mánadagur 11. mars 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
TÍÐINDI
hana vera eina hóttan fyri
Schengen-økið.
- Eg skuldi ynskt, at vit
kundu verið saman alla tíðina.
Nú vitjar hann meg nakrar
ferðir um árið, og tað pínir
meg, at vit ikki kunnu liva
saman, sum øll onnur hjún
gera, sigur Constanse Kesseh.
Umhugsar at flyta til Gana
Fyribils hevur Kári við Rættará
ongar ætlanir um at flyta til
Gana, men um støðan varir
við, má hann umhugsa tað.
- Eg havi børn í Føroyum frá
fyrru giftu míni og eina lítla
fyritøku her. Men eg verið
kanska noyddur at stinga í
sekkin. Tað stríðir tó móti all
ari fornuft, at eg má fara úr
mínum egna landi, har tørvur
er bæði á mær og konu míni.
Eg skilji ikki, at tað ikki skal
vera loyvt at velja sín egna
maka og liva saman sum hjún,
sigur Kári við Rættará.
- Eg angri ikki, at eg gifti
meg við Kára. Eg fari ongantíð
at angra ta avgerðina. Okkara
kærleiki til hvønn annan er
enn sterkur og rótfestur. Men
eg má hava mann mín hjá
mær, sigur Constanse Kesseh,
sum framvegis, trý ár eftir
brúdleypið,
bíðar
eftir
at
sleppa at halda ein brúdleyps
dag í sama landi sum maðurin.
Málsøkið má yvirtakast
Avslagið frá Útlendinga- og
integratiónsaðalráðnum
er
endaligt. Tað er tískil einki at
gera hjá Kára við Rættará og
Constansu Kesseh. Í øllum før
um ikki so leingi sum danir
ráða fyri borgum á útlendinga
økinum. Tí júst í hesum liggur
seinasta vónin hjá teimum
báðum.
- Nú kunnu vit einki gera,
uttan at bíða eftir, at útlend
ingamál verða føroyskt máls
øki. Vit vóna, at tað fer at bøta
um støðuna, sigur Kári við
Rættará.
Hann er sannførdur um, at
høvuðstrupulleikin
er,
at
danski málsviðgerðin als einki
kennir til føroysk ella afrik
ansk viðurskifti og ei heldur
hevur lyft hond frá síðu fyri at
kanna tað.
- Eg eri vísur í, at føroysku
myndugleikarnir skilja støð
una betri enn teir donsku, og
at teir fara at geva okkum
loyvi til familjusamanføring.
Tí fara vit at søkja aftur, so
skjótt málið er á føroyskum
hondum, sigur Kári við Rætt
ará.
N
NA
Vígsluskjølini vórðu undirskrivað í Accra
- Føroyingar hava altíð gift seg
við útlendingum. Í 2017 kom ein
kvinna um vikuna til Føroya at
møta monnum, sum tær høvdu hitt á
altjóða datingsíðum