Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal “Overraskelsens hold” var yvirskriftin hjá lands­liðs­ venjarunum, Sonna Larsen og Jeppe Borch, tá ið teir týsdagin kunngjørdi hópin til komandi landsdystirnar móti Ukreina. Av teimum 16 nøvnunum, var tó einki, ið gjørdi ein bils­ nan. So at siga øll nøvnini vóru væntaði, so heitið hjá landsliðsvenjarunum sipar helst til, at hesir 16 leikarar munnu vera teir, ið skulu taka Ukreina og hondbóltsheimin á bóli. Broytingar í mun til seinast Tó eru altíð leikarar, ið kundu verið valdir, og nakrir eru eisini valdir frá. Í mun til hópin sum spældi móti Danmark í heyst, eru tvær broytingar gjørdar. Sjúrður Olsen úr VÍF og Rúni Vest Højgaard úr H71 hava ikki fingið afturval, men vera av­ loystir av Eiriki Simonsen og Rógva Dal Christiansen. Har eru helst orsøkir til tess. Hjá Sjúrði Olsen hevur tað kosta honum landsliðsplássið at hann ikki spælir á vinstra vongi hjá VÍF longur. Hann hevur spælt spælskipari megin­partin av árinum, og tí hava landsliðsvenjararnir bert valt at taka ein vong við hesaferð. Rúni Vest Højgaard missir plássið hjá sær til Eirik Simon­ sen. Eirikur hevur sum skilst, spælt væl í felagi sínum í donsku fyrstu deild, og hansara egin­leikar í verjuni hava givið hon­um plássið fram um H71- bakkin hesaferð. Fleiri útisetar enn nakrantíð Meira enn nakrantíð verður lands­liðið myndað av leikarum, ið spæla uttanlands. Tíggju av teimum 16 leikarunum spæla í Dan­mark, Noregi ella Íslandi, og so at siga allir útisetarnir eru úttiknir. Har eru tveir útisetar, ið ikki eru úttiknir. Teir eru Tóraldur Kollsker og Fríði Hammer Weyhe, ið spæla í donsku aðru deild. Í mun til seinasta lands­ liðs­hópin er vert at leggja til merkis, at Rókur Akralíð er skiftur úr Kyndli til HEI Skær­ing í donsku fyrstu deild. Harafturat er Jónas Gunnars­ son Djurhuus fluttur til Viking Stavanger, meðan Nicklas Selvig er fluttur frá Ring­ sted í bestu donsku deildini til Stavanger IF í triðfremstu norsku deildini. Nicklas Selvig vísti seg væl fram móti Montenegro seinast, og lands­ liðsvenjarin segði á tíðinda­ fundinum at vongurin var ikki vorðin ein verri hond­bólts­ spælari hóast hann hetta hálv­ árið spælir á einum nakað lægri støði. Perfekta liðið – men við ivamálum Tey uttanveltaðu munnu hava trupult við at ímynda sær eitt betri valt landslið enn júst hesar sekstan leikararnar. Spurdi tú ein og hvønn ser­ frøðing um at velja sær 16 leikarar, so høvdu allir valt nær­um sama hópin. Tó eru nakrir váðar í út­ tøkuni. Tað fyrsta ein leggur til merkis er, at bert ein vinstri vongur er úttikin. Fær Rói Berg Hansen ein skaða ella trupul­ leikar í øðrum dystinum, so viknar liðið heilt nógv. Neyð­loysnin er at Hans Eli Sigur­bjørnsson fer á vinstra vongin, men hetta gevur tveir trupul­leikar. Annar er, at koll­ firðingurin ikki eigur at spæla altjóða hondbólt á einum plássi, ið hann ikki er vanur við. Hin er at hann kemur at vanta á vinstra bakkinum, har Peter Krogh helst skal hava onkrar steðgir. Okkurt ivamál er eisini um strikuleikaran, Helga Hildar­ son Hoydal. Hann fór undir skurðviðgerð í knænum fyri fáum vikum síðani, og sum skilst er knæið ikki heilt lýta­ leyst enn. Í seinastu viku spældi hann ikki dyst, orsaka av lítlari pínu í knænum, og spennandi verður at síggja um knæið er ført fyri at spæla tveir landsdystir upp á tríggjar dagar. Sonni Larsen, lands­liðs­ venjari, segði eisini á tíðinda­ fundinum at hann væntar at Helgi verður fult førur fyri at spæla báðar dystirnar. Tað er eisini trupult at síggja burtur frá strikuleikaranum úr Viking Stavanger, eins og tað er trupult at ímynda sær nakrar aðrar enn júst hesar 16 leikarar, ið mynda eitt sera sterkt landslið. Føroyar spæla móti Ukreina í Kiev 10. apríl og í Keyp­ mannahavn 13. apríl. sjurdur@sosialurin.fo Hondbóltur: STERKT LANDSLIÐ ÚTTIKIÐ Týsdagin tók Sonni Larsen, venjari hjá manslandsliðnum í hondbólti, út teir 16 leikarar, ið skulu spæla tveir dystir móti Ukreina í apríl. Onkrar broytingar eru gjørdar í mun til seinastu landsdystir, men yvirhøvur tykist hesin hópur at vera ein hin sterkasti nakrantíð Ukreina – Føroyar 10. apríl í Kiev Føroyar – Ukreina 13. apríl í Keypmannahavn Úttiknu leikararnir Málverjar Niklas Simonsen, TMT Tønder Nicholas Satchwell, Neistin Vinstri vongur Rói Berg Hansen, FIF Vinstri bakkar Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF Peter Krogh, H71 Spæliskiparar Jónas G. Djurhuus, Viking Stavanger Tróndur Kragesteen, Neistin Strikuleikarar Rókur Akralíð, HII Helgi H. Hoydal, Viking Stavanger Rógvi Dal Christiansen, Kyndil Høgri bakkar Áki Egilsnes, KA Akureyri Kjartan Johansen, Viking Stavanger Høgri Vongar Allan Norðberg, KA Akureyri Nicklas Selvig, Stavanger IF Verjuleikarar Eirikur Simonsen, FFI Brandur Halgirsson, H71 Eirikur Simonsen og Peter Krogh fáa úr at gera í verjuni móti einum sterkum ukreinskum liði