hósdagur 7. mars 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
19
H
etta lógaruppskot
ið sum, sum lands
stýriskvinnan við
f í g g j a r m á l u m ,
Kristina Háfoss hevur lagt
fram, fer at gera tað møguligt
hjá Bústøðum at fara undir eina
ætlan at byggja 200-220 fram
skundaðar íbúðareindir kring
landið árini 2019 til um 2021.
Sostatt kunnu Bústaðir hava
út við 900 íbúðareindir í rakstri
um nøkur fá ár, sum fara at
bøta um støðuna á føroyska bú
staðamarknaðinum.
Í løtuni hava Bústaðir 260
leigubústaðir. Við teimum peng
um og lániheimildum Bústaðir
ræður yvir, hava Bústaðir
200 íbuðir í gerð og 200 eru í
ætlaninum hjá felagnum.
Tað vil siga, at fáa Bústaðir
heimild at lána 250 milljónir
krónur afturat, so fer felagið at
hava út móti 900 íbúðum tøkar,
tá ið vit koma til 2021 ella 2022.
Húsalánsgrunnurin varð í
2011 umskipaður til eitt alment
bústaðafelag – Bústaðir.
Endamálið við umskipanini
var, at Bústaðir frameftir skuldi
hava ein meira virknan leik
lut á bústaðaøkinum við tað,
at felagið nú sjálvt skuldi fara
undir at útvega og umsita leigu
bústaðir.
Ætlanin var eisini, at Bú
staðir skuldi virka sum eitt bú
staðapolitiskt amboð, ið kundi
veita ráðgeving, og sum kundi
arbeiða fyri meira skipaðum
viðurskiftum á leigu- og
lutaíbúðamarknaðinum.
Síðani 2012 hevur Bústaðir
útvegað um 300 leigubústaðir,
og gongd er í nógvum byggi
verkætlanum, harav fleiri verk
ætlanir eftir ætlan koma at
standa lidnar longu í 2019.
Almenna bústaðafelagið
hevur sostatt upp á fá ár megn
að at slóða fyri einum væl meira
útbygdum føroyskum leigu
marknaði.
Eitt annað uppskot, sum
eisini hevur fingið 1.viðgerð, er
uppskotið um at geva kommu
nunum heimild at byggja íbúðir
til folk, sum eru eldri ella mangla
trý ár í pensjónsaldur.
N
ú er Løgtingið farið
undir at viðgera bú
staðarpakkan.
Bústaðarpakkin er
uppskot um nakrar lógir, sum
hava til endamáls at fáa fleiri
íbúðir til vega og tálma íbúðar
neyðini í landinum.
Sambært útmeldingini hjá
landsstýrinum, so skal ein rættu
liga stórur partur av nýggju
íbúðunum vera leiguíbúðir.
Nøkur av átøkunum í bú
staðarpakkanum eru bráð
feingis. Onnur átøk eru meira
langskygd og hava sum endamál
at fjøltátta mynstrið á føroyska
bústaðamarknaðinum.
Felags fyri øll átøkini er, at
tey eru partur av eini ætlan hjá
politisku skipanini at fáa til vega
fleiri bústaðir kring landið og
harvið bøta um bústaðatrotið,
sum seinastu árini er vorðið
alsamt meira sjónligt.
Fyrsta uppskotið, sum hevur
havt viðgerð í tinginum, hevði
við markið millum vinnuliga og
ikki vinnuliga útleigan at gera.
Higartil er tað soleiðis, at tú
kanst leiga út ikki vinnuliga
um leigubústaðurin er á sama
matrikli, sum tú sjálvur býrt.
Eftir nýggja uppskotinum er
hetta ikki neyðugt longur.
Við øðrum orðum eigur tú
eini hús í aðrari bygd, ber til at
leiga tey út, uttan at talan verður
um vinnuliga útleigan
Ein onnur broyting hevur við
ávísingarrættin hjá Almanna
verkinum at gera. Sum er hevur
Almannaverkið ávísingarrætt til
5. hvørja íbúð hjá bústøðum.
Lógarbroytingin fer at geva
Almannaverkinum heimild
eisini at gera avtalur við privatar
útleigarar um ávísingarrætt.
Fer at bera til at leiga
húsini út ikki-vinnuliga
Løgtingið er farið undir at viðgera lógaruppskotini,
sum eru í bústaðarpakkanum hjá landsstýrinum
FLEIRI PENGAR TIL BÚSTAÐIR
AT BYGGJA LEIGUÍBÚÐIR FYRI
Hetta er eisini ein partur av
bústaðarpakkanum, sum gevur
Bústøðum heimild at læna
250 milljónir krónur afturat
Kristina Háfoss eigur okkurt av uppskotunum í bústaðarpakkanum
Eyðgunn Samuelsen
hevur bústaðarmál
undir sær