hósdagur 7. mars 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
21
og halda, at okkurt líknandi tiltak
manglar fyri at fáa enn fleiri á
banan. Tí gjørdu teir eina roynd
at savna nøkur fólk saman, sum
kundu verið áhugað í at royna seg
í munnhøggsrappi.
- Hetta er ikki fyri
sartar sálir
Luttøka í ILLtonkt krevur, at tú
hevur breiðan rygg og tolir at
hoyra eitt sindur av hvørjum – tí
tað gongur ikki stilt fyri seg.
- Tú mást tora at traðka fram
og blíva happaður framman fyri
fólki, tí hetta er jú rein happing.
Tú brýtur nøkur mørk við at
standa har í reinasta hami og
blíva spottaður út. Men eg haldi
eisini, tað gevur nakað heilt serligt
at fara út um hetta markið, sigur
Ragnar Davidsen, sum er onnur
helvtin av Swangah.
Battle-rapp er meira ella minni
eitt spæl, og tí er tað týdningar
mikið, at mann ikki tekur orðini
persónligt.
- Hetta er ikki fyri sartar sálir.
Okkurt kann vera brutalt og sera
Framhald á síðu 22
Sjúrður Skaale a.k.a. ”Kári Cool” er ein av fleiri,
sum hava verið í ILLtonkt. ”Rapplegendan
í Føroyum er jú Kári Cool. Vit máttu spyrja
hann, um hann vildi við, og hann segði: ja! hví
ikki?” sigur Ragnar Davidsen, fyriskipari
Steen Rói Davidsen,
Swangah, fyriskipari