Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. mars 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. mars 2019 · Nr. 29 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Meinhard Joensen KÍ Ivan Ivanovic TB Bartal Wardum HB Vukasin Tornic Víkingur Brynjar Hløðveirson HB Venjari: Zoran Pavlovic TB Andrias Eriksen B36 Andrias Lava Olsen Víkingur Pætur Dam Jacobsen Skála Stefan Radosavljevic TB Jákup B. Andreasen KÍ Árni Fredriksberg B36 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... So rullaði bólturin aftur Um vikuskiftið var fyrsta umfar í landskappingini í fótbólti hjá monnum. Longu í fyrsta umfari var dystur millum KÍ og HB í Klaksvík. Tað sæst væl, at talan er um fyrsta dystin í ár, tí talan var ikki um nakað serligt undirhald. Í blaðnum í dag er hetta “Dysturin hesa vikuna”, sum er ein opna, har vit leggja serliga stóran dent á ein dyst. Hetta er gjarna ein grein, har tú sum lesari skal fáa eina perspektivering av høvðusdystinum tað umfarið. Hartil eru spælarameting, sum altíð elva til nakað av kjaki. Fyrst broyttu vit skalan frá 1-6 til 1-10. Hetta gevur okkum størri møguleika, at gera mun á avrikinum. Í fjør broyttu vit tað eisini til, at spælarametingarnar eru galdandi fyri sjálvan dystin. Tað vil siga, at um ein spælari hevur ein góðan dag, so fara spælarametingarnar upp í topp, heldur enn at ein spælari skal verða í landsliðsformi, fyri at fáa yvir miðal meting. Vit hava eisini sett “Liðið hesa vikuna”, har ÍtróttarSosialurin velur at seta teir bestu 11 frá hvørum umfari. Felags fyri hesi bæði tiltøkini í blaðnum er, at hetta eru metingar hjá okkum í ÍtróttarSosialinum. Hetta verður alt gjørt fyri at økja um áhugan fyri fótbóltinum. Í blaðnum í dag ber eisini til at lesa áhugaverda grein um boksing í Føroyum. Sjálvt um tað sum ein mótsetningur, so kann boksing hjálpa ungum við avbjóðingum at læra at hava tamarhald á sær sjálvum. Tað er áhugavert! Les meiri í blaðnum í dag! trondur@sosialurin.fo Vikuliðið: Tróndur Arge Málverjin hjá Skála, Karstin Hansen, er nýggj­ ur á føroyska lands­ lið­num. Hann er ein av teim­um tjúgu, sum lands­liðs­venj­arin hevur út­tik­ið til kom­andi tveir úti­dyst­ir­nar móti Malta og Rumenia. -Hann hevur staðið seg væl á U21-lands­lið­ num, so vit vilja gjarna siggja hann nærri. Hetta gevur eisini mál­mans­ venjaranum, Emeka Ander­sen, ein møguleika at gera eina meting av hon­um, sigur Lars Olsen. Spælarar sum Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Vatn­hamar, Meinhard Olsen og Patrik Johanne­ sen vórðu ikki úttiknir hesaferð, meðan Magnus Egilsson, Árni Frederiks­ berg, Klæmint A. Olsen og Jákup L. Thomsen hava fingið afturval. Allir teir, sum vanliga eru við á vøllinum fyri lands­liðið eru eisini við hesa­ferð. Serliga kemur tað væl við, at Jóan Símun Edmunds­son er tøkur aftur til landsliðið. Hann var ikki við í november, tá landsliðið spældi móti Aserba­djan og Malta í Nations League. Dystirnir móti Malta og Rumenia verða 23. og 26 mars. Báðir eru á úti­ vølli. Karstin er nýggjur á landsliðnum 22 ára gamli Karstin Hansen er nýggjur á landsliðnum. Tað kunngjørdi Lars Olsen á tíðindafundi í dag, har landsliðið til EM- undankapp­ingar­dystirnar móti Malta og Rumenia bleiv úttikið Hópurin: Málmenn Gunnar Nielsen, FH Teitur M. Gestsson, HB Karstin Hansen, Skála Verjuspælarar Atli Gregersen, Víkingur Odmar Færø, Ham Kam Viljormur Davidsen, Vejle Magnus Egilsson, HB Gilli Sørensen, Brann Sonni R. Nattestad, Fredericia Miðvallarspælarar Heini Vatnsdal, Fremad Amager Rene Shaki Joensen, Grindavík Hallur Hansson, AC Horsens Brandur H. Olsen, FH Rógvi Baldvinsson, Bryne Kaj Leo í Bartalsstovu, Válur Árni Frederiksberg, B36 Sølvi Vatnhamar, Víkingur Álopsspælarar Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld Jákup Thomsen, FH Klæmint Olsen, NSÍ