Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29 Hvalbiar kommuna bjóðar nú øllum sínum borgarum á skeið í fyrstuhjálp. Tað verða tvey skeið í fimleikarhøllini í Hvalbiar skúla, og bæði verða mikudagin 3. apríl. Vilja seta búgv í Trongisvági Tað hevur gingið væl hjá Tvøroyrar kommunu at selja grundstykkini í útstykkingini í Heiðatrøðni í Trongisvági, og nú eru bert tvey grundstykki eftir Vilmund Jacobsen Í Tvøroyrar kommunu kunnu tey nú fegnast um, at gongd aftur er komin á sethúsa­bygg­ ing í býnum. Í kommununi hev­ur lítið og einki verið bygt í fleiri ár. Men, nú er gongd í aftur. Í Trongisvági standa í løtuni tvey sethús í gerð, og tvey onn­ ur eru ávegis. - Barnafamiljum dáma væl í Trongisvági, tí her er stutt í skúla og í barnagarð hjá teim­ um smæstu. Ítróttarhøllin og ítróttarøkið við Stórá er eisini í Trongisvági, og túrurin fram við Áargøtu og inn til viðar­ lund­ina er væl umtóktur. Um dagarnar var kunn­ing­ ar­fólk hjá Tvøroyrar komm­ unu ein túr í Trongisvági, og her tóku tey nakrar myndir av teirri bygging, sum nú er í gongd. Tvey eru eftir Tað hevur gingið væl hjá Tvør­ oyrar kommunu at selja grund­stykkini í útstykkingini í Heiða­trøðni í Trongisvági. - Hin 1. februar høvdu vit grein á heimasíðu okkara, har vit skrivaðu, at øktur áhugi er fyri at útvega sær grundstykki á Tvøroyri. Í Tvøroyrar kommunu ásanna tey, at eftir hetta komu fleiri fyrispurningar, og tað eru eisini tey, sum beinleiðis hava gjørt av at keypa sær grund­stykki síðan henda dag. Hin 1. februar vóru sjey grund­stykki eftir, men í dag – minni enn hálvan annan mán­ aða seinni – eru bert tvey grund­stykki eftir í Heiða­ trøðni. - Hetta er eisini eitt deiligt øki við góðum útsýni, og har stutt er til handils, barnagarð og skúla, endurtaka tey í komm­ununi. Neyv kunning Í Tvøroyrar kommunu leggja tey aftrat, at fólk, sum kundu hugsað sær grundstykki í Heiðatrøðni, kunnu venda sær til kommununa, og eisini um heimasíðuna – www.tvk.fo – liggur kunning og um­sókn­ar­ blað um grundstykki. - Her verður leitað undir ”Bú­staður og bygging”, har alt fæst at vita um, hvat skal til, um tú umhugsar at byggja. Lagt verður aftrat, at til ber at fara ein ”túr” í økinum við Instant Streetview, og leinkja er eisini at finna um heima­ síðuna hjá kommununi. 400.000 krónur í lumman Vilmund Jacobsen Tað var Bingerð Hjalm­ars­ dóttir, sum fekk fulla plátu í Gekkaspælinum seinasta fríggjakvøld og slapp ígjøgn­ um at snara gekka-hjól­ inum, tá samlaði vinn­ing­ ur­in var á 1,2 miljónir krón­ur. Hon valdi at deila upp­ hædd­ina í teir tríggjar leyp­ arnar við 400.000 krón­um í hvørjum leypi. Og hetta kundi ikki gingið betri. Longu í fyrsta drátti steðg­aði gekka-hjólið á gula leypinum, og við hes­ um var Bingerð Hjalm­ars­ dótt­ir, ið arbeiðir sum heilsu­røktari á sambýli, vorð­in 400.000 skattafríar krón­ur ríkari. Høvuðsvinningurin í Gekk­inum næsta fríggja­ kvøld verður 900.000 krón­ur. ÚTRÓÐUR: ”Jú, man kann bara vera stoltur. Fekk besøk av soninum, Pól Eyðfinn Poulsen og vinmanni hansara, Esmundi Løwe Sørensen. Teir høvdu sløk 1000 pund í dag, og í gjár fingu teir 2400 pund…” Soleiðis skrivar skiparin á Ågot á sínari Facebook-síðu sunnukvøldið. Vænta nógvan línufisk Fýra ísfiskalínuskip koma inn at landa í dag, og tvey koma seinni í vikuni Vilmund Jacobsen Væntandi koma øll tey seks ísfiskalínuskipini, sum sein­astu dagarnar hava verið til fiskiskap, inn at landa hesa vikuna, og sambært Fiska­markn­aði Føroya kom helst tey fyrstu fýra inn at landa í dag. Skipini hava mest av toski, hýsu, longu og nakað av brosmu. Tey seinastu tvey ísfiska­ línuskipini koma helst inn at landa seinni í hesi vik­uni. Væntandi loystu nøkur ísfiskalínuskip aftrat um viku­skiftið, sum júst er lagt aftur­ um. Ísfiskalínuskipini hava góð­an fiskiskap. Streymurin verð­ur góður, men veðrið er skift­andi í løtuni. Hóast veðurútlitini ikki eru tey allar bestu teir næstu dagarnar, verður kortini roknað við onkrum útróðrardøgum í vikuni. - Útróðrarbátar hava góðan fiskiskap, bæði við snellu og línu, verður lagt aftrat. Í Trongisvági standa í løtuni tvey sethús í gerð, og tvey onnur eru ávegis. Mynd: www.tvk.fo