mánadagur 11. mars 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
TÍÐINDI
Fiskirættindini undir
Føroyum skulu seljast
At fiskirættindini til
botnfiskin undir Føroyum
verða seld, fer at minka
trýstið á stovnarnar,
heldur Búskaparráði
Árni Gregersen
Øll fiskirættindini til fiskastovnarnar
undir Føroyum skulu seljast.
Tað er eitt av tilmælunum hjá Bú
skaparráðnum í várfrágreiðingini, sum
júst er komin.Har verður sagt, at stovn
arnir undir Føroyum hava verið illa
fyri, men at teir eru í menning og at
Havstovan metir, at teir fara at vksa
komandi árini.
Her er serliga talan um toska- og
hýsustovnin.
Sagt verður at hesir stovnarnir eru
staðbundir og tí hevur tað stóra ávirk
an á stovnarnar, hvussu nógv verður
fiskað av teimum hvørt ár.
- Søguligu royndirnar vísa, at veiði
trýstið hevur týdning fyri støddina á tí
varandi ískoyti, ið fiskastovnarnir
kunnu geva til føroyska búskapin,
skrivar Buskaparráði.
Nýggja tilmæli frá ráðnum er, at
rættindini at fiska av hesxum stovnum
eiga at verða seld á einum marknaði, so
at goldið verður fyri at sleppa at hesum
tilfeingi.
Búskaparráði heldur, at hetta fer at
linka trýstið á politisku skipanina um
at seta ov høgt veiðutrýst. Hildið verð
ur, at ein slíkan eisini fer at tryggja, at
vinnan gera íløgur í tey mestu effektivu
veiðutólini.
Búskaparráði sigur tað sum ofta fyr
er nevnt: endamálið við at minka
trýstið er at fáa meira burturúr stovn
um upá langt sikt – heldur enn at
heysta beinanvegin.
Hesin parturin av tilmælunum er
gjørt út frá teimum tilráðingum, sum
Havstovan eisini hevur mælt til gjøgn
um fleiri ár.
Alt ov nógv almenn arbeiðir í gond í senn
Tað er neyðugt at stýra almennu
íløgunum, so vit ikki seta ov nógva ferð á
búskapin við nógvum íløgum í senn
Árni Gregersen
Føroyski
búskapurin
koyrir
við
rúkandi ferð í løtuni.
Tað almenna – tað vil sxiga landið,
kommunurnar og fyritøkurnar undir
almennum ræði – gera í løtuni íløgur
fyri milljardir.
Seinastu tíðina hevur tað verið
sjónligt og Búskaparráði heldur, at
sltiviteturin á hesum øki, toppar í ár
ella næsta ár.
Ráðið heldur ikki, at tað er rætt, at
so nógv ferð er á búskapinum. Tað ger
alt dýrari og ivasamt er um dygdin á tí
arbeiði, sum verður gjørt, er nóg góð.
Búskaparráðið mælir til, at bæði
kommunurnar og fyritøkur og stovn
ar undir almennum ræði, fáa álagt at
gera langtíðar íløguætlanir, so ikki
allar íløgurnar verða framdar, tá ið
tíðirnar eru góðar – ella at íløgurnar
eru konjunkturviðgangandi.
Landið eigur eisini at sleppa at
stýra íløgunum hjá feløgunum undir
almennum
ræði,
tí
eisini
tær
íløgurnar
eru
sveiggjsandi
og
konjunkturviðgangandi. Landið kann
brúka sín rætt, sum eigari til at
tryggja hettar.
Búskaparráðið mælir til, at búskap
arpolitikkurin verður lagdur soleiðis
til rættis, at til ber at hava eina javna
íløgugongd í bæði ringum og góðum
tíðum
Júst tilráðingum av hesum slag, er
ráðið komið við fyrr og landsstýris
kvinnan við fíggjarmálum, Kristina
Háfoss, kennir væl tilmælini.
-Tað er sjálvandi rætt, men spurn
ingurin er alla tíðina, nær íløgur skulu
fremjast. Nær er rætta løtan at fara
undir einstøku íløgurnar, sigur hon.
Eysturoyar- og Sandoyartunnilin fylla ómetaliga nógv íløgunum hesi árini.
Glasir fyllir eisini ómetaliga nogv - eins og nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum.