týsdagur 12. mars 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Herfyri varð ein nýggjur
flokkur
stovnaður
til
Løgtingsvalið,
sum
verður í seinasta lagi
31. august. Talan er um
flokkin ið eitur Framtakið
fyri rættinum at velja
kannabis.
Framtakið, sum flokk
urin
verður
nevndur,
hevur bara eitt punkt á
skránni, og tað er at læk
nar skulu sleppa at geva
sjúklingum heilivág við
kannabis.
Og tað kundi hugsast,
at endamálið við at leggja
uppskotið fyri Løgtingið
nú,
er
at
avmontera
nýggja
flokkin,
longu
áðrenn valstríðið byrjar.
Bill
Justinussen
heldur, at tað kann væl
vera, at onnur tingfólk
hugsa sum som at hetta
er eitt høvið at yvirhála
Framtakið.
Men bæði hann, og
Jenis av Rana sigur, at
tað er ikki orsøkin til at
uppskotið verður lagt
fram nú.
Jenis av Rana sigur, at
hjá teimum er tað ikki ein
spurningur um at takkla
Framtakið út til horna.
Hann vísir á, at hetta
er eitt mál, hann hevur
arbeitt fyri langt áðrenn
Framtakið nakrantíð sá
dagsins ljós.
Grundin til, at upp
skotið verður lagt fram
aftur nú, tann, at vit hava
fingið ábendingar um, tað
fer at fáa undirtøku, sigur
hann.
Bill Justinussen heldur
eisini, at kann Løgtingið
loysa hetta málið fyri
løgtingsvalið, dugir hann
ikki at síggja nakað galið
í tí.
Hetta er ikki fyri at gera fortreð
Áki Bertholdsen
– Støðan er púra burtur
við og tí gera vit enn eina
roynd at gera tað lættari
hjá føroyskum sjúkling
um at fáa viðgerð við
Kannabis.
Tað
sigur
Bill
Justinussen,
løgtings
maður fyri Miðflokkin.
Nú er aftur eitt upp
skot lagt fyri Løgtingið
um at gera tað lættari hjá
føroyskum sjúklingum at
fáa viðgerð við kannabis.
Tað er Jenis av Rana
úr Miðflokkinum, sum
hevur
lagt
uppskotið
fram, og tað, hann vil, er
at Løgtingið samtykkir,
er landsstýrið skal seta
donsku royndarskipanina
við heilivági við Kannabis,
í gildi fyri Føroyar eisini.
Í hesum føri er talan
um at gera tað lættari hjá
sjúklingum, við ávísum
sjúkum, at fáa fatur á
heilivág við kannabis í.
Vælvild var ikki
nóg mikið
Hetta er aðru ferð, at eitt
slíkt uppskot verður lagt
fyri Løgtingið.
Miðflokkurin
legði
eisini eitt uppskot um
hetta sama fyri Løgtingið
fyri einum ári síðani, men
tá varð tað felt, tí 15 ting
fólk atkvøddu ímóti og
níggju atkvøddu fyri.
Tá vóru tað nógv ting
fólk, sum søgdu seg taka
undir við uppskotinum,
men kortini atkvøddu tey
nei, tá ið avtornaði.
– Málið druknaði í
berari vælvild, men tey
í
samgonguni
sluppu
kki
at
atkvøða
eftir
síni sannføring og tí at
kvøddu tey øll ímóti,
sigur Jenis av Rana.
Men
bæði
hann,
og
floksfelagin,
Bill
Justinussen, siga, at teir
hava fingið eina ábending
um, at verður uppskotið
lagt fram aftur, eru tað
fleiri í samgonguni, sum
fara at taka undir við tí.
Og Bill Justinussen
heldur, at tað er burtur
úr vón og viti, at eitt slíkt
uppskot ikki verður sam
tykt.
Hann dugir rætt og
slætt ikki at hugsa sær,
hvør grundgeving kann
vera fyri at nokta sjúk
lingum, sum liggja lágt
av svárari pínu, og øðrum
sjúkuteknum, ta hjálp,
tey kunnu fáa.
Fall í fátt
Jenis
av
Rana
sigur,
at hann fall í fátt, tá
ið uppskotið varð felt
seinast. Men nú freistin
at leggja uppskot fram í
hesum umfari, er farin, eru
tað fleiri løgtingsfólk, sum
hava spurt hann, hví hann
ikki hevði lagt fram aftur.
Men fyri at uppskotið
kann vera lagt fram eftir
at freistin er farin, skulu
minst 17 tingfólk skriva
undir upp á, at tað kann
leggjast fram.
Jenis av Rana sigur,
at tá ið hann so loddaði
dýpið, fekk hann eina
greiða ábending um, at
tað er undirtøka fyri tí.
Í
hesum
sambandi
tosaði hann við allar
floksformenninar,
og
teir tóku allir undir við,
at uppskotið verður lagt
fram aftur.
– Tað var heldur eingin
trupulleiki at fáa 17 ting
limir at skriva undir upp
á, at leggja uppskotið
fram. Men so verður tað
spennandi at vita um
tinglimir í samgonguni
fáa frælsi til at atkvøða
eftir síni sannføring, tá
ið vælvildin skal vísast í
verki, sigur Jenis av Rana.
Einfaldari enn seinast
Hann sigur, at hetta upp
skotið, sum nú er lagt fyri
Løgtingið, er ikki sama
sum tað uppskotið, sum
varð felt fyri einum ári
síðani – men endamálið
er tað sama.
Seinast var endamálið
at vit skulu gera okkara
egnu skipan á hesum
øki, men hesa ferð havi
eg skotið upp, at vit seta
donsku royndarskipan
ina í gildi í Føroyum.
– Eg havi eisini fingið
tilsøgn um, at verður
uppskotið samtykt í Løg
tinginum, fer umsitingin
hjá Landsstýrinum ikki
at drála við at avgreiða
málið beinanvegin.
Í
hesum
sambandi
skal Landsstýrið heita á
donsku myndugleikarnir
um at skoyta upp í lóg
ina, at hon eisini er gald
andi fyri Føroyar. Tað
er
ein
royndarskipan,
sum Fólkatingið hevur
samtykt at seta í gildi
í Danmark, og sum ger
tað nógv lættari hjá sjúk
lingum at fáa heilivág við
kannabis.
Jenis av Rana sigur, at
tískil er hann sannførdur
um, at hetta er tann
skjótasti og einfaldasti
vegurin at koma á mál
við hesum.
Tað passar ikki
Tað verður annars sagt
aftur og aftur, at føroysk
ir sjúklingar við ávísum
sjúkun, hava atgongd til
heilivág við kannabis.
Men Jenis av Rana vísir
hesum aftur.
– Tað passar rætt og
slætt ikki, at tað er lætt at
fáa heilivág við kannabis.
Tað er ein gongd, sum er
so drúgv og tvørlig, at
nógv setast aftur tí tey
makta tað ikki.
Og tað fær sjúklingar
ístaðin undir ta eyð
mýkjandi gongd at gera
seg til lógbrótarar við
at brúka kannabis, sum
er smuglað til landið, og
sum kann vera beinleiðis
vandamikið, tí eingin veit,
hvat er í, sigur Jenis av
Rana.
TAÐ ER PÚRA
BURTURVIÐ AT
VIT IKKI HJÁLPA
SJÚKLINGUM
KANNABIS Nú er eitt umstrítt uppskot aftur lagt fyri Løgtingið um at
gera tað lættari hjá føroyskum sjúklingum at fáa viðgerð við kannabis
HEVUR VÆLVILD
Jenis av Rana sigur, at eitt uppskot sum hetta hevur stóra
vælvild í Løgtinginum, og hann hevur ábendingar um, at fleiri
løgtingslimir fara at atkvødda fyri tí hesa ferð enn seinast