mánadagur 11. mars 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Landskappingin hjá monnum
er farin á rull og nú eru fyrstu
ábendingarnar komnar. HB
líkist sær sjálvum, men tað
er saknur í Tróndi Jensen. KÍ
er í nýggju hami, men nýggju
spælararnir tykjast at fella væl
til.
Í fjør vann KÍ 3-0 í fyrsta um
fari móti HB, men tapti báðar
dystirnar í Klaksvík. Tí kunnu
bæði KÍ og HB siga, at tey hava
staðið seg eitt betri enn í fjør,
men samstundis siga at tey
mangla tvey stig í.
Afturgangandi fyri klassik
aran í Klaksvík í gjár er, at bæði
liðini eru dugnalig til at verja,
meðan tað restar eitt sindur í
álopspartinum.
Nýtt KÍ-lið
Tað eru fleiri broytingar á KÍ-
liðnum, tá spælararnir renna út
á vøllin við Djúpumýru í Klaks
vík. Hóast tað hevur kavað
náttina fyri, so er vøllurin
grønur og fótbóltslagið gott.
Meinhard Joensen er í máli
num, meðan danski miðverjin,
Jesper Brinck, er nýggjur í
verjuni. Deni Pavlovic er leik
bannaður, so venjarin hjá KÍ
hevur valt at seta Ísak Simon
sen í miðvejruna, meðan ungi
Óli Ey. Poulsen er á vinstra
bakki. Mest óvæntaða navnið
á liðnum hjá KÍ er 17 ára gamli
Jonn Johannesen, ið byrjar á
vinstra vongi. Hetta er hansara
fyrsti dystur frá byrjan.
Jesper Brinck, norski mið
vallarin Simen Sandmæl og
Patrik Johannesen komu allir
væl frá uppgávuni, meðan
nýggi liðskiparin – Jákup B.
Andreasen – mundi verða mill
um bestu spælararnir á vølli
num.
KÍ legði stórt trýst á verjuna
hjá HB, sum næstan ongantíð
megnaði at spæla upp frá
verjuni. Sum heild var talan
um eitt gott avrik í verjustøðu
frá KÍ, sum tóktist væl skipað
og hevði eina greiða ætlan fyri
steðga HB.
-Nú fari eg ikki at avdúka
allan taktikkin, men hann rigg
aði. HB kom ikki til nakað og
vit arbeiða hart. Vit vóru væl
fyrireikaðir í dag, sigur Patrik
Johannesen, ið annars lat væl
at fyrstu royndini í eini KÍ-
troyggju.
HB manglar okkurt
Fyri HB var Hørður Askham
nýggjur á miðjuni, meðan
Pætur Petersen byrjaði inni
á vinstra vongi fyri Símun
Samuelsen.
-Eg gjørdi ein feil við Símuni
í Stórsteypadystinum. Eg lat
hann spæla ov leingi, so hann
ikki kundi byrja inni í dag, sigur
Heimir Guðjónsson, venjari hjá
HB.
Hann iðraði seg um, at HB
ikki spældi við nóg nógvari
ferð,
men
er
annars
nøgdur
við
eina stigið í
Klaksvík.
E
i
n
avbjóðing
í
løtuni er, at HB
hevur tveir eins
miðvallarar,
ið
hava størstu styrk
ina
í
verjustøðu.
Bæði Hørður Askham
og Brynjar Hlöðversson
spæla væl í verjustøðu, men
tað sást greitt at dynamikkurin
broyttist, tá nýggi norski mið
vallarin – Andreas Breimyr –
kom á vøllin. Hann er keyptur
inn at avloysa Trónd Jenssen,
sum framvegis er skaddur.
Hartil sæst, at samanseting
av Pæturi Petersen, Adrian
Justinussen, Dan í Soylu og
Ari M. Olsen er í yngra lagi. Tað
gekk strilti at fáa nakað álops
spæl í lag, men tað einu ferðina
tað riggaði, so skuldi Dan í
Soylu eisini havt skorað.
-Næstu ferð, so skorar Dan
upp á hatta. Hann er enn ein
ungur spælari, sigur Heimir
Guðjónsson.
Tvey sterk lið
Um ein niðurstøða skal gerast
út frá fyrsta dystinum í ár, so
er tað at bæði HB og KÍ verða
torfør at vinna á. HB hevur at
kalla sama liðið, men manglar
møguliga ein áleypara í besta
a l d r i ,
sum
kann
avgera dystir einsamallur. Í
verjupartinum er ikki nógv at
fílast á. Málverjin og verjan
er tann sama, meðan kanska
týdningarmiklasti
brikkurin
er
íslendski
stríðsmaðurin,
Brynjar
Hlöðversson.
Bæði
í gjár og í Stórsteypadysti
num spældi hann væl í verju
støðu, har hann er sterkur í
tvídystunum og serliga í luft
spælinum.
Tað er torført at gera eina
meting um KÍ, tí fleiri spælarar
eru uttanfyri, meðan aðrir eru
nýggir. Jesper Brinck kundi
verið svarið hjá KÍ upp á Lasse
Andersen. Danski miðverjin er
komin úr Brabrand og tóktist
skilagóður í verjustøðu og
við bóltinum. Saman við Deni
Pavlovic, so kann hetta blíva
ein góð miðverja, men tað
skal eisini
sigast,
at
Ísak
Simonsen stóð seg væl.
Simen Sandmæl royndist
væl í miðverjuni, meðan Patrik
Johannesen saman við Jóan
nesi Bjartalíð nokk skulu fáa
nøkur mál.
Góðkend byrjan
Helst hava áskoðararnir við
Djúpumýru ikki fingið besta
fótbóltsupplivilsið í nýggjari
tíð, men bæði KÍ- og HB-við
haldsfólkini kunnu helst siga,
at liðini hjá teimum hava fyri
reikað seg væl til hetta kapp
ingarárið. Tað var nógv ferð á
dystinum og spælararnir eru
væl fyri.
Kanska hálaðu bæði liðini
eitt sindur í hondbremsuna við
álopsspælinum, og tí standa
tey eftir við einum málleysum
javnleiki.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Stórsteypadysturin:
JONN FRÁ BYRJAN
Tað var eitt óvæntað navn á listanum hjá KÍ
til klassikaran. 17 ára gamli Jonn Johannesen
kom í fjør inn tríggjar ferðir, men í gjár var
fyrstu ferð, at hann spældi frá byrjan. Vinstri
vongurin kom nú bara væl frá uppgávuni,
sjálvt um hann bleiv útskiftur í hálvleikinum.
Tað kom einki mál í Klaksvík í klassikaranum millum
KÍ og HB. Niðurstøðan er, at bæði liðini eru sterk í
verjupartinum, men hava avbjóðingar í álopspartinum.
HB líkist sær sjálvum, meðan KÍ er í nýggju hami
VERJUSTERKUR
KLASSIKARI