mánadagur 11. mars 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BOKSING
at koma heim við sigrum til
í øllum førum helvtina. Teir
liggja yvir miðal í støði, og um
allir eru sálarliga klárir á deg
num, so koma vit langt, metir
Martin Meng, venjari.
Martin sigur, at tað seinastu
tíðina hevur eydnast teimum
í felagnum at fáa heilt fitt av
fíggjarligum stuðli, sum fer
óskerdur til at stuðla før
oyskum boksarum at sleppa
uttanlands at boksa.
Higartil hava boksararnir
goldið ein stóran part sjálvir,
men lýsingar á búnum og
útgerð gera tað bíligari og
smidligari fyri boksararnar
framyvir.
- Tað var heilt óvæntað at
fáa so góðan stuðul, og tað eru
vit sera glaðir fyri, sigur Martin
Meng.
Faroe Fight Night
Tann 16. apríl fer Tórshavn
Boksing at gloppa dyrnar og
hava opið hús í hølunum í
kjallaranum í høllini á Hálsi,
har teir fara at venja og hava
nakrar venjingardystir fyri
almenninginum, ið er væl
komin á gátt at fáa eitt betri
innlit í hvussu boksing fyri
gongur.
- Vit seta áskoðarapláss upp
til áskoðararnar, og vit vilja
gjarna vísa teimum hvussu
boksing fyrigongur, og eisini
hvørjum støði vit eru á, greiðir
Martin Meng frá.
Stóra brakið hjá teimum í
Tórshavn Boksing verður á
Faroe Fight Night tann 25. mai,
tá høllin á Hálsi verður karmur
um størsta boksitiltakið í Før
oyum, har tað fara at luttaka
meira enn 60 boksarar. Talan
verður um nýggjar eins væl og
royndar elituboksarar úr øllum
vektbólkum frá 30 kilo upp til
100+ kilo.
Í løtuni eru 26 danskir boks
arar tilmeldaðir, men enn
verður bíðað eftir svari frá
11 donskum boksifeløgum, ið
hava fingið innbjóðing. Eisini
vera tveir fulltíðarboksarar
við á stevnuni og skulu handa
heiðursmerkini.
- Málið við hesum er at
skapa størri uppmerksemi á
boksing í Føroyum og møguliga
fáa skapt nøkur nýggj feløg. Vit
fáa eisini víst okkum fram fyri
Danmark, sigur Martin Meng.
Martin sigur ætlanina vera,
at hetta skal vera eitt aftur
vendandi tiltak, og at tað í ár
verða eitt stað ímillum fimm
og sjey føroyskir boksarar við
í kappingini.
F.v.: Bjartur Nielsen, Martin Meng og Nurlan Malaikev