Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 20 - Hetta er ikki fyri sartar sálir. Tú brýtur nøkur mørk við at standa í reinasta hami og blíva spottaður út, sigur Ragnar Davidsen, limur í Swangah, sum skipar fyri ILLtonkt – einum nýggjum palli til føroyingar, sum havi orðið í sínari makt PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO F yri fyrstu ferð hava rapp­ áhugaðir føroyingar fingið ein pall, har teir av álv­ara kunnu royna seg við sínum rímum og orðaspæli. Pall­urin eitur ILLtonkt. Her slepp­ ur einhvør, sum er til dystin fús, at traðka fram í sínum reinasta hami og munnhøggast ímóti einum mót­standara. Hetta er ein verbalur nevaleikur millum tveir luttakarar, har tað einasta amboðið hvør luttakari hev­ur er síni kynstur at orða og føra seg fram. Tað er orð ímóti orði, uttan filtur, hart og kontant. Stríðsmenninir fáa eitt ávíst tíðarskeið at fyrireika seg í fyri at skriva ein beinraktan tekst um mótstøðumannin. Til tiltakið fáa teir tveir minuttir í part at rappa hvønn annan niður í gólvið. Tað eru teir báðir Ragnar David­sen og Steen Rói Lorenzen úr rappbólkinum Swangah, sum standa fyri tiltakinum. Teir ynskja at menna føroyska rappmentan Føroyskt munnhøgg: Verbalur nevaleikur skal stimbra føroyska rappmentan Mikkjal G. Hansen roynir seg. Aftanfyri sæst Ragnar Davidsen, fyriskipari