mánadagur 11. mars 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
TÍÐINDI
Tungvektari gevst í
føroyskum politikki
LEGGUR FRÁ
SÆR Hugurin er
framvegis góður,
men eg síggi í
álmanakkanumm
at eg eri komin upp
í árini, sigur hann
Áki Bertholdsen
Ein av avgjørdu tungvektar
unum
politikki,
Edmund
Joensen
í
Sambandsflokkinum,
gevst
nú í føroyskum politikki. Tað
váttaði hann fyri okkum á
landsfundinum
hjá
Sam
bandsflokkinum leygardagin
Edmund Joensen sigur, at
tað liggur púra fast, at hann
fer ikki at stilla upp til løg
tingsvalið, sum verður í sein
asta lagi 31. august.
Hinvegin er hann ikki heilt
so avgjørdur, tá ið tosað
verður
um
fólkatingsvalið,
sum eisini verður í næstum.
– Eg vigi fyri og ímóti – men
helst verður svarið eisini nei í
hesum føri, sigur hann.
Men hann leggur kortini
afturat, at tað veldst eisini eitt
sindur um, hvussu uppstilling
in verður, og, hvørji valevnini
vera.
Edmund Joensen sigur, at
hugurin er enn góður til polit
ikk, tað er ikki tí, hann gevst.
Men hann sigur, at tá ið hann
hyggur í álmanakkan, sær
hann, at hann er komin væl til
árs, og hann heldur, at tað er
frægast at leggja frá sær ímeð
an hann sjálvur finnur hurð
ina.
– Eg havi altíð havt alstóran
hug fyru politikki. Pensjón
havi eg hugsað lítið um, tí tað
eru nógv ár síðani at at kundi
verið farin frá við fullari pen
sjón, sigur hann. Hjá mær hev
ur tað verið hugurin, sum hev
ur drivið verki, leggur hann
afturat.
Tað verða stórir skógvar, ið
skulu fyllast, tá ið Edmund
Joensen leggur frá sær. Á sein
asta fólkatingsvali varð hann
avgjørdur
toppskorari
hjá
Sambandsflokkinum við heili
2.416 atkvøðum og á seinasta
løgtingsvali var hann eisini topp
skorari hjá Sambandsflokkin
um við 636 atkvøðum.
Roynt alt
Edmund Joensen er 74 ára
gamalur, og hevur roynt alt,
sum er vert at royna, í føroysk
um politikki, og tilsamans
hevur hann nú verið í politikki
í heili 49 ár.
Fyrstu
ferð,
hann
fekk
smakkin av politikki, var í
1970, tá ið hann var valdur í
bygdaráðið á Sundi, har hann
sat til 1980.
Fyrstu ferð, hann varð vald
ur á Løgting, var í 1988 og hann
var formaður í Sambands
flokkinum í ellivu ár, frá 1990
til 2001. Hann var somuleiðis
løgtingsformaður frá 2002 til
2008.
Edmund Joensen var eisini
Føroya løgmaður frá 1994 til
1998,
sum
vóru
ómetaliga
buldrasligar tíðir í Føroyum
við ringastu kreppu, vit hava
havt.
Hesa tíðina legði hann eisini
lunnar undir at vit fingu ta
stýrisskipan, vit nú hava, og
har
hvørt
landsstýrisfólk
sjálvi hevur ábyrgdina av sín
um málsøki.
Sum løgtingsformaður tók
hann eisini stig til at gera Før
oyar til eitt valdømi, og hann
er
heitur
talsmaður
fyri
føroyskum samstarvi við ES,
og ikki minst er hann heitur
talsmaður fyri at ríkisfelags
skapinum ímillum Føroyar,
Grønland og Danmark.
Hann hevur eisini drúgvar
royndir á Fólkatingi. Hann var
á Fólkatingi frá 1994 til 1998,
men tá hevði hann varamann
fyri seg, tí hann var løgmaður,
og sostatt tók hann ongantíð
sæti á Fólkatingi hesa tíðina.
Men annars var hann fólka
tingsmaður frá 2007 til 2015.
Umframt at vera politikari,
hevur hann havt ein hóp av
álitisstørvum í privatu vinn
uni. Hann var ein av undan
gongumonnunum í føroyskari
aling fyri eini hálvari øld síð
ani, og hann var eisini nevnd
arlimur í Fiskasøluni í fleiri ár,
umframt at hann var stjóri á
virkinum O.C. Joensen á Oyri.
BÁRÐUR
EINMÆLT
AFTURVALDUR
Tað er nú greitt, at Bárður á
Steig Nielsen, heldur fram
sum formaður í Sambands
flokkinum. Tað varð greitt á
Landsfundinum hjá Sam
bandsflokkinum leygardag
in. Og hann varð einmælt
afturvaldur, tí tað var eingin,
sum bjóðaði honum av.
Tað er somuleiðis greitt, at
Helgi Abrahamsen heldur
fram sum næstformaður í
Sambandsflokkinum.
Og
heldur ikki í hesum føri var
nakað mótvalevni, so eisini
hann varð einmælt aftur
valdur.
Bárður á Steig Nielsen hevur fulla undirtøku í Sambandsflokkinum.
Aftan fyri hann situr danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen,
sum var gestur á landsfundinum hjá Sambandsflokkinun leygardagin
Tað verða stórir skógvar hjá Sambandsflokkinum at fylla, tá ið Edmund Joensen nú leggur frá sær. Hann hevur verið í politikki
í samfull 49 ár, og hevur roynt alt, sum er at royna. Her er hann á landsfundi hjá Sambandsflokkinum leygardagin
Tað er frægast
at leggja frá sær
ímeðan hann
sjálvur finnur
hurðina