekaðu (ÍSB). Hann hevur í nógv ár verið sera virk­in í felagsskapinum LIONS Tórshavn. Nevnast kann, at Niels og Odd­vá higartil eru einasta par­ið, ið bæði hava sett ólav­ søk­u­na. Hetta var í ávikavist 1992 og 2004. Parið eigur trý børn, níggju ommu- og abbabørn, og eitt er á veg, og síðan eiga tey tvey lang­ommu- og langabbabørn. Oddvá og Niels Nattestad gullbrúdleyp Góði Leif, í hesum døgum er tað eitt ár síðani tú fór foldum frá. Ikki vardi tað okku, at tíðin hjá tær var uppi og tó, tú livdi jú eitt hart lív. Ikki var tað altíð so lætt hjá tær góði Leif og kanska heldur ikki hjá okkum, sum stóðu tær nær. Tú vildi so gjarna, men megn­aði ikki altíð. Eg goymi tær góðu tíðirnar saman við tær í mínum hjarta. Minn­ist tá vit sum børn lógu á bóli hjá ommu og abba, hvussu tú altíð skuldi snúra ein lokk av hár­inum hjá mær, áðrenn tú sovn­aði, og hvussu omma plagdi at biðja faðirvár og syngja fyri okk­um sangin: »Nú dag­ur­in at enda er«. Tað var trygt og gott. Síggi fyri mær, tá tú stóð á skíð, ella »skiðaði«, sum vit søgdu. Eg helt tú dugdi so væl. Eg tordi tað ongantíð sjálv tað var ein góð tíð. Minnist tá tað var cool at ganga í leðurjakka við nógvum lyn­lás­um, og eg so gjarna vildi eiga, tað var frá tær eg fekk peng­ar til at keypa mær ein jakka. Mína fyrstu guitar fekk eg eis­ini frá tær, og tað var sam­an við tær, eg fyrstu ferð hoyrdi bólk­ar sum Uriah Heep, Deep Purp­le og Status Quo. Tú hevði keypt tær kassettu­band­upp­tak­ara fyri pening, tú hevði for­vunn­ið til skips, og tað er nak­að, sum eg lurti eftir enn tann dag í dag. Tú fekk tveir deiligar synir Magn­ar og Dánjal, sum tú ofta tosaði um. Tað hoyrdist at tú var stolt­ur av teimum. Tú for­taldi, at skjótt skuldi tú eis­ini vera abbi. Tíverri slapp tú ikki at upp­liva tað, men eg veit, at tú eis­ini hevði verið ein líka so stolt­ur abbi fyri lítlu Idu Dor­is, tí tú var so barngóður. Tú elskaði børn, minnist tá mín­ar gentur vóru smáar, hvussu tær altíð fingu muss og klemm frá tær. Andreas bróðir hevur ikki havt tað so lætt, síðani tú fór. Tit vóru jú altíð saman, og hann sakn­ar teg so sáran. Tað hevur eisini verið hart hjá mammu. Tað er so sárt, tá børn­ini fara fyrst. Tá vit eru samlaði í Klaksvík hjá mammu og pápa, tosa vit ofta um teg, og nøkur tár fella. Seinastu árini búði tú á Her­berg­inum. Har hevði tú tað gott og fekk ta hjálp, tú hevði brúk fyri. Takk og lov fyri fólk­um sum teimum. Tey eru gull verd. Tú vart trúgvandi Leif, og tað gevur ein frið í hjarta at vita, at tú ert saman við ommu og abba í himli, og at vit eina­ferð aftur síggjast, har einki stríð er, men alt er bert gott og har vit øll eru líka. Takk fyri góðar løtur. Hanna Til minnis um leif bróðir Sten Cold, fyrsti stjórin. Hjørtur Pálsson, annar stjórin og Karen Flodström, triði stjórin í Norðurlandahúsinum