hósdagur 7. mars 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
30
TRÓNDUR ARGE
S
unnudagin verður 1.
umfar í landskappingini
í fótbólti hjá monnum.
Tað byrjar við einum
brakið í Klaksvík, har KÍ fær
vitjan av HB. Silvurvinnararnir
úr NSÍ fáa vitjan av EB/Streymi,
meðan
bronsuvinnararnir
úr B36 fáa vitjan av Skála. Í
Trongisvági tekur TB ímóti AB og
í Sarpugerði er grannauppgerð
millum Víking og ÍF.
Lars tekur ein
steðg í summar
Lars Müller er kosin til ársins
dómara seinastu sjey árini, men
tað er ósannlíkt, at hann verður
valdur til ársins dómara fyri
áttandi ferð upp í slag. Dámligi
løgreglumaðurin skal nevniliga
til Bornholm at arbeiða í eitt
hálvt ár eftir summarferiuna.
Hann ynskir ikki at gera nógv
burturúr, men váttar at hann
ikki verður at síggja á vøllinum
í seinnu hálvu. Hann leggur
dent á, at hann ikki er givin,
men at talan fyribils er um ein
eitt sindur longri steðg í seinnu
hálvu.
KÍ – HB
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: LARS MÜLLER
Eins og í fjør verður klassikarin
í føroyskum fótbólti longu í
fyrsta umfari. Tá vann KÍ 3-0 í
Gundadali, men tað vísti seg bara
at verða ein løtumynd, tí HB fór
avstað við meistaraheitinum við
heili 73 stigum.
Nú møtast liðini í Klaksvík.
KÍ er eitt av teimum feløgunum,
har tað hava verið nógvar
skiftingar. Vekk eru spælarar
sum Páll A. Klettskarð, Semir
Hadzibulic og Hørður Askham,
meðan Predrag Pocuca og Ronni
Møller-Iversen fóru úr felagnum
fyri tíð í fjør. Hartil er ivasamt
um spælarar sum Hjalgrím
Elttør og Kristoffur Jakobsen
verða við.
Inn eru komnir Patrik
Johannesen, Jesper Brinck,
Torbjørn Grytten, Takuya Mat
sunaga, Darius Lewis og Simen
Raaen Sandmæl. Nú skal KÍ til
at spæla eitt nýtt lið saman og
torførasta royndin kemur longu
í fyrsta umfari.
HB líkist sær sjálvum í ár.
Nýggir í felagnum eru Hørður H.
Askham, Pætur Petersen og nú
eisini norski Andreas Breimyr,
meðan frágongdin telur Heri
H. Mohr, John Frederiksen og
Grétar S. Gunnarsson.
HB hevur longu
vunnið VFF-Kup og
Stórsteypadystin, men tað
hevur fyri tað mesta verið uttan
Adrian Justinussen. Ársins
spælari í 2018 hevur drigist
nakað við skaða, men verður
helst tøkur til dystin sunnu
dagin, sigur Heimir Guðjónsson,
venjari hjá HB.
Havnarmenn vunnu báð
ar dystirnir í Klaksvík í fjør,
men tapti eisini fyrsta dystin
eftir vetrarsteðgin og summar
steðgin. HB hevur munin á
pappírinum, men KÍ hevur ein
málslúk í Patriki Johannesen.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
NSÍ - EB/Streymur:
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Fyri fyrstu ferð síðani 2010
skal NSÍ klára seg uttan Árna
F r e d e r i k s b e r g .
Eftir 207 dystir fyri
barndómsfelagið, 70 mál
og eina rúgvu av uppleggum,
skal NSÍ til at finna ein nýggjan
frymil. Inn at finna nýggja
frymilin er komin fyrrverandi
íslendski landsliðsvenjarin,
Guðjón Þórðarson. Tilgongdin
telur spælarar sum Búa
Egilsson,
Odd
Højgaard,
norska miðvallaran Peder
Nersveen og toftamannin Óla
Højgaard Olsen. Umframt Árna
Frederiksberg, so er Jens Joen
sen givin, meðan Fróði Ben
jaminsen er farin hinumegin
fjørðin at spæla við Skála.
EB/Streymur er í nýggju
hami. Nýggjur venjari er eiðis
maðurin, Jákup Martin Joensen,
sum roynir seg í bestu deildini
á fyrsta
sinni.
Hans Pauli Samuelsen og Marni
Djurhuus eru givnir, meðan
Pætur Petersen, Oddur Høj
gaard og Aksel B. Danielsen eru
farnir úr felagnum. Tað kemur
eisini illa við, at Andras Olsen
má sita uttanfyri at kalla alt
kappingarárið. Stóri miðverjin
hevur meiðslað sær knæðið.
Tilgongdin telur ungar spælarar
sum Steffan Løkin og Svein
Knút Magnussen, umframt at
Árni G. Olsen er komin aftur til
barndómsfelagið, eftir eitt ár á
Argjum.
Her er NSÍ favorittur á heima
Upptakt 1. umfar:
ÍTRÓTTUR
Lars Müller, sum er kosin til ársins dómara
seinastu sjey árini, steðgar fyribils í
eitt hálvt ár í summar. Sunnudagin skal
hann døma klassikaran millum KÍ og HB
í 1. umfari í landskappingini 2019
Ikki við: Jákup Pauli Breckmann
(lærkrikin 1-2 vikur), Jógvan
Jóannesarsson (knæið, 3-4 vikur),
Filip í Liða (beklað, 1 vika), Bjarni
Skála (hælsinan, 2 vikur)
Ikki við: Andras Olsen (knæskaði,
langtíðarskaddur), Leif Niclasen
(fóturin, langtíðarskaddur),
Arnar Dam (knæið, 8-10 vikur)
Ikki við: Tróndur Jensen (lærið,
óvist) Sebastian Pingel (knæið,
4-8 vikur)
Ikki við: Dánjal á Lakjuni
(lærkrikin, 4-6 vikur)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
ÍF
AB
EB/STREYMUR
Ikki við: Rói Mørk Hentze
(knæskaði, 2 vikur), Símun Rógvi
Hansen (krossband, 2-3 mánaðir),
Hans Jørgensen (lærkriki
2 vikur), Hugin Samuelsen
(knæskaði, 4-6 vikur), Róaldur
Jakobsen (skaða í fótinum, óvist),
Erlendur Magnusson (krossband,
langtíðarskaddur), Michal
Przybylzki (knæskaði, 1-2 vikur),
Hannes Agnarsson (vøddaskaði,
1-2 vikur), Alex Mellemgaard
(leikbann, 1 dyst)
Ivasamir: Erling Jacobsen
(bruna)
LARS SKAL LEIÐA
KLASSIKARAN