mánadagur 11. mars 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Á FSF aðalfundinum herfyri
fall uppskotið, ið hevði sum
endamál at skerja møguleikar
nar hjá teimum næstbestu í
feløgum, sum eisini eru um
boðað í bestu deildini, at spæla.
Feløgini góvu til kennar, at
tey halda, at tey, sum kappast
um at flyta upp, mugu gera tað
í opnari kapping. Um tað ikki
eydnast at vinna ta kappingina,
so eru fyritreytirnar at standa
seg í bestu deildini ikki nakað
serligar.
Í fjør var tað vónbrot hjá
teimum í 07 Vestur, at tað
á síðsta leikdegi endaði við
niðurflyting. Nú er málið sum
skjótast at endurvinna plássið
í bestu deildini. Fyrsta fetið í tí
strembanini varð tikið leygar
dagin.
07 Vestur legði fyri á útivølli
ímóti NSÍ. Tað man vera ein
tann størsta avbjóðingin. Og
tað eyndaðist væl. 07 Vestur
vann 2-0. Bæði málini vórðu
skorað miðskeiðis í fyrra hálv
leiki. Solomon Kwao setti hol
á, og Hørður Egilsson skoraði
seinna málið.
Í fjør vóru toftamenn akkur
át ov stuttir í kappingini um
at sleppa undan niðurflyting.
Aftur í ár er málið at flyta upp.
Svenn Olsen er nýggjur venjari,
og liðið er mest sum bara
mannað við lokalum spælar
um.
Fyrsta royndin var ímóti
teimum næstbestu hjá B36,
sum í heyst fluttu upp.
Tað var lívligt og nógvir
møguleikar.
Serliga
hevði
heimaliðið spentar støður í
sambandi við hornaspørk. Tað
eydnaðist ikki at vinna úrtøku.
Heldur var tað B36, sum bein
anvegin fekk mál, eftir at B68
hevði havt horna. Talan var
um skjótt álop í vinstru og flatt
innlegg til Andrass Johansen,
sum við nærra stólpa stýrdi
bóltin í málið.
Tíggju minuttir eftir steðgin
javnaði B68. Uppspælið var í
vinstru, og við nærra stólpan
stýrdi Bárður Ó. Jensen bóltin
í málið.
Tað endaði 0-0, tá ið B71
hevði vitjan av næstbesta lið
num hjá Skála.
Skála liðið, sum Nenad Saric
hevur ábyrgdina av, var væl
mannað skilt á tann hátt, at har
vóru fleiri, sum venja saman
við besta liðnum. Eitt nú Djóni
Petersen og Jan Ingason Han
sen, sum er komin fyri seg eftir
langan skaðasteðg.
Á B71 liðnum vóru tveir út
lendskir spælarar, sum ikki
áður hava spælt í Føroyum.
Annar er 20 ára gamli
íslendski álopsspælarin Brynj
ar Óli Bjarnason, og hin er
Maad Ali Aziz úr Odense.
Hann varð skiftur inn, tá ið ein
lítil tími var farin. Hann er 25
ára gamal miðvallari, og hevur
roynt seg í fleiri feløgum á
Fyn. Sambært B71 heimasíðuni
hevur hann spælt í OB, B1913,
B1909 og FC Svendborg.
Í Klaksvík skoraði Bárður
Johnson Heinesen, sum fyri
nøkrum árum síðani spældi
við HB, sigursmálið í 1-0 heima
sigrinumm. Hetta var í síðstu
løtu.
Uppi á Brekku í Leirvík vann
Víkingur 3-2 ímóti EB/Streymi,
sum er nýtt lið í deildini.
Sigursmálið varð skorað, tá
ið tað restaðu fýra minuttir.
Málskjútti var 16 ára gamli
Aron Jarnskor Ellingsgaard.
Hann varð skiftur inn, tá ið
tað restaði eitt korter. Ellivu
minuttir seinni umsetti hann
brotsspark til 3-2. Hetta var
fyrsta ferðin, at hann taldist
millum málskjúttarnar á næst
besta liðnum hjá Víkingi.
Heimaliðið var frammanfyri
2-0. Fyrsta málið skoraði Noah
Mneney í átjanda minutti, og
Elias J. Lervig økti til 2-0 í 26.
minutti.
Spenningurin varð kveiktur
aftur, tá ið ein hálvur tími var
farin, tí tá vóru teir á heima
liðnum óhepnir at gera sjálv
mál.
Seytjan
minuttir
undan
leikloki javnaði EB/Streymur
til 2-2. Málskjútti var Fríði
Kruse Johansen, og so var tað,
at Víkingur skoraði 3-2 sigurs
málið.
KÍ – B36 2-1 (1-1)
1-0: Tóra Mohr 10.
1-1: Emma Hansdóttir br 20.
2-1: Rannvá B. Andreasen 69.
ÍF/Víkingur/B68 –
EBS/Skála 4-1 (1-0)
1-0: Jacoba Langgaard 5.
2-0: Hjørdis Rasmusdóttir 48.
3-0: Annika Ragna Christiansen 66.
3-1: Birna Tummasardóttir
Mikkelsen 89.
4-1: Hjørdis Rasmusdóttir 90.
KÍ – HB 1-0 (0-0)
1-0: Bárður Johnson Heinesen 92.
Víkingur – EB/
Streymur 3-2 (2-1)
1-0: Noah Mneney 18.
2-0: Elias J. Lervig 26.
2-1: sjálvmál 31.
2-2: Tonni J. Thomsen 73.
3-2: Aron Jarnskor Ellingsgaard br 86.
NSÍ – 07 Vestur 0-2 (0-2)
0-1: Solomon Ayiku Kwao 21.
0-2: Hørður Ingi Egilson 25.
B68 – B36 1-1 (0-1)
0-1: Andrass Johansen 6.
1-1: Bárður Ó. Jensen 56.
B71 – Skála 0-0
EBS/Skála
hevur
vunnið
greipuna tvey tey undanfarnu
árini. Í Stórsteypadystinum
næstsíðsta leygardag taptu
greipuvinnararnir 7-1 ímóti HB.
Leygardagin vóru greipu
vinnararnir í Sarpugerði, har
ÍF/Víkingur, sum nú hevur
fingið B68 aftrat, tók ímóti.
Talan var harvið um tvey
samansett lið í Eysturoy.
Heimaliðið vann tryggan
sigur. Tað ber boð um, at EBS/
Skála skal styrknað nógv, um
tað skal eydnast at vera við
aftur í FM kappingini.
B36 var í Klaksvík, og tað
manglaði ikki so nógv í, at tað
eydnaðist at vinna úrtøku. KÍ
vann 2-1. Sum so mangan áður
so var tað Rannvá B. Andrea
sen, sum skoraði sigursmálið,
tá ið seinni hálvleikur var hálv
runnin. Tóra Mohr legði KÍ
framum, og Emma Hansdóttir
javnaði við brotssparki.
Fimta liðið er HB, sum slepp
ur upp í part øðrum umfarið.
Úrslitini benda á, at kappingin verður meiri opin, enn hon plagar at vera
Uppflytararnir í B36
megnaðu javnleik á
útivølli ímóti B68
Kvinnur:
Tað eru nýggjar tíðir
FÓTBÓLTUR
1.DEILD:
07 VESTUR LEGÐI
BRAGDLIGA FYRI
Kvinnur 1.umfar støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
ÍF/Vík/B68
1
1
0
0
4
1
+3
3
2
KÍ
1
1
0
0
2
1
+1
3
3
HB
0
0
0
0
0
0
0
0
4
B36
1
0
0
1
1
2
-1
0
5
EBS/Skála
1
0
0
1
1
4
-3
0
2. umfar
Sunnudagin 17. mars
B36 – ÍF/Víkingur/B68
EBS/Skála - HB
1. deild støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
07 Vestur
1
1
0
0
2
0
+2
3
2
Víkingur II
1
1
0
0
3
2
+1
3
3
KÍ II
1
1
0
0
1
0
+1
3
4
B68
1
0
1
0
1
1
0
1
5
B36 II
1
0
1
0
1
1
0
1
6
Skála II
1
0
1
0
0
0
0
1
7
B71
1
0
1
0
0
0
0
1
8
EB/Streymur II 1
0
0
1
2
3
-1
0
9
HB II
1
0
0
1
0
1
-1
0
10
NSÍ II
1
0
0
1
0
2
-2
0
2. umfar
Sunnudagin 16. mars
EB/Streymur – B71
NSÍ – B36
Skála – KÍ
07 Vestur – Víkingur
HB – B68