hósdagur 7. mars 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
23
Rættarpolitikkur í Føroyum:
Lóg er lóg, men lóg skal valdast
Kann tað sigast at vera eitt
rættarsamfelag, har politiska skipanin
leggur seg út í rættarskipanina?
Óli Jacobsen
Tað er grundleggjandi fyri eitt
rættarsamfelag, at tað eru greiðar
reglur ikki minst fyri tí sokallaða
tríbýtinum av valdinum: tí
lóggevandi, tingið, tí útinnandi,
landsstýrið og so tí dømandi,
rættarskipanina. Hetta verður
eisini yvirhildið í londum, sum
veruliga liva upp til at hava
fólkaræði. “Men denne lov gælder
ikke for Færøerne.”
Eitt prógv fyri hesum er spurn
ingurin, hvørt fiskimenn skulu
luttaka í útreiðslunum av at keypa
kvotur. Hetta er blást upp sum
eitt stórmál, uttan at tað verður
kannað, hvat tað veruliga snýr
seg um.
Her er talan um grundleggjandi
áseting í sáttmálanum fyri
fiskiflotan, sum útgreinar hug
takið “søluvirðið”, sum er tann
upphædd, sum manningin verður
avroknað av.
Hvussu hetta skal skiljast, er
staðfest av gerðarrætti, sum sam
bært sáttmálanum millum feløgini
skal taka dagar millum ósemjur
um tulking av sáttmálanum. For
maður og uppmaður í hesum rætti
var sjálvur sorinskrivarin, Henrik
Møller.
Sum í vanligum sakarmálum
høvdu partarnir allar møguleikar
fyri at fáa øll síni sjónarmið fram.
Í einum rættarsamfelagi taka
partarnir ein dóm í rættinum til
eftirtektar - eisini tann sum tapir.
Samgongan setti egna
lógartænastu til viks
Tað er eisini grundleggjandi í ein
um rættarsamfelag, at politiska
valdið leggur seg ikki út í galdandi
sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum.
Hóast hetta, so hevur samgong
an tvær ferðir í hesum valskeiði
lagt seg út í galdandi sáttmálar og
hevur samstundis sett ein greiðan
rættarúrskurð til viks.
Tað álvarsama í hesum førinum
er, at lógartænastan hjá løgmanni,
sum skal meta um dygdina á ætl
aðum lógaruppskotum, gjørdi
vart við, at eitt slíkt uppskot um
at leggja seg út í ein galdandi sátt
mála er í stríð við rættarsiðvenju.
Hesum var als ikki lurtað eftir.
Løgtingið var ikki so frægt sum
kunnað um hetta, tá ið málið var
til viðgerðar.
Hóast hetta hevur eingin ting
maður ella miðil so mikið sum
spurt løgmann ella varaløgmann,
sum varaði av uppskotinum,
hvussu teir kunnu leggja eitt upp
skot fram, sum løgfrøðiliga ikki er
í lagi.
Løgmaður hevur verið spurdur
um hetta á floksfundi, men hann
svaraði ikki aftur. Hetta er eitt
kent fyribrigdi. Spurningar, sum
eru truplir at svara, verða tagdir í
hel. Løgmaður hevur heldur ikki
greitt frá, hvussu hann kundi
siga eitt um hetta mál í andstøðu
og so gera tað beint mótsatta
sum løgmaður, tá ið hann enntá
skúgvar sína egnu lógartænastu
til viks.
Tað er heldur ikki komið fram,
at tað er nøkur løgfrøði, sum hev
ur sagt hetta at vera í lagi.
Eingin frágreiðing er heldur
komin frá løgtingsskrivstovuni
um, hvussu hon kann góðkenna,
at eitt mál verður lagt fram, sum
ikki er góðkent av lógartænastuni
hjá løgmanni. Hetta skapar heldur
ikki álit á løgtingsskrivstovuna
sum ein óheftan stovn.
Nýggjur yvirdómari við
serføroyskari rættarfatan
Hesin spurningur var aftur uppi
og vendi á Torradøgunum fyri
kortum.
Norðlýsið gjørdi hendan sam
andrátt av svarinum frá floks
formonnunum í sambandi við
útreiðslur av kvotakeypi:
“Her var tað eitt sindur ógreitt,
hvat løgmaður og fiskimálaráð
harrin vildu. Meðan andstøðu
formenninir hildu, at tað ikki
kann koma upp á tal at lóggeva
um arbeiðsmarknaðarviðurskifti,
tóktust samgonguformenninir
vilja bíða eftir gerðarrættarúr
skurðinum í vón um, at hann
var teimum til vildar, men teir
vildu ikki beinleiðis siga, hvat
teir gjørdu, um hann ikki ger. Teir
vóru eftir øllum at døma opnir
fyri møguleikanum at fara inn at
lóggeva móti gerðarrættardómin
um, um hann ikki var teimum til
vildar.”
Hetta váttar enn eina ferð, at ein
eftirlitsskipan sum lógartænastan
verður bara tikin í álvara, um hon
hóskar við “politiska viljan”. Ann
ars gera politikararnir púra, sum
tað passar teimum.
Nú kemur Ingolf S. Olsen á
banan. Hann heldur tørv vera á at
útgreina støðuna hjá samgonguni
og vil nú siga, hvar skápið skal
standa.
Hann er ikki er hvør sum helst i
hesum sambandi, er løgtingsmað
ur og limur í rættarnevndini hjá
løgtinginum.
Hann kann tískil roknast sum
umboð fyri rættarfatanina hjá
samgonguni. Tað er í hvussu er
ikki nakar, sum hevur sagt nakað
annað.
Rættarfatan sýnd í verki
Ingolf S. Olsen var inntil fyri
kortum næstimaður formannnin
í fiskimannafelagnum. Hann var
skrivari, miðlamaður og røkti
heimasíðuna hjá felagnum. Her
kann neyvan nakað vera hent,
uttan at hann var uppi í.
FF hevur í hansara tíð í felagnun
framt eitt tað mest grundleggjandi
brot á fjølmiðlaetikk, sum kann
fremjast. Sum eitt oddafólk í
felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk
skuldi hann annars verið trygdin
fyri, at slíkt ikki kundi henda.
Í eini sak millum meg og FF
varð beint eftir dómsviðgerðina –
t.v.s. áðrenn dómurin fall - lagt á
heimasíðuna ein “frágreiðing” frá
FF um málið. Hon varð eisini send
til allar portalarnar, og kom hon á
teir flestu eftir eini løtu.
Hetta var í stríð við grundregl
una at “tað skal vera tøgn, meðan
rætturin situr”, t.v.s. inntil dómur
er fallin. Í hesi tíð skal rætturin
ikki útsetast fyri aðrari ávirkan
enn hana í dómsviðgerðini.
Í hesi “frágreiðing” var ein røð
av ærumeiðandi pástandum m.a.
grundaðir á beinleiðis tilvitaði
ósannindi og manipulatiónum.
Her vóru eisini ábendingar til
beinleiðis uppspunnar skuldset
ingar móti fyrrverandi starvs
manni, sum einki hevði við hetta
mál at gera.
Í stríð við grundleggjandi fjøl
miðlaetikk fekk eg ikki møguleika
at svara hesum ákærum. Tað er ein
grundregla innan journalistikk,
at verður persónur ákærdur, skal
hann hava møguleika fyri at svara
aftur samstundis.
Her var eisini tann “nýhugsan”
í føroyskum fjølmiðla”etikki”, at
lagt varð eftir ósekum fólki undir
grønu torvu.
Men tá ið rætturin nakrar vikur
seinni avvísti alla hesa “próv
førslu”, nú var eingin kunning
um dómin. Hesum helt røktarin
av heimasíðuni hjá FF ikki tørv
vera á!
Hesi ósannindi lógu á upp
runaligu heimasíðu fleiri ár eftir,
at rætturin hevði ógildað tey øll
sum prógv fyri nøkrum sum helst.
Tey liggja framvegis á internet
inum og á portali, sum fær miðla
stuðul frá tí almenna.
Hetta er alment kent, men
eingin lætst um vón. Tó hendi tað,
at navnið hjá Ingolf S. Olsen varð
strikað í øllum teimum greinum,
hann hevði liggjandi á heimasíð
uni hjá FF. So lætt kann tað ikki
vera at sleppa undan ábyrgd.
Kann politiska skipanin
diktera dómsvaldinum?
Umrødda útsøgn hjá Ingolfi S.
Olsen aftan á Torrdagarnar skal
tískil síggjast í ljósinum av teirri
rættarfatan og tí trúvirði, sum
hann umboðar.
Í løtuni eru trý sakarmál um
gjaldið fyri uppboðssølu. Í einum
rættarsamfelagi ganga slík rætt
armál sína gongd uttan nakra
almenna politiska innblanding.
Men her hendir tað marghátt
liga, at landsins politiska leiðsla
fer í part við annan partin í málin
um og hóttir við, at um rættarskip
anin ikki makkar rætt eftir teirra
tykki, so fer samgongan at taka
rættin av ræði. Tað kundi verið ein
uppgáva hjá miðlunum at kanna,
hvussu langt út í heim og hvussu
langt aftur í tíðina, vit skulu fara
fyri at finna nakað tilsvarandi.
Tað sigur heldur ikki so lítið, at
Ingolf S. Olsen sum umboð fyri
samgonguna hóttir reiðararnar,
at “vilja rættindahavarar (reið
ararnir) ikki virða nýggja lógar
grundarlagið undir okkara fiski
vinnu og ætlanirnar við tí, ja so
má sterkari lútur til”.
Høgni Hoydal hevur eisini
hartað reiðarar fyri at halda sátt
málan, tí tað ikki hóskar við hans
ara serligu rættarfatan.
Báðir hava eisini úttalað seg
forhánisliga um ein gerðarrætt,
har sjálvur sorinskrivarin var
uppmaður. Hetta er ein óhoyrd
politisk niðurgering av rættar
skipanini.
Sjálvsmótsøgnir
Greinin hjá Ingolfi S. Olsen er ein
røð av sjálvmótsøgnum. Hann
kemur við óundirbygdum pá
standum, um at reiðararnar ikki
fylgja galdandi lóggávu við at
halda seg til sáttmálan!
Men í umrøddu “frágreiðing”
aftan á rættarmálið verður m.a.
skrivað:
“Dómurin (í gerðarrættinum)
er ein sera dyggur smeitur fyri
fiskimenninar, tí hann merkir,
at tað nú er endaliga staðfest, at
manningarnar á øllum føroyskum
skipum skulu vera við til at gjalda
fyri kvotur, sum eru keyptar á
uppboðssølu.”
Her verður sagt beint tað
mótsatta. Sjónarmiðini verða so
hvørt tillagað til endamálið við
teimum.
Ein onnur mótsøgn er, at
Ingolf S. Olsen sigur seg vera
ímóti at leggja seg politiskt í ein
galdandi sáttmála, men kortini
er hann fyri avgerandi inntrivi
í grundleggjandi prinsippum í
sáttmálanum, tá tað passar við
politiska viljan.
Sum dømi um onnur góðkend
inntriv í sáttmálanum nevnir
hann, at “lóggivið verður um eina
rúgvu av viðurskiftum, til dømis
um inntøkutrygd í sambandi við
sjúku og skaða, arbeiðsumhvørvi
og feriu.”
Men hetta eru økir, sum øll falla
uttan fyri sáttmálan og kunnu
ikki sammetast við umrøddi inn
triv í sáttmálan. Men hetta eru
undanførslur, sum altíð kunnu
nýtast.
Skipanin kann ikki virka
uttan brot á rættarsiðvenju
Men tað serliga avdúkandi í hesi
grein hjá ISO er annars ásannanin
av, at uppboðssølan ikki kann
virka, um hon kemur at ávirka
manningarnar. Nakað tað sama
hevur Høgni Hoydal sagt, tá ið
hann hartaði reiðarar fyri at halda
seg til sáttmálan við tí endamáli
at øsa fiskimenn móti uppboðs
søluni. Hetta skal so vera grund
gevingin fyri enn eina ferð at taka
rættarskipanina og samráðingar
rættin hjá feløgunum av ræði.
Støðan hjá samgonguni er
tiskil tann margháttliga, at fyri
at uppboðssølan virka, so skal
sáttmálin broytast, og verður
hann ikki broyttur við góðum, so
“skal sterkari lútur til.”
Hvussu kann hetta vera
javnaðarpolitikkur?
Tað undrar ikki, at hetta er tjóð
veldispolitikkur.
Spurningurin er so, um tað
veruliga kann henda, at Javnað
arflokkurin letur seg diktera av
teirri rættarfatan, sum Ingolf S.
Olsen stendur fyri. Hann førir seg
fram sum framsøgumann fyri alla
samgonguna í fiskivinnumálum,
meðan tað einki merkist til, at
Javnaðarflokkurin yvirhøvur hev
ur hevur nakran framsøgumann í
fiskivinnumálum.
Einki hoyrist heldur til, at
flokkurin metir tað at vera ein
trupulleika, at hann nú als ikki er
umboðaður í rættarnevndini hjá
løgtinginum. Men hann hevur
tó Ingolf S. Olsen, sum enn eftir
øllum at døma umboðar umrøddu
rættarfatanina hjá flokkinum.
Tað liggur tó fast, at sum er,
er tann høvuðsregla galdandi í
Føroyum, at “lóg er lóg, men lóg
skal valdast.” Tað sama er við rætt
arskipanini.