Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019 SOSIALURIN 28 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen F yri 10 árum síðani, tá ið liðin vóru 50 ár síðan hesa vanlukku, hevði eg tvær greinir í Sosialinum um hesa vanlukku. Tá vóru umrøddir teir føroyingar, sum vóru partur í hesi vanlukku, og teir, sum sluppu við lívinum. Tað kann vera hóskandi at taka okkurt av hesum fram aftur. Ólavur skuldi byrja eitt nýtt lív í Føroyum, men... Ólavur Guðjónsson var føddur í juli 1943. Hann var nú 15 ára gamal, og skuldi havt lívið frammanfyri sær. Pápi hansara var Hans Gud­ jóns­son úr Klaksvík og mamman var Oluffa f. Jacobsen, ættað úr Fuglafirði. Hans var fiskimaður, og hann vildi sum nógvir føroyingar royna nakað nýtt. Hann fór í 1954 yvir til Grønlands at fiska rækjur, sum tá var forkunnugt hjá føroyingum. Honum dámdi so væl í Grøn­ landi, at í 1956 flutti Oluffa eisini yvir við fimm av teirra seks børn­um. Ein dóttir var eftir í Klaks­vík. Tey búsettust í Narsaq í Suðurgrønlandi. Ólavur var 13 ára gamal, tá ið hann fór úr Klaksvík, og honum longdist aftur hagar, har hann hevði skyldfólk og vinir. Tá ið Ólavur so fór úr skúlanum og einki serligt var at gera í Nar­sak, fekk hann pláss sum smiðju­lær­ lingur á bedingini hjá Kjølbro. Nú kundi hann sleppa heim aftur. Hann skuldi búgva hjá fastur síni Ingibjørg, vanliga kallað Gajan, og manni hennara, Jákupi Heinesen. Hon var eisini gumma hansara. Jákup hevði skaffað honum læruplássið. Hann skrivaði bókina um Ekliptika, sum eisini gekk burtur við mann og mús, millum øðrum pápa Jákup, Jákup Heinesen. Gaja hevði gjørt Ólavi kamarið klárt, til hann skuldi koma. Hjá Ólavi var tað sjálvsagt spenn­andi at sleppa heim fyrsta túrin hjá hesum nýggja og stásliga skipi. Mamman og beiggin, Oddfríður, fylgdu hon­ um oman á kaiuna í Narsaq til rutu­bátin til Julianehåb, har Ólav­ur skuldi fara umborð á Hans Hedtoft sama dag. Hetta var um ein tími at sigla. Pápin kundi ikki koma við, tí hann var til skips uppi við Holsteinsborg. Mamman hev­ur sum rímiligt er verið tung um hjartað. Hon visti, at í besta fall vóru tað mánaðir, til tey fóru síggjast aftur. Fantastiska seinasta myndin Við á ferðini til Julianehåb var ein fotografur. Hann tók eina mynd av Ólavi á sjómansheiminum í Julianehaab, har Ólavur var farin inn at bíða, til hann slapp umborð á Hans Hedtoft. Sum tað sæst, fær hann tíðina at ganga við at lesa bløð. Her síggja vit ein eygagóðan drong, sum nú skal byrja eitt nýtt skeið í lívinum. Hann er kanska eitt sindur hjartkiptur. Hevur beint sagt mammuni farvæl á bryggjuni í Narsaq. Hon hevði gjørt hann út til hesa longu ferð­ina. Eisini hevði hon bundið honum ta vøkru troyggjuna, hann var í. Men samstundis var hann spentur upp á hetta nýggja lívið, hann skuldi byrja í Klaksvík. Dagin eftir var Ólavur deyður! Hansara næstringar hoyra í útvarpinum hendan dagin tey skakandi tíðindini, at Hans Hedtoft hevur siglt á eitt ísfjall. So var at fylgja við, til staðfestast kundi, at skipið var sokkið nakrar tímar seinni. Tá var veruliga øll vón sløkt, hóast vónað hevur verið til leitingin helt uppat. Beiggin Oddfríður f. 1945 minn­ ist Ólav sum ein fittan og kvikan drong, sum var millum teir næm­ ing­ar, sum dugdu væl í skúl­an­um. Hann var nakað fyri seg sjálvan og var ein sjálvstøðugur drongur. Oddfríður kom sjálvur seinni í 1959 at yvirtaka læruplássið hjá Ólavi í Klaksvík, og hann kom at búgva hjá fastrini, har Ólavur skuldi búgva. Men eftir eitt ár fór hann kortini til Danmarkar, har hann fór at lesa og búsettist. Rest­in av familjuni flutti eisini til Dan­markar.   Gott ummæli um beiggjan Oddfríður skrivaði um beiggja sín: “Ólavur var en dreng, der altid tænkte dybere over tingene, inden han tog en beslutning. Jeg kan huske, når vi om vinteren stod på ski sammen. For os andre var det kun en leg, men Ólavur, der altid arbejdede målrettet, skulle først lave beregninger i forhold til skihopbakken, så han kunne udføre de længste hop. Dette prægede Ólavur ved altid at udføre det, han foretog sig, bedst muligt. Jeg husker min bror som en aktiv dreng med flere interesser, bl.a. musik, han spillede selv mundharpe, svømning, skøjter og skiløb. I skolen var han en dygtig elev, der nåede gode resultater. I fritiden læste han mange bøg­er. Han havde ambitioner for frem­ tid­en, men mulighederne på Grøn­land var små. Han glædede sig derfor til at komme tilbage til Færøerne og begynde på sin uddannelse. Jeg er sikker på, at Ólavur ville have nået gode resultater i livet, hvis han havde fået muligheden. Det var med blandede følelser og dybe tanker, jeg overtog den læreplads, der skulle have været Ólavur’s start på hans karriere.” Hini systkini hjá Ólavi vóru: Sólbjørn f. 1935, Sondy f. 1939, Páll f. 1948 og Marino f. 1949. Páp­ in doyði í 1999, 87 ára gamal, og mamm­an í 2002, 88 ára gomul. Her kann vera nevnt, at javn­ aldrar og skúlafelagar hjá Ólavi vóru millum aðrar Jógvan Purk­ hús, sum seinni flutti til Íslands, og Janus Jacobsen, kendur klaks­ vík­ingur. Jógvan fór sjálvur í læru á bed­ingini, og hann minnist væl, at Ólavur skuldi koma. Tí var tað eisini á arbeiðsplássinum ein hvøkk­ur, at tað gekk sum tað gekk. Tað sama var sjálvsagt hjá fastr­ini, sum skuldi hýsa Ólavi og ann­ars hjá ættini. Richard doyði frá konu og tveimum døtrum Hin føroyingurin, sum fórst, var Richard Jacobsen, sum var giftur við Emmy f. Stenberg, bæði úr Sandvík. Hann var 2. stýrimaður við Hans Hedtoft. Í Credo var fyri kortum ein hug­takandi samrøða við Richu, Lagnan kann vera so løgin. Meðan tveir føroyingar doyðu við Hans Hedtoft, so vóru aðrir, sum ikki sluppu við. Hetta bjargaði teirra lívi SIÐSØGA Hans Hedtoft: ÓLAVUR BÍÐAÐI Á SJÓMANSHEIMINUM EFTIR DEYÐANUM 15 ára gamli Ólavur á einum krossvegi í lívinum. Hevði beint sagt mammuni farvæl og skuldi byrja eina nýggja tilveru í Klaksvík. Dagin eftir var hann deyður.