hósdagur 7. mars 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
26
torshavn.fo/byggisamtyktir
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. februar 2019 uppskot um at
broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part
av matr. nr. 2a, Argir.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta ein part av 4. Grund-
umráði til D2 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu,
í sambandi við at ætlanir eru um at víðka um golføkið á Glyvursnesi.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri
part av matr. nr. 2a, Argir, liggur frammi á torshavn.fo/byggisamtyktir
og í Snarskivuni frá 8. mars 2019 til 19. apríl 2019.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 19. apríl
2019.
Broyting í byggisamtyktini fyri
øki á Glyvursnesi, Kirkjubøur
D2
B11
D2
Tak niður
Faroe Law
app’ina her
iPhone Android
Sosialurin 341800
www.faroelaw.fo
Oilwind snellur til sølu
Vegna trotabúgvið Sp/f Grønatúgva verða 7
brúktar el-snellur av slagum Oilwind, model
0316, lýstar til sølu.
Bústjórin tilskilar sær rætt til frítt at velja og
vraka millum innkomin boð ella einki at taka.
Eisini tilskilar bústjórin sær rætt til at fara í
samráðingar við tey sum hava boðið við tí
endamáli, at selja til hægstbjóðandi.
Skrivlig boð skulu vera Óla M. Hansen,
advokati, í hendi í seinasta lagi 15. mars
2019, kl. 12.00. Boð kunnu sendast til
Advokatpartafelagið Faroe Law, Postboks 158,
110 Tórshavn, ella til oha@faroelaw.fo
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla
M. Hansen, advokat, á tlf. 669900, 517316, ella
teldupost oha@faroelaw.fo
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Helga Josefine Sofie
Poulsen Olsen, Glyvravegur
48, 625 Glyvrar, fødd tann 2.
august 1926, deyð tann 5.
januar 2019, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
12/2019, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 26. februar 2019.
torshavn.fo
Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn
Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk,
Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum í mai mánaði,
har avgerð verður tikin um, hvør fær stuðul.
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin,
hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan,
undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina
millum hesar kommunur og borgarar teirra. Umsóknir, har allir tríggir
býir taka lut, hava fyrimun.
Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma
undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við
frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðu
kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at umsóknarblaðið
verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla, sum til ber.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Ritu Heradóttir, stjórnarskrivara,
á telefon 302010.
Umsókn merkt „Vestnordisk hovedstadsfond – Nuuk, Reykjavík,
Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32,
110 Tórshavn, torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin
26. apríl 2019.
Stuðul úr felagsgrunni