týsdagur 12. mars 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
TÍÐINDI
Bárður á Steig
Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum,
lovar ein
Sambandsflokk,
sum er til reiðar at
stýra og taka ábyrgd
av samfelagnum
Árni Gregersen
GREINING:
Sambandsflokk
urin hevur sitið í andstøðu alt
hetta valskeiðið.
Saman við Fólkaflokkinum
hevur flokkurin serliga seinna
partin av valskeiðnum roynt
at lagt fótonglar fyri samgong
una, men nú sær út til at flokk
urin hevur sæð, at hendan
samgongan heldur valskeiðið
út.
Landsfundurin hjá flokkin
um bar greið boð um, at
flokkurin er farin at gera seg
til reiðar til løgtingsval og at
flokkurin hvessir kantarnar,
so flokkurin ikki verður koyrd
ur í sama leyp, sum Fólka
flokkurin.
Bárður á Steig Nielsen, for
maður, virkaði betur upplagd
ur enn leingi og hann gjørdi
fundarfólkinum púra greitt, at
Sambandsflokkurin
er
ein
sjálvstøðugur
flokkur,
sum
gongur egnar leiðir og ikki
bert eltir Fólkaflokkin.
- Eg eri troyttur av at hoyra,
at vit bert renna aftaná Fólka
flokkinum. Eg kann sláa fast
her, at vit ikki hava lagt eitt
einasta uppskot fram saman
við
Fólkaflokkinum,
segði
Bárður á Steig Nielsen.
Bárður á Steig Nielsen tók
við sum formaður í flokkinum
eftir Kaj Leo Holm Johanne
sen.
Metingarnar siga, at flokk
urin hevur valt eina meira
sambandsliga kós síðani tá –
helst við tí í hyggju at fáa sam
bandshugaðu
atkvøðurnar
aftur frá Javnaðarflokkinum.
Nýggj kós
Á landsfundinum hjá Sam
bandsflokkinum var formað
urin skarpari í orðum og lovaði
vegna flokkin, at tá ið flokk
urin kemur til, so fer hann at
tryggja øllum sjúklingum í
Føroyum, at teir verða við
gjørdir í seinasta lagi 30 dagar
eftir at sjúka er staðfest.
Sambandsflokkurin leggur
ómetaliga stóran dent á hetta
og formaðurin segði, at hetta
verður galdandi, bæði á før
oysku sjúkrahúsunum og fyri
viðgerðir uttanlands.
Formaðurin
legði
stóran
dent á, at tað er avgerandi at
Føroyar er partur av ríkis
felagsskapinum, men tað vil
ikki siga, at vit ikki sjálvi skulu
stjórna okkara landi og at vit
gerast so sjálvbjargin, sum til
ber.
Blokkurin úr Danmark er
ein avgerandi trygd fyri før
oysku vælferðini, men sjálvi
eiga vit kortini at taka fulla
ábyrgd av, hvussuj vit reka
føroyska samfelagið.
- Fleiri politiskar avbjóðing
ar standa fyri framman, eitt
nú at framtíðartryggja sam
felagið, við til dømis. at tryggja
Føroyum betri atgongd til ES-
marknaðin fyri meirvirkaðar
vørur, seta í verk viðgerðar
trygd fyri allar føroyingar og
fremja bygnaðarbroytingar í
samfelagnum og innan tað al
menna, segði formaðurin.
- Eisini skal verulig ferð set
ast á grøna orku.
Í einum tilfeingisbúskapi
sum tí føroyska, vita vit av
royndum, at sveiggini í bú
skapinum kunnu vera stór, og
tí ræður um at planleggja,
leiða og stýra soleiðis, at hesi
sveiggj ikki gera óneyðugan
skaða á búskapin og elva til
kreppu. Stýrast skal við fastari
hond, segði Bárður á Steig
Nielsen.
Formaðurin vísti eisini á
sosiala medviti í sambands
flokkinum, sum skal tryggja
teimum veiku í okkara sam
felag virðilig kor. Formaðurin
nevndi børn og ung, tey eldrui
og tet veiku og óhjálpnu.
Formaðurin í Sambands
flokkinum sló fast, at valstríðið
er byrjað. Flokkurin veit sjálv
andi ikki hvussu nógvar sessir
hann fær í nýggja Løgtingin
um, men hann roknar sær
helst ein ella tveir afturat.
Í hvussu so er verður tað
soleiðis, at nestor í flokkinum,
Edmund Joensen,fyrrverandi
formaður, løgmaður, tingfor
maður og fólkatingsmaður,
hevur boðað frá, at hann stillar
ikki upp til komandi løgtings
valið.
Tað vil siga, at flokkurin
skal hava nýggj fólk framat –
ella fara longur niður á listan
og taka tey fram, sum ikki
rukku inn um gáttina seianst.
- Kappingin um sessirnar í
løgtinginum verður hørð og
bara lítlil munur á atkvøðutal
inum kann avgera hvussu Løg
tingið verður sett saman, um
framt
samgongumøguleikar-
nar, og hvør fær eitt umboð á
Fólkating.
- Tað er eisini greitt, at bar
dagin um Havnina verður alt
avgerandi fyri um flokkurin
aftur kann fáa fleiri umboð á
ting og eitt umboð á Fólkating.
Vit hava brúk fyri hvørjari
atkvøðu – ein atkvøða kann
gera allan munin, segði Bárður
á Steig Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum.
Hvassari og betur
upplagdur formaður
Bárður á Steig Nielsen var væl upplagdur og hvassur
á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum
Sambandsflokkurin er til reiðar at taka viðå landsins leiðslu eftir at nýtt valskeið er byrjað.
Edmund Joensen stillar ikki uppaftur til løgtingsvalið,
so har kemur helst eitt nýtt andlit inn
TVINGSILSSØLA
Tvingsilssølan yvir helvtina
av ognini matr. nr. 97, Gjógv
(AS 2-27/2018), ið var ásett at
verða hósdagin tann 14.
mars 2019, kl. 10.00, verður
útsett.
Føroya fútarættur,
tann 12. mars 2019