mánadagur 11. mars 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
TÍÐINDI
Búskaparráðið
finst at tí førda
fíggjarpolitikkinum
Yvirskotini eru ov smá og almennu íløgurnar eru
konjunkturviðgangandi – vandi er fyri haldførinum
Árni Gregersen
Tvær ferðir um árið kemur Búskapar
ráðið við frágreiðingum um støðuna í
føroyska búskapinum.
Tað kann virka eitt sindur troyttandi
at hoyra, tí ráðið peikar ofta í fleiri
frágreiðingum á somu trupulleikar við
føroyska búskapinum.
Ffyri tveimum-trimum árum síðani
var sagt, at vandi er fyri , at haldføri í
búskapinum ikki er nóg gott, tí vit ger
ast alt fleiri eldri.
Hóast ein nýggj pensjónsskipan er
samtykt, so sigur ráðið framvegis, at
haldføri ikki er nóg gott. Hetta tí ov
litið loypir av í landskassanum hvørt
ár og tað ger at minni er at standa
ímóti við í komandi árum.
Framskrivingar vísa, at tey eldur
gerast alt størri partur av øllum, sum
búgva í Føroyum komandi 30 árini. Tað
krevur meir pening – ikki bert til pen
sjónir, men eisini til eldrarøktina og til
heilsuverkið.
Gongur væl
Hóast atfinningarnar eru nógvar, so
vísir ráðið kortini á, at vit framvegis
hava vøkstur í búskapinum, tá ið tosað
verður um leypandi prisir..
Vanliga uppgerðin av bruttotjóðar
úrtøkuni verður vanliga roknað í føst
um prísum, men tær uppgerðirnar
hava vit ikki tøkar í Føroyum. Tí verður
tað gjørt upp í leypandi prísum.
Í várgreiðingini verður mett, at
vøksturin í á fer at verða 3,6 prosent.
Tað er hægri enn mett var í seinastu
frágreiðingini. Fyri í fjør er vøksturin
eisini hækkaður uppí 2,4 prosent.
Við øðrum orðum væntar Búskapar
ráðið ein hægri vøkstur í BTÚ í ár sam
anborið við í fjør. Metingarnar byggja
á, at roknað verður við at tøkan av
laksi verður meir í ár enn í fjør og at
laksaprísurin fer at halda sær á nøku
lunda sama støði.
Búskaparráðið metir eisini at makr
el- og svartkjaftaprísurin verúr eitt
sindur hægri, meðan tað sær eitt sind
ur øðrvísi út við sildapisinum.
Eitt annað, sum fer at gera at vøkst
urin verður hægri, er at eftirspurning
urin í Føroyum eftir vørum og tænast
um eisini fer at vaksa í ár.
YVIRSKOTIÐ MÁ
VERÐA HÆGRI
Sjálvt um landskassin
hevur havt yvirskot í
hesum valskeiðnum, so
heldur Búskaparráði,
at tey eru ov smá
Árni Gregersen
Eftir fleiri ár við undirskoti í
landskassanum, so hevur landið
havt yvirskot í hesum vælskeiðn
um – tað vil siga síðani 2016.
Búskaparráði vísir á, at sjálvt
um inntøkurnar hava verið vaks
andi, so er yvirskotið ikki nóg
stórt.
Fyrst og fremst verður víst á, at
mótstøðuføri ikki er nóg stórt, tá
ið tað aftur fer at hella ímóti og
konjunkturarnir ganga niðureftir.
Eisini verður víst á, at vit gerast
alt fleiri eldri og tað krevur eitt
munandi sterkari haldføri.
Búskaparráði hevur í øðrum
frágreiðingum víst á, at saman
setingin av okkum føroyingum
fer at broytast komandi 30 árini.
Vit verða fleiri eldri, sum í stóran
mun skulu liva av pensjónum og
tað krevur eitt sterkt haldføri hjá
landskassanum.
Djóni Højgaard er nýggjur formaður í Búskaparráðnum
Hini bæði í ráðnum eru Sigurd Poulsen og Esther Hansen.