týsdagur 12. mars 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Primusmotorurin
í Stráluni minnist
aftur á gamlar dagar
- Í løtuni byggir Strálan neyst í trimum hæddum, sum er
komið væl áleiðis, sigur Anfinn Gærdum, sum øll árini hevur
verið formaður í felagnum, ið nú hevur 30 ár á baki
Vilmund Jacobsen
Anfinn Gærdum hevur verið
ímyndin av Stráluni í Sjóvar
kommunu heilt síðan byrjan,
og hin 24. mars í ár hevur fel
agið 30 ár á baki.
- Tað var hin 24. mars í 1989,
at felagið varð stovnað. Vit
fingu Engelbreth Hansen at
smíða okkum eitt 6-mannafar
1991,
og
kappróðrarbáturin
fekk navnið Strálan.
Anfinn Gærdum sigur, at
tað eydnaðist at fáa bátin
mannaðan, bæði við gentum
og dreingjum.
- Hetta gekk væl, og dreing
irnir vunnu FM bæði í 1991,
1992, 2000 og í 2001. Leggjast
kann aftrat, at dreingirnir
eisini vunnu ólavsøkuróðurin í
2000 og 2001 – og genturnar
vunnu ólavsøkuróðurin 1992,
sigur hann.
Nýtt seksmannafar
Anfinn
Gærdum
sigur,
at
seinni fekk Strálan Sámal
Hansen at smíða felagnum
nýtt
6-mannfar,
sum
róði
fyrstu ferð 2004. Tá fekk hin
gamli báturin navnið Stjørnan.
- Navnakapping varð út
skrivað, og vit tóku navnið
Stjørnan, tí tað hevði gingið so
væl við kappróðrinum.
Hann sigur, at árið eftir – í
2005 – fekk Strálan nýtt
5-mannafar, sum fekk navnið
Strípan.
Dart og badminton
Anfinn Gærdum sigur, at tey
eisini spældu nógv dart í
felagnum tey fyrstu árini, og
felagið hevði fleiri lið við í
kappingum.
- Áhugin var stórur, og vit
fingu góð úrslit. Dart fánaði
burtur síðst í nítiárunum, men
hevur tikið seg upp aftur nú.
Hann heldur fyri, at vón
andi kann felagið koma í
gongd aftur.
Anfinn Gærdum sigur, at í
felagnum varð eisini nógv bad
minton spælt, og í fimm ár
hevði Strálan føroyameistaran
fyri kvinnur.
- Vit hava høli í kjallaranum
í Bygdahúsinum, har ymiskt er
til tey ungu. Venjingarhølið er
eisini í Bygdahúsinum.
Byggja neyst
Í løtuni byggir Strálan neyst í
trimum
hæddum,
sum
er
komið væl áleiðis.
Anfinn Gærdum sigur, at nú
skal so 30 ára føðingardagurin
haldast, og tað verður leygar
kvøldið hin 23. mars.
- Fólk eru vælkomin at
tekna seg til borðhaldið við trý
rættaðari matarskrá og undir
hald við John Andersen og
Jonhardi Hansen.
Formaðurin í Stráluni øll
árini sigur, at síðst á veitslu
kvøldinum verður dansur við
Rox við Signari í Homrum.
- Sigast skal, at dansurin er
almennur og øll somul fáa
suppu og kaffi um náttina, sig
ur Anfinn Gærdum.
Hann leggur aftrat, at freist
in at tekna seg til borðhaldið
hjá Stráluni er sett til 19. mars.
- Nú skal 30 ára føðingardagurin haldast, og tað verður
leygarkvøldið hin 23. mars, sigur Anfinn Gærdum