hósdagur 7. mars 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. MARS 2019
SOSIALURIN 28
31
vølli, men væntandi verða
sundalagsmenn orkuríkir og
drúgvir.
SOSIALURIN TIPPAR 3-1
B36 – Skála
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: KÁRI J. Á HØVDANUM
Skaðalistin hjá B36 tekur næstan
ongan enda og tí kom tað illa við,
tá Alex Mellemgaard eisini fekk
leikbann eftir stórsteypadystin.
Skaðalistin telur spælarar sum
Erlend Magnusson, Hugin
Samuelsen, Róald Jakobsen,
Michal Przbylski, Hannes
Agnarsson og málverjarnar
Róa M. Hentze og Símun Rógva
Hansen.
Í B36 verður vónað, at Hans
Jørgensen og Magnus H.
Jacobsen verða tøkir. Eisini fóru
Brian Jakobsen og Erling Jacob
sen út í stórsteypadystinum við
snuddum, men verða væntandi
við.
B36 hevur mist tríggjar
profilar í Odmari Færø, Mein
hardi Egilsson og Kaimar Saag,
meðan avloysarnir eru Erling
Jacobsen, Árni Frederiksberg og
Brian Jakobsen, meðan Magnus
Holm Jacobsen er komin heim
aftur, eftir eitt hálvt ár í Portugal.
Útskiftingarnar á Skála
eru fáar. Ahmed Mujdragic
og Brian Jakobsen eru vekk,
meðan Ronni Møller-Iversen og
Fróði Benjaminsen eru nýggir í
hópinum. Skála kom í finaluna
í VFF-Kup og tykist hava fingið
lagt røttu grundina, so er spurn
ingurin um tað er nokk til eitt
stig í Gundadali?
SOSIALURIN TIPPAR 2-1
Víkingur – ÍF
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Eftir eitt ár uttan grannaupp
gerðir er ÍF aftur í bestu deildini.
Víkingur hevði eitt óvanliga
vánaligt kappingarár í fjør, men
nú er Sámal Erik Hentze aftur,
har hann vann FM í bæði 2016 og
2017. Tilgongdin telur spælarar
sum Dion Splidt og serbisku
Milan Svojic og Vukasin Tomic,
ið eru miðverji og miðvallari. Í
Víkingi verður lagt upp til, at
trýstið er vekk, men at málið
framvegis er at vinna seg í topp
fýra og koma út í Evropa. Tó eru
fleiri ting, sum benda á at Vík
ingur er væl betri fyri í ár.
Spælararnir kenna spæli
stílin hjá Bagga, Heðin Hansen
er viðaftur, eftir at hava sitið
uttanfyri í seinnu hálvu, um
framt at Gert Å. Hansen hevur
funnið gaggurnar fram aftur.
Hartil venur Sølvi Vatnhamar
við fullari ferð.
ÍF flutti í fjør upp aftur í
bestu deildina. Tá vóru boðini,
at nú skuldi byggjast á tað, sum
er. Heilt soleiðis er støðan ikki, tí
fleiri spælarar eru vekk, meðan
tilgongdin er stór. Karl Løkin,
Høgni Madsen, Holgar Dur
huus, Henry Heinesen, Dávid
Langgaard, Petur Meinhard
Magnussen og U-landsliðs
spælarin Gundur E. Petersen
eru komnir til.
Víkingur er favorittur at
vinna hendan dystin, hóast lið
ið ikki hevur vunnið ein dyst
síðani 18. umfar í fjør.
SOSIALURIN TIPPAR 2-0
TB – AB
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: BJARKI DANIELSEN
Samanleggingin í Suðuroynni er
av ongum og TB stendur aftur
á egnum beinum. Tað ber illa til
at siga, at ein dystur í 1. umfari
er avgerandi, men hetta er helst
mest avgerandi dysturin í hes
um umfarinum. Hvørki TB ella
AB verða spádd at fáa nógv stig
í ár, so ein góð byrjan er helst
týdningarmikil fyri bæði.
TB byrjar á nýggjum og
frágongdin er so stór, at tað
loysir seg ikki at seta navn
á. Zoran Pavlovic er nýggjur
venjari, meðan liðið hevur
fingið tilgongd av trimum út
lendingum í Ivan Ivanovic,
Veljko Vukovic og Ndende A.
Guéye.
Hópurin hjá argjamonnum
tykist verða blivin eitt vet
størri í ár. Leivur H. Joensen, Eli
Christiansson, Heri H. Mohr og
Rógvi Poulsen eru komnir til,
meðan fleiri av teimum yngru
tykjast meiri til reiðar til ár í
bestu deildini. Stóra avbjóðingin
hjá argjamonnum er at skjóta
mál. Teir skoraðu bara 16 mál í 27
dystum í fjør. Sorin Anghel, venj
ari hjá AB, sigur eisini við Sosial
in, at ein ungur danskur málverji
er á veg til felagið. Hann skal
geva Heðini Stenberg kapping
um plássið millum stengurnar.
TB leggur sjáldan kongin,
hóast tað ikki sær gott út
pappírinum, meðan argjamenn
hava trupult við at skjóta mál.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
SUNNUDAGIN 10. MARS
KÍ – HB (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1
NSÍ-EB/STREYMUR (15.00)
B36-SKÁLA (15.00)
VÍKINGUR-ÍF (15.00)
TB-AB (15.00)
Betri deildin menn 1. umfar:
LEYGARDAGIN 9. MARS
KÍ – B36 (13.00)
ÍF/VÍKINGUR/B68 – EB/STREYMUR/SKÁLA
Betri deildin kvinnur 1. umfar:
Sámal Erik Hentze verður
ikki venjarin á beinkinum
hjá Víkingi, tá ið teir spæla
fyrsta dystin í hesum kapp
ingarárinum móti ÍF.
FSF hevur strikað pappírini
hjá meistaravenjaranum, so
hann kann ikki virka sum
høvuðsvenjari, fyrr enn hann
hevur verið á skeið.
- Ja, eg skal á skeið fimm
tímar afturat fyrr enn eg
kann fáa pappírini aftur,
sigur venjarin, sum bæði í
2016 og 2017 gjørdi Víking til
Føroyameistara.
- Eg havi ikki møguleika at
taka teir seinastu fimm tímar
nar fyrr enn Dýra Biðjudag,
leggur hann afturat.
Tað eru aðrir venjarar,
sum hava mist loyvini á ein
um lista, sum liggur á heima
síðuni hjá FSF, men tað eru
venjarar, sum ikki hava verið
aktivir á høgum støði hesi
seinnu árini.
- Sjálvur haldi eg, at hetta
er eitt sindur at flenna at, tí
tað hevur ikki borið mær til at
taka hetta skeiðið fyrr enn nú
og framvegis eru fimm tímar
eftir at taka, sigur Sámal Erik
Hentze.
Venjarin hevur gjørt fleiri
lið til meistarar seinastu ár
ini og hann hevur vant lið
í bestu deildini seinastu ár
ini. Formaðurin í Víkingi,
Brandur Jacobsen, sigur,
at hann hevur skilt, at tá ið
hesir fimm tímarnir eru tikn
ir, so verður alt aftur nor
malt. Til tá, verður tað ein
annar venjari, sum fer at sita
á beinkinum, so tingini form
liga eru í lagi.
ARNI@TING.FO
Bagge mist
venjaraloyvið
KÍ
Ikki við: Deni Pavlovic (leikbann,
1 dystur), Ólavur Niclasen
Ikki við: Øssur Dalbúð (fótliðini,
4-6 vikur) Per Langgaard (knæið,
2-3 vikur), Bárður J. Hansen
(knæið, 1-2 vikur)
Ivasamur: Jann Benjaminsen
Sonni Højgaard (hælsinan,
langtíðarskaddur)
Ivasamir: Aron Sørensen
(beinskaði), Teitur Olsen (ikki
byrjaður enn)
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
Ivasamur: Hanus Jacobsen
(tjúkkin), Hjalti Strømsten
(lærkrikin), Hans Jákup Lervig
(tjúkkin), Hjartvard Hansen
(yvirbelastningur), Pól Enok
Hansen (knæið)
TB