hósdagur 7. mars 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
25
Komandi partur
Tann 19. mars eru liðin 70 ár síðani, at fyrsta føroyska Bíblian kom
út. Í hesum sambandi hava vit í komandi parti eina frásøgn um sjálva
prentingina av Bíbliuni. Hetta var í sær sjálvum eitt stórt avrik
sum var fødd beint áðrenn pápin
doyði, og sum er uppkallað eftir
honum. Hon greiddi hvussu tað
var hjá familjuni at miss pápa og
mann. Tey búðu tá í Danmark,
men fluttu aftur til Føroya.
Mamman giftist aftur við Harry
Johansen, kendur frá sjúkrakass
anum.
Richard hevði siglt við føroysk
um skipum sum t.d. Norðfarinum
í Grønlandi, áðrenn hann fór á
navigatiónsskúla. Fyrstu árini
sigldi hann við Disko hjá KGH.
Minningarorð um Richard
Í Dimmalætting vóru minning
arorð um Richard, undirskrivað
“bygdarmaður”. Vit taka nøkur
brot burtur úr:
“Richard var av fermastu
unglingum. Av góðum bergi
brotin. Pápin var hin kendi
sandvíkingurin Jákup á Hólum.
Mamman var Maria Sofía úr
Geilagarðinum í Skúvoy.
Tað er eitt av skaldum okkara,
sum tekur soleiðis til: “Vit spyrja
so ofta, hví er tað so, at vanlagnan
bert ber til summi boð, og hví er
tað meg hon rámar?”
Hetta kann av sonnum sigast
um Hólafólkið. Pápabeiggi Rich
ards var giftur í Skúvoy, og gekk
hann burtur har í best árum. Eitt
systkinabarn hansara doyði við
Florens í 1927, og eitt annað systk
inabarn doyði við einum donskum
báti undir seinna heimsbardaga.
Ein beiggi hansara sló út undir
Íslandi við Morning Star í 1930,
og ein annar beiggi sló út við
Godthaab, eisini undir Íslandi í
1936.
Sum so mangur annar av
ungu landsmonnum okkara leit
aði Richard sær burtur, tí so lítlir
møguleikar eru her á landi. Hann
var framúr góður maður, og tess
vegna hevði Grønlandshandilin
boð eftir honum og setti hann til
annan stýrimann á besta skipin
um í felagnum.
Samhugur okkara leitar til
gomlu mammu hansara og til
konuna og tær báðar smáu døt
urnar, sum enn ikki duga at skilja,
hvat tær hava mist.”
Í minningarorðum í Dagblaðn
um var m.a. sagt:
Richard hevði verið mong ár
til skips bæði við slupp og trolara
og ofta havi eg hoyrt menn, sum
hava verið saman við honum,
siga, at ikki hava teir verið saman
við raskari og kærari mann enn
honum. Hann vildi altið gera
skyldu sína og meira afturat.
Hann sló seg ikki til tols á
slættari fløtu, honum lá í huga at
koma fram.
Óla Hendrik av Fløtum hevði
siglt saman við Richard við Disko,
sum eisini var í Grønlandssigling.
Ein dagin umborð segði Richard,
at hann fór at gevast við hesi
sigling, tí hetta fer eina ferð at
ganga galið. Men so fekk hann
møguleikan at sleppa við Hans
Hedtoft, og ein slíkan kjans bar
ikki til at siga nei til!
Óla Hendrik var á
manningarlistanum
Óla Hendrik av Fløtum, ættaður
úr Fuglafirði, sigldi í fleiri ár við
KGH.
Í 1957 fór hann sum yvirstýr
maður við Disko, sum sigldi mill
um Grønland og Danmark.
Tá ið tíðin nærkast, at Hans
Hedtoft skal í drift var spurning
urin hvør, ið skuldi sleppa við
hesum nýggja skipi. Óla Hendrik
skilti, at hann var á upprunaliga
manningarlistanum. Men tað
varð so avrátt, at teir yvirmenn,
sum høvdu havt eftirlitið við
byggingina av skipinum skuldu
manna Hans Hedtoft í fyrsta
umfari. Var okkurt at rætta uppá,
so vóru teir best fyri í so máta.
Tann 3. januar 1959 kl. 12 verður
Óli Hendrik saman við øðrum
boðin umborð á Hans Hedtoft
at “bese skibet og deltage i en
frokost”.
Tað gjørdi Óla Hendrik fegin.
Ikki minst, tí hann kendi nógvar
av manningini, sum hann hevði
siglt saman við. Millum hesar
eisini skiparan, Poul Rasmussen,
sum Óla Hendrik segði um,
at hann var eitt “praktfult
menniskja.” Hetta var seinastu
ferð hann sá hesar menn.
Óla Hendrik fór við Disko úr
Danmark tann 27. januar Teir eru
á leiðini tvørs av Føroya Banka,
tá ið teir frætta um neyðarkallið
hjá Hans Hedtoft tann 30. januar.
Tá ið teir komu um Kappaleiðina
halda teir útkikk, um nakað er at
síggja, men tá var øll vón veruliga
mist.
Olna og Sigmund
Strøm: Føroysk
familja bjargað undan
Hans Hedtoft
Í 2009 høvdu vit eisini eina
frásøgn frá Randi Strøm á Tvør
oyri. Hon greiddi frá, at Hans
Hedtoft rørdi við nakrar kenslur
hjá sær. Tey skuldu nevniliga
havt verið við Hans Hedtoft
feigdartúrin!
Pápi hennara, Sigmund Strøm
úr Trongisvági, fór í 1952 til
Julianehåb at arbeiða sum verk
staðsleiðari hjá Grønlands Tekn
iske Organisation.
Í 1954 fór mamman, Olna, við
teirra tveimum børnum til Juli
anehåb at búgva. Olna var ættað
úr Hvalba. Tey ferðaðust yvir við
Dronning Alexandrine. Tey komu
at búgva nakað ovalaga í býnum.
Randi varð so fødd í Grønlandi í
1956.
Sigmund var ein óførur mynda
takari. Eftir hann liggja nógvar
myndir úr Julianehåb. Tá ið Randi
seinni hugdi eftir myndum frá
teirra tíð í Grønlandi, vóru fleiri
av Hans Hedtoft, millum aðrar,
har hann liggur flaggskrýddur
við kai í Julianehåb.
Meiningin var, at tey skuldu
sigla heim við Hans Hedtoft
fyrsta túrin.
Tey skuldu nevniliga flyta
aftur til Føroyar. Alt var pakkað
niður, stovan var full av kassum,
sum Sigmund hevði gjørt, fyltir
við møblum og annars við tí, sum
var í húsinum.
Men beint áðrenn fráferðina
kemur boð um, at avloysarin hjá
Sigmundi, ein dani, ikki kundi
koma fyrr enn tríggjar mánaðir
seinni. Har var einki at gera. Tey
máttu avlýsa ferðaseðilin við
Hans Hedtoft.
Mamman segði, at tey vóru
sera vónbrotin. Tey høvdu verið
so leingi burtur, og tey gleddu seg
at koma heim.
Randi var tá bara tvey ára gom
ul, so hon minnist einki til hetta.
Men beiggjarnir, Tóri og Petur,
sum vóru 6 og 10 ár tá, mintust
hetta væl.
Var umborð á
Hans Hedtoft
Tóri mintist, at tey øll vóru um
borð á hesum flotta skipi, tá ið tað
lá við kai í Julianehåb. Hetta var
spennandi, serliga hjá dreingjum.
Tóri mintist eisini væl hendan
ræðuliga dagin 30. januar. Hann
og beiggi hansara vóru úti og
spældu, tá ið Petur tekur hart í
hann. Hann hevði hoyrt í einum
radio í onkrum húsi, at okkurt
var hent við Hans Hedtoft. Teir
runnu heim at vita, hvussu vorðið
var.
Heima merkti Tóri tann álvar
sama stemningin. Bæði foreldrini
lurtað á fiskabylgjuni eftir
gongdini við søkkandi skipinum.
Tað bar til beinleiðis at fylgja
samskiftinum við Hans Hedtoft.
Tóri segði, at hann enn mintist
orðini frá telegrafistinum á Hans
Hedtoft: “Vi synker! Vi synker!”
Og so var tøgn. Tóri gloymdi ikki
hesa røddina á Carl Dejligbjerg,
sum var ein royndur fjarritari.
Hóast tey vóru skakað, vóru
tey sjálvsagt takksom fyri, at tey
sjálvi vóru sloppin undan tí vissa
deyðanum.
Tey kom heim seinni um
summarið, men nú var tað við
flogfari.
Emmy og Richard saman við eldri dóttrini,
Marionnu, tá ið hon fór til dópin
Faðirleysu genturnar, Mariann og Richa
Sigmund og Olna saman við saman við børnunum, Petur, Randi og Tóri. Tey
høvdu ferðaseðil til Hans Hedtoft, men máttu “tíverri” geva avboð.