Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Spurdi tú ein hvønn serfrøðing undan hesum umfari í SMS- deildini, hvat lið er best fyri í løtuni, so høvdu hvør av teim­um svara Kyndil. Eft­ ir steypasigurin hjá kyndils­ kvinnum fyri tveimum vikum síðani, skuldi Kyndil hetta viku­ skift­ið halda fram í jagstranini eftir FM-finalunum. Ringa kappingarbyrjanin hjá Kyndli hevur gjørt, at steypa­vinnararnir liggja á fjórða plássi í landskappingini, men stutt er upp á avgerandi næstfremsta plássið, ið Neistin undan hesum umfarinum lá á. Tí var alt at spæla um í Havnar­uppgerðini millum Neistan og Kyndil sunnudagin. Og sum væntað vóru tað kyndils­kvinnur, ið løgdu nógv betur fyri. Alt fyri eitt gjørd­ist munurin fleiri mál, og Kyndil hótti við at økja upp í heilt nógv mál sum fyrri hálv­leikur leið. Við hálvleik kundu neista­ kvinnur í roynd og veru vera væl nøgdar við, at munurin bert var fimm mál. Nógv skuldi bøtast í spælinum hjá Neista­ num og ætlanir til tess vórðu eisini lagdar. Kyndilskvinnur ikki ósæriligar Neistin skifti verjuskap og fór at trýsta kyndilsálopið burtur frá málinum. Hetta broytti allan dystin. Kyndilsálopið, ið ikki hevur verið at bíta á hesar seinastu vikurnar, fór brád­liga at gera fleiri mistøk, og mun­ urin fór at tódna. Fleiri ferðir minkaði Neistin niður í eittans mál á muni, men sum altíð er tað trupult at koppa dystin allan vegin tá ið tú rennir aftanfyri so leingi. Tí var tað ikki heilt óvæntað at Kyndil tók tamarhaldið aftur móti endanum av dystinum, og legði seg á odda við fýra málum og fýra minuttum eftir at leika. Nógv kyndilsmistøk Púra óvæntað var tað hin­ vegin at tær grønu so sleptu tamar­haldinum fullkomliga. Eftir trý skjót mál hevði Neist­ in aftur minkað niður í eitt mál, og í roynd og veru var góð tíð at javna í seinasta álopinum. Men avgerandi skotið hevði ikki neyðugu góðskuna. Bólt­ urin endaði í føvninginum á Jovanu Stranjanac í kyndils­ máli­num, og dysturin var av­gjørdur við 20 sekundum eftir at leika – hildu øll. Men kyndilsmálverjin hevði lisið av­gerðina skeivt, og valdi at tveita bóltin móti tóma neista­ málinum. Hetta elvdi til stóran ótta hjá Kyndli, tí at bólt­urin var ikki góður og lendi í hond­ unum á Sofie Søberg, ið hevði tíð at senda eitt seinasta skot móti málinum. Møguleikin var góður, men skotið var ikki. Bólturin endaði omanfyri kyndils­málinum, og so dróg Kyndil bæði tey umráðandi stig­ini inn, í einum dysti, ið prógvaði at kyndilskvinnur kanska spæla besta hondbóltin í løtuni, men tær kunnu sanni­ liga setast undir trýst. Hetta eru góð tíðindi fyri H71, ið skal dystast móti steypa­ vinnarunum kom­andi hóskvøld. H71 hevur tørv á einum sigri, meðan kyndils­kvinnur tekur eitt risa stig móti finalunum um tær sigra á hoyvíkskvinnum. Neistin basti aftur kyndilsmonnum Mansliðini hjá Kyndli og Neistanum dystaðust eisi­ni sunnudagin, og her vóru tað kyndilsmenn, ið høvdu størsta trýstið á sær. Steypa­finalist­ ar­nir høvdu ikki tryggjað sær pláss millum hálvfinalistarnar enn, meðan Neistin jagstraði fremsta plássið. Harafturat høvdu teir grønu ein ávísan hevndar­hug eftir ósigurin í steypa­finaluni herfyri. Dysturin koppaði aftur og fram eins og í steypafinaluni, men aftur hesaferð endaði Neist­in við sigrinum, eftir at hava tikið av í avgerandi løt­ unum. KÍF hevði møguleikan Tí fóru kyndilsfólk til Kolla­ fjarð­ar eftir dystin, har KÍF og VÍF spældu. Vann KÍF dyst­in fóru kollfirðingar fram um kyndilsmenn, tó at Kyndils­ menn høvdu ein eyka dyst at taka plássið aftur næsta viku­ skifti. Og kollfirðingar ætlaðu sær at taka av møguleikanum. Við hálv­leik vóru teir á odda 17-14, men í seinna hálvleiki steðgaði full­komliga upp hjá teimum. Enda­liga úrslitið gjørdist 22-28 til VÍF, ið við sigrinum syrgdi fyri, at Kyndil endar á fjórða plássi í landskappingini, og tí­ skil spælir hálvfinalur í enda­ spæli­num. Nú er bert eftir at spæla um fremsta plássið, og har verð­ur sanniliga spenningur næsta vikuskiftið tá ið Neistin og VÍF spæla seinasta dystin í grundspælinum. Neistin tryggj­ar fremta plássið við ein­um sigri, meðan tað als ikki er óhugs­andi at VÍF við einum sigri ger kappingina púra javna mill­um trý tey fremstu liðini. sjurdur@sosialurin.fo KYNDILSKVINNUR OG NEISTAMENN ERU STERKAST Steypavinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum vístu seg aftur hetta vikuskiftið at vera sterkastu liðini í landinum, men tey kunnu hóttast Leingi hava tey bíða, neista­ fólk. Stórtalentið Teis Horn Rasmussen hevur sitið uttanfyri við skaða í meira enn hálvtannað ár við ein­ um ringum knæskaða. Fyri einum ári síðani var hann aftur á vøllinum, men hend­ an gleðin gjørdist alt ov stokkut. Knæið fór úr lið aftur eftir lítlari løtu, og so var greitt at skurðviðgerð mátti til. Síðani hevur verju­ser­frøð­ingurin, ið mundi gerast landskendur við U21-landsliðnum í Algeria, brynjað seg við tol­ið. Eitt knapt ár seinni kem­ur so ágóðin. Teis Horn Rasmussen er aftur á vøllinum og til reiðar at styrkja enn meira um sera góðu neistaverjuna. Bæði hós­kvøldið og sunnudagin spældi tolni neistamaðurin einar tjúgu minuttir, og at síggja til var hann í góðari krops­ligari venjing í báðum sigrun­um. Teis aftur á vøllinum SMS-deildin: SMS-deildin: støðan NR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 Neistin 17 456 389 67 25 2 H71 17 434 387 47 23 3 VÍF 17 479 439 40 23 4 Kyndil 17 440 401 39 19 5 KÍF 18 452 444 8 18 6 StÍF 17 390 467 -77 10 7 Team Klaksvík 17 408 532 -124 2 SMS-deildin: SMS-deildin: støðan NR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 14 401 320 81 24 2 Neistin 14 326 289 37 17 3 H71 14 361 344 17 16 4 Kyndil 13 309 315 -6 15 5 Stjørnan 13 298 319 -21 9 6 StÍF 14 274 382 -108 1 Neistin – Kyndil 24-25 (9-14) Neistin: Drós Ragnarsdóttir 7, Sofie Søberg 5, Stina Madsen 4, Fríða á Dunga 3, Ingunn Kristina Persson 3, Jenny Kragesteen 1, Sólbjørt Høj 1 Kyndil: Turið Arge Samuelsen 9, Marianna Geirsdóttir Eystberg 5, Bára Krossteig Hansen 5, Súna Krossteig Hansen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Beinta Bárðardóttir 1 H71 – StÍF 29-25 (13-15) H71: Maria H. Weyhe 7, Durita Toftum 5, Marita Mortensen 3, Eva Barba Arge 3, Guðrið á Borg 3, Elisabeth H. Simonsen 2, Karin H. Simonsen 1, Silja Sámalsdóttir 1, Karina E. Rubeksen 1, Sunniva Bogadóttir 1, Sára Jacobsen StÍF: Sunnfríð B. Johansen 7, Karina B. Høgnesen 5, Erla Petersen 5, Poula D. Berg 5, Emmy Kass 2, Rebekka Zachariassen 1 Stjørnan – VÍF 25-31 (12-17) Stjørnan: Tóra Eliasen 5, Sonja Lava Sirdal 4, Mina Naomi Lava Sirdal 4, Katrin Bertholdsen 3, Monika Jakobsen 3, Rannva R. Jacobsen 2, Annika Magnusdóttir Arge 2, Óluva Allansdóttir Joensen 1, VÍF: Durita C. Jojic 7, Heidi Maria Akselsen 6, Agnas Olsen 5, Lív Ingdórsdóttir 4, Liljan Djurhuus 3, Halla Hansen 2, Brynja Rógvadóttir 2, Ró Nielsen 1, Randi Virgarsdóttir 1, Daniella Joensen 1 Neistin - Kyndil 32-27 (13-15) Neistin: Rasmus Søby 8, Tróndur MIkkelsen 6, Tróndur Kragesteen 5, Herbjørn Lava 4, Dánjal Ragnarsson 2, Torkil Mørk Hentze 2, Karl Martin Olsen 1, Pál Niclasen 1, Jónsvein Dulavík 1 Kyndil: Tummas Pauli Hanusarson 7, David Edvardsen 5, Hjalti Mohr Jacobsen 4, John í Innistovu 4, Bartal Klein Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 2,  Høgni Klein Olsen 1   KÍF - VÍF 22-28 (14-17) KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 12, Borko Cupara 3, Atli L. Hammer 2, Teitur Joensen 2, Rúni Joensen 2, Joakim Jürs 1 VÍF: Filip Jojic 14, Andrias Eriksen 5, Julian Olsen 4, Bjarti Hansen 3, Rúni Joensen 1, Jákup Andreas Joensen 1   H71 - StÍF 27-18 (14-9) H71: Rúni Vest Højgaard 6, Leivur Mortensen 5, Vilhelm Poulsen 4, Pætur Thomsen 3, Djóni Gaard Joensen 3, Hans Kári Hansen 2, Brandur Halgirsson 2, Niklas Hanusarson 1, Ári Dam 1 StÍF: Pætur Johansen 6, Rani A. Højgaard 5, Pætur Ó. Barclay 4, Dávid Danielsen 1, Djóni J. Petersen 1, Jógvan G. Joensen 1