Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Setningurin var ikki at tapa. Heldur enn at spenna álops­ bogan, so ráddi tað í fyrsta um­ fari leingi um at halda eftir í verjuspælinum og binda fyri. Tað bar við sær, at einki mál varð skorað fyrsta stóra hálva tíman í teimum fimm dyst­ unum, tá ið fyrsta umfar var á skrá í góðveðrinum seinna­part­ in ígjár. Málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. Samantalt vórðu átta mál skorað. Tvey av teimum vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Fyri einum ári síðani vórðu fimtan mál skorað í fyrsta um­ fari ella knappliga tvífalt so nógv, sum tað vórðu skorað ígjár. Jens Martin Knundsen er nú hjálparvenjari í NSÍ, har fyrr­verandi íslendski lands­ liðs­venjarin, Guðjón Tórdarson fyri fyrstu ferð hevði ábyrgdina ígjár. Jens Martin Knudsen spældi í mong ár bæði í før­ oysk­um og íslendskum fótbólti og veit, hvat tað snýr seg um. -Í fyrsta umfari eru venjari og spælarar serliga ansnir. Tað verður ansað væl eftir, at mótstøðuliðið ikki fyrst fær hol á. Tá kann tað vera trupult at svara aftur. Tað er so­leiðis, at hond­bremsurnar eru togaðar upp samstundis, sum tað verður lopið á. Men tað verður ikki lopið á við av fullari kraft, tí tað kann bera mótálop við sær, greiðir Jens Martin Knud­ sen frá. Tølini siga, at hjálparvenjarin hjá NSÍ hevur grein í sínum máli. Serliga í fyrra hálvleiki varð í flestu dystunum í gjár lagdur stórur dentur á verju­ partin. Tað vóru bara B36 og TB, sum skoraðu mál í fyrra hálv­leiki. Bæði í Gundadali og í Trongisvági vórðu málini skorað, tá ið tað restaðu tíggju minuttir og minni enn tað av fyrra hálvleiki. Í fjør vann KÍ 3-0 í Gundadali ímóti HB. Sammett við tað úrslitið, stóð KÍ seg verri og HB betri, tá ið tað í Klaksvík í gjár endaði málleyst. Sammett við innanhýsis uppgerðirnar í Klaksvík í fjør stóð KÍ seg betri í gjár, tí HB vann báðar dystirnar í Klaksvík í fjør – 1-0 og 2-1. Sorin var stak misnøgdur TB – AB 2-1 AB venjarin Sorin Anghel var als ikki nøgdur við avrikið, sum hansara menn vístu við Stórá ígjár. -Fram ímóti dystarenda mink­aðu vit um munin, og eina løtu í seinna hálvleiki vóru vit væl við, og tá spældu vit okkum til onkran møguleika. Men heildara­vrikið hjá okkum var so mikið vánaligt, at vit høvdu satt at siga ikki uppiborið at vinna stig, sigur AB venjarin. Hvussu tá? -Hugburðurin var ikki tann rætti, og vit vóru als ikki hjá­staddir í fyrra hálvleiki. Heima­menninir vóru skjótari á bóltinum, og teir vunnu allar nærdystirnar. Eg má bara staðfesta, at eg ikki hevði megn­að at fáa spælararnar í rætta lagið, hóast vit høvdu fyri­reikað okkum til júst hesa upp­gávuna í eina viku. Í steðgi­ num tosaðu vit um ting­ini, og so var tað betri í eina løtu, men hetta var als ikki nóg gott, og vit mugu sum skjótast leggja hetta afturum okkum og taka okkum saman næstu ferð at út­inna betri avrik, sigur AB venjarin. TB fagnaðurin var stórur, nú undirtippaði aldursforsetin vann. Nýggi álopsspælarin, Ivan Ivanovic, sneiddi seg leysan, áðrenn hann úr átjan metrum og mitt fyri setti hol á. Tíggju minuttir undan leikloki økti Stefan Radosavljevic um munin til 2-0. Tá var tað eftir sera snilt samanspæl við mið­ vallaran Veljko Vukovic. Tað sær út til, at hesir báðir – Ivanovic og Vukovic – eru fínir styrkir at hava fingið. -Í fyrra hálvleiki vóru vit væl betri enn AB. Tá høvdu vit 2-3 møguleikar, áðrenn vit fingu hol á. Eina løtu í seinna hálv­leiki stóð nógv á, men vit riðu stormin av, sigur Stefan Rado­sav­ ljevic. Tað hevur ikki verið roknað við, at tit skulu vinna nógv stig? -Vit eru so vanir við at verða undirmettir. Vit eru spádd­ir at vera mest upplagdi niður­ flytarin mest sum á hvørjum ári, og soleiðis er tað aftur í ár. Og vit ætla aftur í ár at gera spá­dómunum til skammar, sigur Stefan Radosavljevic. Hugburður og úrslit sampakkaðu illa NSÍ – EB/Streymur 1-0 Einasta málið við Løkin í Runavík skoraði Jann Martin Mortensen. Seinastu árini hevur hann havt ilt við at vinna fast pláss á liðnum. Nú sær tað út til, at íslendski venjarin vísir hon­um álit, og Jann Martin takkaði fyri, tá ið hann dygst undir málinum og eftir innlegg úr vinstru stýrdi bóltin í málið, tá i ð seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal. -Verjuparturin hjá okkum er heilt góður, og vit megna væl at halda tætt. Tað var ikki fyrrenn vit høvdu skorað, at tað loysnaði eitt sindur, men vit eru í góðari venjing og treyst­ir, so tað skal nógv til at fáa bóltin í málið hjá okkum, sigur NSÍ hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen. Tá ið EB/Streymur legði nógv fyri í roynd at javna, stútaði Klæmint A. Olsen bólt­ in í EB/Streyma málið eftir inn­legg úr høgru, men hjálpar­ dóm­arin kolldømdi fyri rang­ støðu. Jákup Martin Joensen er nýggjur venjari í EB/Streymi: -Eg var nøgdur við hugburð og avrik, men eg harmist um úrslitið. Vit bjóðaðu NSÍ av frá byrjan av, og tað gekk leingi javnt fyri seg. At enda blakaðu vit alt fram. Tað bar spentar støður við sær í báðum endum, og vóru vit hepnir, so kundu vit havt vunnið eitt og kanska øll stig­ini. Tað eru smálutir, sum av­gera. Teir høvdu eitt skot, har bólturin tók í ein og fór í málið, og vit høvdu eitt skot, har bólturin rakti í ein og fór dygst við síðuna av málinum, sigur EB/Streyma venjarin. Víkingur var nógv drúgvari Víkingur – ÍF 3-0 Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan í FÓTBÓLTUR Betri deildin 1. umfar: So tíðliga í kappingini verður leitað eftir, hvussu spenningurin skal vera, sigur Jens Martin Knudsen, sum eigur nógvar royndir, og nú er hjálparvenjari í NSÍ HONDBREMSURNAR VÓRU LEINGI SPENTAR