Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 22 niðurgerandi, men eingin, sum hev­ur luttikið, hevur tikið tað so nær, sjálvt um tað virkar ógvus­ ligt. Aftaná so endar tað við einum smíli, og so drekkur mann eina øl sam­an, sigur Ragnar Davidsen. Fantastiskt at menn leveraðu Swangah-dreingirnir, Ragnar David­sen og Steen Rói Lorenzen, funnu skjótt út av, at ILLtonkt- kon­septið var festligt, tí undir­ tøk­an var yvirraskandi góð. - Vit vóru rættiliga nervøsir og spentir uppá, hvussu tað fór at rigga. Tað vísti seg, at menn møttu upp, og teir leveraðu 100 pro­sent. Tað var fantastiskt at síggja. Tað prógvaði enn einaferð, at tað er eing­in trupulleiki at rappa á før­ oyskum, sigur Ragnar David­sen. Inntil víðari hava tað bara verið mannfólk til ILLtonkt. - Einki konufólk er komið enn. Men har er áhugi, og konufólk vera heilt sikkurt at síggja til ILLtonkt í framtíðini, sigur Ragnar Davidsen. Áskoðarar hava eisini møtt upp til tiltøkini fyri at tryggja góða og ráa stemningin. Fyriskipararnir hava varhugan av einari stórari success, tí tað var metingin hjá áskoð­arunum í øllum førum. - Tað virkaði sum, at áskoð­ar­ar­ nir fingu blóð upp á tonnina eftir eisini at sleppa at royna seg, so tað er ordiliga feitt. Føroyskt sum rappmál ILLtonkt er eisini ætlað sum eitt íkast til at menna føroyska málið, tí Swangah vilja vísa, hvussu føroyska málið eisini kann brúkast. Seinastu árini hava Swangah væl og virðiliga prógvað, at tað saktans ber til at rappa á før­oyskum. Men tað hevur ikki altíð verið so natúrligt fyri teir. - Tað var løgið at rappa á før­ oyskum í byrjanini. Tá gjørdu vit tað bara fyri stuttleikar, og vit hugs­aðu, at tað riggaði yvirhøvur ikki, so langt úti, sum tað ljóðaði. Men gjøgnum árini funnu vit yms­ar mátar at rappa uppá, og vit lærdu at brúka føroysku orðini upp á nýggjar mátar. Vit funnu rím inni í orðunum. Í dag duga vit ikki at síggja nakrar trupulleikar við at rappa á føroyskum, tí tað liggur bara heilt til høgra beinið hjá okkum, greiðir Ragnar David­ sen frá. Sjúkt tonkt og illtonkt Navnið til kappingina er ikki til­ vild­arligt. Orðið Illtonkt hevur leingi ligið og kókað í tankunum hjá Swangah. - Hatta orðið hevur tveir týdn­ ing­ar. Tað at illteinkja onkran, har mann hugsar ilt um onnur, og um mann bara tekur orðið “ill” á ensk­um, so merkir tað ”sjúkt”. At vera ill brúkar mann sum slang fyri at vera sjúkur, feitur ella geni­al­ur. So mann kann siga, at hatta er sjúkt-tonkt og illtonkt. Eg haldi, tað var upp­lagt at brúka hetta navnið, sigur Ragnar David­sen. Upptøkur tøkar fríggjadagar Rapp-orrusturnar verða tiknar upp á video, sum síðani verða tøk­ ar at síggja hjá almenninginum á Facebooksíðuni hjá ILLtonkt. Her kunnu fólk geva sína meining til kennar og atkvøða um vinnaran av hvørjum einstakum dysti. Ein dystur kemur út annan hvønn fríggjadag, og tann fyrsti kem­ur út í dag 8. mars. Inntil víð­ari hava tvey ILLtonkt tiltøk verið, sum fyrireikararnir hava tikið støði út frá og eftirmett til komandi tiltøk. Hetta er enn byrjunarfasan, og ætlanin er at leggja ymiskt aftrat, so hvørt sum tiltakið mennist. Vónin er, at nógvir rapp­áhug­ aðir føroyingar taka tiltakið til sín, og at tað verður so mikið stórt, at grundarlag fyri at skipa fyri einari størri almennari kapping verður til staðar. Tað leggjast fleiri fólk aftrat so hvørt, so framtíðin hjá før­oyskum rappi sær spennandi út, nú nýtt grundarlag er lagt fyri framhaldandi menning, inn­ blandan og íblástri. Mótstøðumaðurin hjá Kára Cool var Niels Arge Galán, sum vit kenna sum oddamann í punkbólkinum, 200 Her er Silvurdrongur, sum seinastu árini hevur víst síni evni í alternativum rappi Góður stemningur millum áskoðararnar