týsdagur 12. mars 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
»Eg síggi í álmanakkanum, at eg eri
komin upp í árini.«
Orðini eigur Edmund Joensen,
og tey segði hann við Sosialin á
landsfundi Sambandsfloksins um
vikuskiftið, tá hann kundi vátta, at
hann ikki stillar uppaftur til løg
tingsvalið komandi.
Edmund Joensen er av roynd
astu politikarum okkara. Hann
hevur havt øll álitisstørv, ein før
oyski politikari kann hugsa sær. Og
nú hann leggur frá sær, so verður
eitt tómrúm eftir hann í tinginum
og í Sambandsflokkinum.
Tað er rætt, sum orðatakið sigur,
at »maður kemur í mans stað«. Men
tað er kortini ov einfalt at siga tað,
tí so stóran týdning hevur Edmund
Joensen havt fyri Sambandsflokk
in.
Edmund er ein siðiligur politik
ari, tó at hann kann vera hvassur
á skrift. Hann loysir gjarna frá
posabandinum, bæði ímóti sínum
egnu, og teimum, sum hann heldur
seg vera ósamdan við. Tað hava
vit mangan merkt her á blaðnum
– men tó hava vit ongantíð merkt,
at Edmund Joensen er firtin og for
nermaður. Hann dugir at taka tað
við einum smíli og eini speiskari, tá
hart leikar á.
Edmund Joensen gjørdist held
ur brádliga formaður Sambands
floksins. Í 1990 boðaði Pauli Ellef
sen frá, at hann fór at gevast í
politikki á næsta løgtingsvali, sum
skuldi verið í 1992. Men hann hevði
ikki meira enn sagt tað, so slitnaði
samgongan, og nýval varð útskriv
að. Harvið fangaði borðið, og soleið
is gjørdist Edmund Joensen floks
formaður Sambandsfloksins.
Eftir eitt skeið sum formaður
var hann longu Føroya løgmaður
og valdur á Fólkating.
Tað leikaði hart á í Sambands
flokkinum upp undir løgtingsvalið
í 1998. Sterkar kreftir í Eysturoyar
Sambandsfelag vildu hava Edmund
Joensen frá – og valkvøldið 30. apríl
í 1998 andaði Edmund Joensen lætt
an, tá valúrslitið kom. Hann ivaðist
ikki í, at hann fór at fella á løgtings
valinum. Men so var ikki. Hann var
valdur trygt á øðrum plássi hjá
Sambandsflokkinum í Eysturoyar
valdømi, 112 atkvøður framman fyri
næsta mann á listanum.
Í 2001 leikaði aftur hart á. Lis
beth Petersen stillaði upp ímóti
honum á landsfundinum og vann.
Men Edmund Joensen gavast ikki
á hondum. Í 2002 varð hann valdur
til løgtingsformann og aftur í 2004
til 2008. Í 2007 var hann valdur á
Fólkating og aftur í 2011, men fall
í 2015.
Edmund Joensen væntar ikki
at stilla upp til fólkatingsvalið
heldur. Tað verður ein smeitur fyri
Sambandsflokkin. Men ta ábyrgd
ina eigur Edmund Joensen ikki.
Hann hevur tænt fyri seg í før
oyskum politikki – og saknur verð
ur í hugnaliga manninum á Oyrar
bakka, nú hann gevst.
Hóast ágang innanhýsis er
hann Edmund enn sterki maðurin
SAKNUR VERÐUR Í EDMUNDI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
www.reyniservice.fo
Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041
Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041
T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo
Móttøkan verður hildin í okkara hølum í
Hoyvík fríggjadagin 15. mars kl 14 til 16
MÓTTØKA
HJÁ REYNI SERVICE
Sosialurin 341800
Í samband við at fleiri av okkara starvsfólkum nýligani hava havt starvsdagar,
verður skipað fyri almennari móttøku. Tey, ið hava starvsdag eru:
Heri Guttesen, 45 ár
Johannes Tauser, 40 ár
Katrin Norðfoss, 38 ár
Heðin Hansen, 35 ár
Marian Pedersen, 32 ár
Signar Hammer, 31 ár
Muddi Udbø, 30 ár
ØLL ERU VÆLKOMIN!
Eisini verður ein Toyota Hiace frá 2008
vístur fram. Tað, sum er serstakt við
hesum bilinum, er at hann hevur koyrt
1. mió km. Harumframt verða nøkur
Toyota ellisakfør víst fram.