hósdagur 7. mars 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
27
1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar.
3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum.
4. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkjandi rætti grunsins at tilnevna ein
nevndarlim sambært § 14.
Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Hannu O. Nielsen,
bankakvinna, hjálparfólk (økisdepilin fyri sinnisveik), Gjógvarávegur 14, 900
Vágur, sum nevndarlim.
5. Val av nevndarlimum.
Hans Petur Joensen og Mannbjørn Tausen standa fyri vali sambært § 14, stk. 2,
og § 21, stk. 4, í viðtøkunum.
Nevndin mælir til, at Hans Petur Joensen og Mannbjørn Tausen verða afturvaldir.
6. Val av grannskoðan.
Nevndin mælir til afturval av verandi uttanhýsis grannskoðara, Sp/f NUMO,
góðkent grannskoðanarvirki.
7. Uppskot frá nevndini:
Nevndarsamsýning 2019:
Nevndin mælir til, at samsýningin til nevndarlimir felagsins verður
óbroytt galdandi fyri 2019 soleiðis, at aðalfundurin viðtekur at
samsýningin til nevndarlimir felagsins fyri 2019 verður latin samsvarandi
samsýningarpolitikki felagsins frá apríl 2013, við støði í hesum:
Grundsamsýning: 50.000 kr.
Nevndarformaður: 2 x grundsamsýning
Næstformaður: 1,5 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir: 1 x grundsamsýning
Fyri eykaarbeiði, í grannskoðanarbólkinum ella serligar nógvar nevndarfundir,
kann veitast ein eykasamsýning.
8. Ymiskt
Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú
og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi fríggjadagin 22. mars 2019 hava boðað
felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn.
Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum
og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi
partaeigarar eiga mikudagin 20. mars 2019.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika
at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum
felagsins.
Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo
og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal
brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi
mikudagin 27. mars 2019 kl. 13.00.
Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum
uppskotum at liggja frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi
2 vikur fyri aðalfundin.
P/F Suðuroyar Sparikassi
Nevndin
Dagsskrá
Ársaðalfundur
í P/F Suðuroyar Sparikassa
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa
mikudagin 27. mars 2019 kl. 16.00 á høvuðsskrivstovuni hjá
P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur.
ANNIJANNI
Føroya Byggifrøðingafelag
Aðalfundur verður í hølum felagsins,
í Tvørgøtu 3, mikudagin
tann 20. mars kl. 20:00.
Skrá smb. lógum felagsins. Nevndin hevur
uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins,
umframt broyting í limagjaldinum.
Sí heimasíðu okkara, www.fb.fo ,
fyri nærri kunning.
Er aðalfundurin ikki viðtøkuførur, verður
eykaaðalfundur kl. 20:15
Klokkan 19:00, áðrenn aðalfundin, verður
kunnandi fundur um nýggju avtaluna mil-
lum byggifrøðingafelagið
og pensjónsfelagið Lív.
Allir byggifrøðingar eru vælkomnir.
Nevndin
Frá Kollafjarðar Arbeiðarafelag
Ársaðalfundur felagsins verður hósdagin 28. mars
2019 kl. 19.00 í húsum felagsins, Við Sjógv 1,
460 Kollafjørður.
Dagsskrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
TAKK
Eiler Sune Egholm
f. 25.11.1923 - d.13.02.2019
Hjartaliga takk til tykkum øll, sum fylgdu okkara
elskaða pápa, abba, langabba og oldurabba til
hansara seinasta hvíldarstað.
Takk fyri blómur og kransar, og takk til tykkum øll,
sum vístu okkum samkenslu og hjálptu til á ymsan
hátt.
Takk til tykkum á Tjarnargarði fyri góða umsorgan,
tey árini hann búði har.
Takk til Sólsetur fyri stóru hjálpina og takk til
Bergur Debes Joensen prest fyri vøkur orð.
Blíðar heilsanir
Eyðna og Emi við familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá høgt
elskaði maður, pápi, abbi, verpápi, sonur og beiggi
okkara
Henrik Hammer
F. 02.08.66 d. 31.08.18
andaðist og varð jarðaður.
Stóra tøkk til familju og vinfólk, sum vitjaðu og
vístu umsorgan í okkara svárastu tíð.
Heimasjúkrasystrarnar sum so trúfastar hjálptu
okkum, takk fyri tað.
Takk til Bergur Debes Joensen, prest, fyri umsorgan
og troystarík orð í heiminum og kirkjuni. Takk til
kirkjutænarar, sangarar og berarar.
Takk til reiðarí, skipara og manning umborð á
Norrønu.
Takk fyri blómur og kransar og takk tit øll sum
fylgdu Henrik til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunar vegna
Sólrun, Óli og Aron