Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BOKSING Pætur Albinus Tríggir venjarar frá boksi­ felagnum Tórshavn Boksing bjóða seg nú fram at standa fyri einum tilboði, ið skal hjálpa ungum við serligum tørvi og avbjóðingum, eitt nú at­ferðar­ trupulleikum, til at fáa ein góðan og skipaðan gerandis­ dag, har tey, eitt nú við at íðka boks­ing, skulu hjálpast við teim­um avbjóðingum, ið tey hava. - Boksing krevur disiplin og skapar strangar rammur, ið boksarar skulu halda seg innan­fyri. Vit náa at seta teim­ um nakrar greiðar reglur og steðga teimum áðrenn tað endar galið, sigur maðurin handan verkætlanina, Martin Meng, ið eisini er ein av høvuðs­ venjarunum í Tórshavn Boks­ ing. Hann sigur, at tey í felagnum hava havt góðar royndir við at hjálpa íðkarum við ymiskum av­bjóðingum. - Vit hava havt feðgar, ið hava tapt seg meira enn 40 kilo tilsamans, og vit hava havt illsint fólk, ið hava lært at stýra sær. Vit hava eisini havt fólk, ið vóru ógvuliga smæðin, men eru blómað og hava fingið sjálvs­ álit, greiðir Martin frá. - Fólk, sum koma til boksing, síggja ofta beinanvegin, at tey kanska ikki eru so hørð hóast alt. Tað ger veruliga nakað við fólk, sigur Martin, sum bjóðar seg fram at standa fyri til­boð­ num saman við sínum starvs­ feløgum í Tórshavn Boksing, Bjarti Nielsen og Nurlan Malai­ kev. - Í boksing lærir tú, at tú ikki ert tann sterkasti, og tú lærir at takkla tað. Tú lærir eisini at vísa virðing, og so fært tú sum ein síðuvinning eisini nýggjar vinir og kenningar í einum nýggjum umhvørvi, sigur Martin. Ætlanin er, at tey, ið gerast partur av tilboðnum, verða heint­að hvønn morgun og eru við allan dagin. Talan er sostatt um eitt dagtilboð, men tað av­ markar seg als ikki til einans at snúgva um boksing. - Eingin sigur, at tað einans skal vera boksing. Tað kann eisini vera at gera mat, at vera úti í náttúruni, at mála og alt hugs­andi, ið kann hjálpa. sigur Martin. - Tað er umráðandi, at vit seta okkum eitt mál, sum skal røkkast. Tað kann vera so ymiskt, tí eingin er eins. Tað verður tó einki trýst á, tí vit skulu aktivera tey á ein hátt, har tey undir føstum rammum fáa ein gerandisdag, ið tey tíma, og sum í longdini skal hjálpa teimum her í lívinum, so­leiðis at tey kunnu gerast ein partur av samfelagnum og søkja arbeiði ella fáa sær eina út­búgving, sigur Martin Meng. Danskt fordømi Martin Meng peikar á, at tað eru fleiri dømir í londunum rundan um okkum, at boksing verður nýtt sum ein útvegur frá sosialum avbjóðingum. Hann vísir eitt nú á eitt dømi í heim­ landi sínum, Danmark, har Shah­baz Aslam, høvuðsvenjari í Vollsmose Boxing, hevur verið útnevndur sum ársins leiðari í danskari boksing og tilnevndur sum ársins fyrimynd í donsk­ um ítrótti. Endamálið hjá Shahbaz Aslam við Vollsmose Boxing er ikki einans at skapa góðar boksar­ar, men eisini at skapa góðar borgarar, og hann hevur hjálpt nógvum ungum at koma burtur­úr bandakriminaliteti og brotsverkum annars í tí ófriðar­ liga býarpartinum í Odense, Vollsmose. - Tað er umráðandi at tey læra seg tíðliga, at tað ikki ber til at gera júst sum tað passar teim­ um. Tað er truplari at hjálpa tá tað longu er farið av spori­ num, heldur Martin Meng, sum ætlar at tilboðið her heima skal vera fyri børn og ung ímillum 10 og 25 ár. Hann vónar, at tað vera eini 15, sum koma við í hetta til­ boðið. - Eg eri púra vísur í, at tað eru nøk­ur, ið hava tørv á hesum, og eg haldi, at hetta í minsta lagi skal roynast, sigur hann. Tórshavn Boksing hevur ný­liga sent hugskotið til Tórs­ havn­ar kommunu, og vónin er, at kommunan fer at stuðla til­boðnum fíggjarliga frá 1. august og árið út. Úr at gera Tað gongur annars væl við Tórshavn Boksing, sum varð sett á stovn fyri skjótt trimum árum síðani. 65 limir eru í felag­ num, og av teimum eru áleið 20 dystarklárir boksarar. Næst á skránni er ein diplom-kapping í Hillerød 6. apríl, har nakrir føroyskir boksar­ar skulu royna at útvega sær eitt diplom umvegis at røkka nóg høgum støðumeti mett eftir teknikki, samstundis sum fimm aðrir føroyskir boks­ar­ar skulu í veruligan dyst, soleiðis at teir sleppa við til byrjunarmeistaraheitið í Jyllinge vikuskiftið 26. - 28. apríl. Fyri at sleppa við til byrjunar­meistaraheitið er nevni­liga krav, at boksarar áður hava boksað ímillum ein og fimm dystir. Teir, sum skulu umboða Tórshavn Boksing í byrjunar­ meistara­heitinum í Danmark, eru Teitur Jákupsson, Jona­ than Malaikev, Tróndur Djur­ huus Kjærbæk, Levi Høgnason Hamm­er, Benjamin Baadsager og Andreas Dam Poulsen. - Vit hava góðar møguleikar Boksing: - Vit hava havt feðgar, ið hava tapt seg meira enn 40 kilo tilsamans, og vit hava havt illsint fólk, ið hava lært at stýra sær. Vit hava eisini havt fólk, ið vóru ógvuliga smæðin, men eru blómað og hava fingið sjálvsálit, sigur høvuðsvenjarin í Tórshavn Boksing, sum saman við tveimum øðrum ætlar sær at bjóða eitt dagtilboð til ung við avbjóðingum, eitt nú atferðartrupulleikum VILJA HJÁLPA UNGUM VIÐ AVBJÓÐINGUM