mánadagur 11. mars 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
TÍÐINDI
Stríðið um Havnina
verður tað avgerandi
VALSTRÍÐ Kappingin ímillum flokkarnar verður hørð, og valstríðið
er longu byrjað, heldur formaðurin í Sambandsflokkinum
Áki Bertholdsen
Á løgtingsvakinum, sum verð
ur í seinasta lagi 31. august,
verður tað bardagin um veljar
arnar í Havnini, sum verður
avgerandi fyri, hvør fer at
vinna valið.
Tað var boðskapurin hjá
Bárði á Steig Nielsen, for
manni í Sambandsflokkinum,
á landsfundinum leygardagin.
Á
seinasta
løgtingsvali
hevði
Sambandsflokkurin
einki serligt úrslit í Havnini, tí
flokkurin fekk 1.769 atkvøður í
Havn og á Argjum, og sostatt
var hann langt aftanfyri bæði
Javnaðarflokkin og Tjóðveldi
Og á landsfundinum ávar
aði Barður á Steig Nielsen um,
valúrslitið í Havn verður alt
avgerandi fyri, um flokkurin
aftur skal fáa umboð á Fólka
ting, og um hann fer fleiri um
boð á Løgtingið.
– Kappingin um sessirnar í
løgtinginum verður hørð, og
hvør einasta atkvøða kann
verða avgerandi fyri, hvussu
løgtingið verður mannað, og
sostatt eisini, hvørjir sam
gongumøguleikarnir vera eftir
valið.
Annars heldur Bárður á
Steig Nielsen, at valstríðið er
longu byrjað av álvara, bæði til
fólkatingsval og løgtingsval, tí
eingi týdningrmikil mál verða
avgreidd longur, og tað mesta
av politiska kjakinum verður
bent inn á valstríð.
Í tøkum tíma
Og formaðurin í Sambands
flokkinum heldur eisini, at
valið kemur í tøkum tíma, tí
eftir
hansara
tykki
hevur
hendan samgongan verið púra
óarbeiðsfør, tí hon hevur verið
so ósamd.
Hann staðfestir, at sum
heild hevur føroyski búskap
urin tað gott við metlágum ar
beiðsloysi uppá 1,2 prosent og
avlop er á fíggjarlógini.
Hinvegin ávarar Búskapar
ráðið um, at búskapurin ikki er
í so góðari javnvág, sum hann
eigur at vera, og í longdini
kann gerast ein trupulleiki.
– Mett verður, at búskapar
vøksturin var 2,4 prosent í fjør,
men verður lagt upp fyri prís
vøkstrinum, er eingin vøkstur
yvirhøvur, sigur formaðurin í
Sambandsflokkinum.
Samstundis
lækkaði
út
flutningsvirðið av vørum, 800
milliónir í fjør, og innflutn
ingsvirðið hækkaði 500 milli
ónir krónur. Sostatt er avlopið
á handilsjavnanum minkað úr
1,3 milliard, niður í 300 millión
ir.
– Hetta er ein beinleiðis
forðing fyri framhaldandi bú
skaparvøkstri sum krevst fyri
at varðveita og menna okkara
vælferðartænastur,
sigur
Bárður á Steig Nielsen.
Hann vísir samstundis á, at
skuldin hjá landskassanum,
sum rentur skulu rindast av, er
heilar 4,5 milliardir, og tað eru
25 prosent av Bruttotjóðarúr
tøkuni.
Hóast sera góðar tíðir sein
astu árini, hevur samgongan
ikki goldið skuld niður. Gjalda
vit 200 milliónir krónur av
skuldini um árið, tekur tað
næstan 20 ár hjá okkum at
verða skuldarfrí, sigur floks
formaðurin.
Hinvegin verður ein tann
størsta avbjóðingin hjá næsta
Løgtingi
at
fáa
ein
betri
handilsavtalu við ES, sigur
Bárður á Steig Nielsen.
– Tað er ein treyt fyri at
kunna virðisøkja okkara til
feingi úr havinum mest møgu
ligt. Men aðrar treytir eru, at
støðug viðurskifti og tí má
skipanin
við
uppboðssølu,
broytast, ella avtakast heilt,
men hinvegin skal skipanin
við menningarkvotum verða
ein varandi skipan.
Hann heldur eisini, at enda
málið hjá samgonguni at úti
hýsa
útlendsum
kapitali
í
fiskivinnunu, er skeivt, men
ræðisrætturin yvir tilfeingin
um skal varðveitast í Føroyum.
Ríkisfelags
skapurin er okkara
lopfjøl út í heimin
FRÆLSIR FØROYINGAR Í
ríkisfelagsskapinum eru føroyingar
frælsasta tjóð í heiminum, heldur
formaðurin í Sambandsflokkinum
Áki Bertholdsen
Á hvørjum árið verður ein
milliard av føroysku væl
ferðini fíggjað við ríkisveit
ingini úr Danmark, og so
statt er hon ein týðandi
partur av okkara búskapi.
Tað staðfesti Bárður á
Steig Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum,
á
landsfundi hjá flokkinum
leygardagin.
Men hann leggur afturat,
at tað eisini hevur eitt stórt
virði, at allir føroyingar
hava óskerda, og ókeypis
atgongd til allar lærustovn
ar í Danmark, umframt at
føroyingar fáa fáa danskan
lestrarstuðul,
og
aðrar
ókeypis sømdir í øllum væl
ferðarskipanum í ríkinum.
– Hetta er avgerandi fyri
at kunna varðveita okkara
vælferðarsamfelag.
Verða
hesar veitingar tiknar burt
ur, skulu skattir og avgjøld
hækka munandi, og tað fer
helst at føra til eina fólka
fráflyting, sigur formaðurin
í Sambandsflokkinum.
Hann vísir eisini á, at
ríkisfelagsskapurin
gevur
okkum nakrar stórrakstrar
fyrimunur, sum vit eiga at
gagnnýta.
Í hesum sambandi vísir
hann á, útlendingamálini,
Tá ið talan er um tann
partin,
sum
hevur
við
familjusamanføringar
og
flóttafólk at gera, eru tað
danskir myndugleikar, ið
hava førleikarnar og orkuna
at viðgerða og taka støðu í
hesum málum. Her skulu
vit
brúka
stórdriftsfyri
munirnar, sigur Bárður á
Steig Nielsen
Ein lykil út í verðina
Bárður á Steig Nielsen vísir
eisini á, at samstarvið í
Ríkisfelagsskapinum er ein
lykil til gott samstarv og
økta felags vælferð.
Men hann heldur sam
stundis, at føroyingar eiga
at hava størri ræði á málum,
sum viðkoma okkum sjálv
um, og sum vit hava førleika
til at umsita. Tí skal ríkis
felagsskapurin alsamt nú
tímansgerast, har vit gera
upp, hvat virkar, og hvat
ikki virkar fyri at gera hann
føran fyri at átaka sær
framtíðar avbjóðingar.
– Vit síggja Ríkisfelags
skapin sum eina lopfjøl fyri
føroyingar út í heim, heilt
av Norðpólinum suður í
Miðjarðarhav. Hetta gevur
okkara ungdómi, og øllum
øðrum, møguleikar og rætt
indi langt út í heim.
Og hann heldur enntá, at
»í Ríkisfelagskapinum eru
føroyingar heimsins fræls
astu fólk, í heimsins besta
landið«, sum hann tekur til.
Í hesum sambandi heldur
Bárður á Steig Nielsen, at
allar forðingar skulu burtur
og í hesum sambandi nevnir
hann, at handilspolitikkur
er av álvara vorðin tann
nýggi uttanlandspolitikkur
in, har vit vinna pening inn
til landið. Samstundis skulu
allar markaforðingar burt
ur, bæði í heilsuverkinum
og í útbúgvingarverkinum.
Sambandsfólk legga sær í geyma, hvat floksformaðurin hevði at siga á landsfundinum
leygardagin, og tey hoyrdu hann greiða frá, hvat verður avgerandi fyri at flokkurin
kann vinna fólkatingsvalið og løgtingsvali, sum bæði standa fyri framman
Gjalda vit 200
milliónir krónur
av skuldini um
árið, tekur tað
næstan 20 ár hjá
okkum at verða
skuldarfrí