Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! Spælarametingarnar: FÓTBÓLTUR LARS GLOYMDI REYÐA KORTIÐ Tað sá eitt sindur margháttligt út, tá Óli Ey. Poulsen fekk sítt seinna gula kort móti dystarenda. Lars Muller metti, at hann drálaði í samband við innkast og gav honum gult. Tað gekk eina løta, áðrenn hann kom í tankar um, at talan var um tað seinna gula – helst hugsaði royndi dómarin ikki um tað. Tað eru ikki nógvar høgar metingar í hesum dysti­num. Tað sæst aftur á spælara­ metingunum, sum eru frá 1 til 10, har 10 er tað besta, at dysturin endaði við mál­ leysum javnleiki. Tað mesta av rósinum snýr seg um gott verjuspæl. Tað er eisini galdandi fyri teir fremstu spælararnar hjá báðum liðnum, tí teir arbeiddu allir hart í verju­ støðu. Fyri KÍ fær Meinhard Joen­sen eitt stórt pluss fyri at bjarga, tá Dan í Soylu bleiv púra leysur. Hartil spæl­ du Jesper Brinck, Jákup B. Andreasen og Patrik Jo­han­ ne­sen ein miðal góðan dyst. Fyri HB stendur mið­verj­an við Bartali Wardum og Lasse Andersen sterk í verju­støðu, meðan Brynjar Hlöðvers­ son mundi verða týdning­ar­ miklasti spælarin á liðnum. Álopskendu spælararnir hjá HB fingu ov lítið burt­ ur­úr, men tað ivast um teir kunnu lastast fyri tað. Serliga tí KÍ megnaði at leggja eitt gott trýst á upp­spæl­ið hjá HB. Jóan­nes Bjarta­líð og Patrik Johnne­sen tryggjaðu, at Bartal War­dum og Lasse Andersen ikki sloppu at spæla upp úr verjustøðu. Í hinum endanum srídd­ ust fýra teri fremstu hjá HB væl í verjustøðu, men ov sjáldan kom nakað burturúr í framrættaða spælinum. Móti dystarenda fekk Óli Eyð­steinsson Poulsen sítt seinna gula kort. Tað telur ikki niður í metingini hjá honum, tí helst mundi Lars Muller ikki hava hugsað um, at hann hevði gult í forvegin, tá hann fór í lumman fyri drál í samband við innkast. trondur@sosialurin.fo Betri deildin menn KÍ 0 0 HB 0 0 7 7 5 5 5 5 6 7 7 7 7 6 6 7 5 5 5 5 5 5 5 6 MEINHARD JOENSEN TEITUR M. GESTSSON ÓLI POULSEN JONN JOHANNESEN ADRIAN JUSTINUSSEN JÓGVAN RÓI DAVIDSEN ÍSAK SIMONSEN JÁKUP B. ANDREASEN BINNI HLØDVERSSON BARTAL WARDUM JESPER BRINCK SIMEN SANDMÆL HØRÐUR ASKHAM LASSE ANDERSEN JÓANNES BJARTALÍÐ ARI M. OLSEN PATRIK JOHANNESEN DAN Í SOYLU JÓANNES DANIELSEN BORIS DOSJLAK PÆTUR PETERSEN MAGNUS EGILSSON Torbjørn Grytten 46.min Steinbjørn Olsen 87.min Andreas Brymeir Símun Samuelsen Daniel Johansen 4 6 5 5 Dómari: Lars Muller Ársins dómari gjørdi ein brølara móti endanum av dysti- num, tá hann gav Óla Poulsen sítt seinna gula, men annars er avrikið hjá honum merkt av, at hann dugur at leiða ein fótbóltsdyst 5 Ongin skaraði framúr KÍ – HB 0-0 Dómari: Lars Müller KÍ: Meinhardt P. Joensen – Jóannes K. Bjartalíð, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Boris Dosljak, Simen Raaen Sandmæl, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen (Torbjørn Grytten, 46./ Steinbjørn Olsen, 90.) – Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen Gult kort: Óli Eyðsteinsson Poulsen Reytt kort: Óli Eyðsteinsson Poulsen 93. (2 gul) Venjari: Mikkjal Thomassen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Brynjar Hlöðversson, Hørður Askham (Andreas Maide Breimyr, 83.), , Pætur J. Petersen (Símun Samuelsen, 74.) – Dan í Soylu (Daniel Johansen, 87.), Ari Mohr Olsen Gult kort: Dan í Soylu, Jógvan Rói Davidsen, Brynjar Hlöðversson, Lasse Andersen Venjari: Heimir Guðjónsson