Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Eftir trý tap á rað eydnaðist tað leygardagin Vejle og Vilj­ ormi Davidsen, undir leiðslu av nýggja venjaranum, Con­ sta­n­tin Galca, at fáa eitt stig á kontuna í donsku Super­ liguna. Stigið fingu teir á heimavølli ímóti einum av sínum kappingarneytum í botn­stríðnum, Vendsyssel FF. Gustaf Nilsson tryggjaði Vejle 1-1-javnleik eina stigið í evstu løtu í hesum dystinum, har Viljormur Davidsen spældi allan dystin á vinstra bakki. Manchester United-venj­ arin, Ole Gunnar Solskjær, hótt­ir við at stevna írsku vedd­ing­arfyritøkuna, Paddy Power, sum uttan loyvi hevur brúkt eina mynd av norska venjaranum í einari lýs­ing. Paddy Power skriv­ar í lýsingini ”Theresa, er stund­in komin at royna norska modellið?” vís­andi til enska for­sætis­ ráð­harran, Theresu May, og Brexit. - Er tað nakað, ið eg ikki skal setast í samband við, so er tað veddingarfyritøkur. Teir koma at fáa stórar trupulleikar av mær, sigur Ole Gunnar Solskjær við NRK. Ole Gunnar Solskjær og sakførari hansara, Erik Flågan, vísa á, at tað bæði sambært norskari og enskari lóg er ólógligt at brúka persónsmyndir uttan samtykki, og at teir krevja, at Paddy Power alt fyri eitt tekur lýsingina aftur. FLOGBÓLTUR Suverena oddaliðið í meistar­ deildini hjá monnum, Mjølnir, legði í gjár rygg til fyrsta tapið í hesum kappingarárinum, tá ið teir uttan avstralska lykla­ leikaran, Phil Freere, taptu 3-1 fyri ÍF, sum hevur klintrað upp á 2. plássið. SÍ vann leygardagin 3-1 á Fleyr, og nú er kappingin sera tøtt um seinna FM-plássið. Einans trý stig skilja ÍF, SÍ og Fleyr. Í meistaradeildini hjá kvinn­ um hava tríggir dystir verið hetta vikuskiftið. Leygardagin vann annað toppliðið, SÍ, 3-1 á heimavølli ímóti TB, og í gjár vann hitt toppliðið, Fleyr, 3-1 á heimavølli ímóti KÍF. Triði dysturin var ímillum Drátt og Mjølnir, og har vann Mjølnir dystin 3-1. SÍ og Fleyr hava greiða leiðslu í deildini, har Mjøl­nir er nærmasti eltari, tíggu stig aftanfyri. HONDBÓLTUR Niklas Simonsen byrjaði dystin í málinum, tá ið TM Tønder spældi týðandi toppdyst í næst­bestu donsku deildini í gjár, har teir taptu 32-25 á heima­vølli fyri Skife fH. Niklas, sum byrjaði inni av tí at vanligi fyrsti málverjin, Christian Trans, hevur brotið fingurin, hevði tað trupult í fyrra hálv­ leiki, og hann varð eisini út­ skiftur við byrjan av seinna hálv­leiki. Hálvleiksstøðan var 19-15 til Skive fH. Tapið hevur við sær, at TM Tønder nú er trý stig aftanfyri oddaliðið, Fredericia. albinus@sosialurin.fo Menninir hjá Mjølnir løgdu í gjár rygg til fyrsta tapið í hesum kappingarárinum, og nú er nýggjur spenningur í deildini Øll seks Grand Prix-umførini í borðtennis eru nú avgreidd, og samlaðu úrslitini eru gjørd upp Flogbóltur: So tapti Mjølnir Tróndur Arge Í borðtennis í Føroyum eru árliga seks Grand Prix-kapp­ ingar, og eftir ta sættu og sein­ astu verður ein samlað støða gjørd upp, og nummar eitt, tvey og trý fáa handað heiðurs­ merki. Kravið fyri at fáa heiðurs­ merkir er tó, at leikarin hevur lut­tikið í í minsta lagi fimm av teim­um seks kappingunum. 30 leikarar vóru við í sein­ astu tveimum Grand Prix-um­ førunum, sum vórðu spæld í høll­ini á Hálsi í gjár. Ein kapping er nú eftir fyri børn og ung hetta kapp­ ingarárið. Tað er FM, sum verður í Trongisvági leyg­ar­ dagin 16. mars. FM fyri vaksin verður í Havn 26. og 27. apríl. Grand Prix, samlaðir vinnarar: Menn 1. Pætur Albinus (Tór) 2. Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) 3. Knútur Jóannesarson (Tór) Kvinnur 1. Elinborg C. Mortensen (TBF) Mansunglingar 1. Hjalgrím Højgaard (TBF) Kvinnuunglingar 1. Hanna Højgaard (TBF) Dreingir 1. Ári Fríðason Jensen (Tór) 2. John Bærendsen (TBF) Gentur 1.Sólja Hilduberg Djurhuus (Tór) 2. Britt Michelsen (TBF) 3. Anja Wongwai (TBF) Smádreingir 1. Rói Hjaltson (Tór) 2. Tórur Eið Eliasen (Tór) 3. Høgni Heinason (Tór) Smágentur 1. Marin Elisabet Poulsen (Royn) Piltar 1. Jósvá Højgaard (TBF) 2. Gunnar Vang Niclasen (Tór) Smápiltar 1. Tobias Garðshamar (TBF) 2. Lias Arnason (TBF) GRAND PRIX- VINNARAR Í BORÐTENNIS F.v.: Britt Michelsen, Sólja H. Djurhuus og Anja Wongwai