týsdagur 12. mars 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Tróndur Arge
Komandi vikuskiftið verður
afturvendandi dartkappingin
Tórshavn Open hildin í Eystur
skúlanum. Hendan kappingin
er størsta opna kappingin í
Føroyska dartkalendaranum,
og fleiri útlendskir dartspæl
arar leita sær nú eisini til Før
oyar at kappast. Í ár eru umleið
15 útlendskir gestir við frá Ís
landi, Svøríki og Danmark.
Havnar Dartfelag arbeiðir
við ætlanunum at menna hesa
kapping enn meira, og í ár
hevur Tórshavnar Kommuna
givið stuðul til at gera nýggjar
banar at spæla á. Hetta er alt
saman liður í at fáa kappingini
altjóða góðkenning í komandi
árum.
Nógv á skránni –
ikki bara dart
Byrjað verður longu fríggja
kvøldið við fyrilestri við heiti
num “Blív betur - Hvussu
kanst tú økja títt avrik í Dart,
við tilvitni um tín mentala
kapasitet”.
Tað eru Havnar Dartfelag og
Dartsamband Føroya, ið skipa
fyri fyrilestrinum, sum verður
í auluni í Eysturskúlanum
fríggjakvøldið 15. mars
klokkan 18. Fyrilesturin
er málrættaður dart
spælinum,
men
sagt verður eisini,
at
hann
kann
eisini
brúk
ast hjá øðrum
ítróttargrein
um. Fyrilesturin
er ókeypis, og
Havnar
Dart
felag
og
Dart
sambandið
siga,
at øll áhugaði eru
vælkomin.
Fyrilestrahaldari er
Rigmor Napoleonsdóttir
Arge,
ið
bæði
hevur
útbúgving og royndir innan
ítrótt og sálarfrøði. Hon fer
at greiða frá hvussu dart
spælarar kunna arbeiða mál
rættað við mentala partinum
av dartspælinum. Høvið verður
eisini at seta spurningar um
ymiskt hesum viðvíkjandi.
Klokkan 19 fríggjakvøldið
byrjar so fyrsta kappingin.Tá
er sokallað “Warm-up” kapping
á skránni.
Leygardagin klokkan 11 verða
einstaklingakappingarnar hjá
bæði kvinnum og monnum á
skránni, og har eru longu eini
60 fólk melda til.
Her skal vinnarin av Tórs
havn Open 2018 og núverandi
føroyameistarin,
Remy
G.
Hansen, royna at verja sigurin
frá í fjør. Vinnarin hjá kvinnun
um seinasta ár, Malene Grisen
vold, er ikki við so her skal
nýggjur meistari finnast.
Sunnudagin klokkan 11 er
kappingin í tvímansleiki á
skránni. Uni Árting og Jan Mc
Intosh vunnu Tórshavn Open
2018, og teir siga, at teir ætla
sær at royna at verja sigurin
frá í fjør.
trondur@sosialuri.fo
Tórshavn Darts Open 2019:
EIN KAPPING VIÐ
ALTJÓÐA DÁMI
Dart í Føroyum hevur í løtuni viðgongd,
har tað legst afturat við spælarum og
støðið á spælinum er hækkað. Næsti
liður í framgongdini er at fáa altjóða
kappingar og góðkenningar til Føroyar
Remy G. Hansen