týsdagur 12. mars 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Ein vegur úr myrkrinum
Sjálvt um mong dragast við sálarsjúku,
so er tað kortini fyri mong bæði trupult
og smoykið at snakka opið um sjúkuna
Vilmund Jacobsen
Hvat sigur stjórin, tínir starvs
felagar og tey, tú umgongst,
um tú sigur teimum, at tú hev
ur sálarkvøl?
Tað veit 36 ára gamla, Mika
ela Sindesen, ein heilan hóp
um. Hon hevur verið innløgd á
sálarsjúkrahús, og hon hevur
fingið eina nýggja útbúgving
og eitt fakliga avbjóðandi full
tíðarstarv.
Mikaela
Sindesen
hevur
lagt til rættis sítt sjálvmorð yv
ir langa tíð og niður í minstu
smálutir. Tað týdningarmikl
asta var at tryggja tá átta ára
gomlu dóttrini ein tryggan
uppvøkstur og eina góða fram
tíð.
Flytingin yvir til kærleikan
á Jútlandi gekk væl, og dóttirin
fall væl til í nýggja skúlanum.
Mikaela Sindesen er liðug
við bókina til dóttir sína, har
hon hevur skrivað niður øll
tey ting, sum dóttirin skal vita,
tá mamman ikki er sjálv til at
fortelja henni tað.
Djúp depressión
- Eg var í djúpari, djúpari de
pressión, men eg sá tað ikki
sjáv. Jú, sjúkari eg gjørdist,
tess minni sá eg tað. Og jú
minni, eg megnaði í gerandis
degnum, jú meira leyg eg. Eg
megnaði ikki at hava tamar
hald á vanligum tingum, og at
enda vildi eg ikki liva meira. Eg
kláraði snøgt sagt ikki meg
sjálva, sigur Mikaela Sindesen.
Frammanundan hevði hon
verið ígjøgnum eitt trupult
tíðarskeið, har hon var farin úr
einari 80 tímar arbeiðsviku
sum
bólkaleiðari
til
eina
sjúkramelding við strongd og
ein gerandisdag sum syndrað
ist.
Mikaela Sindesen var at
enda so niðurundir komin, at
hon megnaði ikki at keypa inn;
hon gloymdi at heinta dóttir
sína, og hon megnaði ikki at
lesa ein einfaldan tekst. Hon
kundi fara út við ruskposanum,
men gloymdi at koyra posan í
ruskílatið, og kom inn aftur
við honum.
At enda segði hon seg úr
starvinum fyri at flyta til Jút
land. Har vildi tryggja sína
dóttir og taka sítt egna lív.
Nýggjur lækni
Tá hon flutti til Jútlands, fekk
hon ein nýggjan økislækna,
sum skjótt kundi staðfesta, at
okkurt var galið. Læknin helt,
at Mikaela Sindesen hevði eina
álvarsliga
depressión,
men
kvinnan vildi ikki góðtaka
hesa sjúkugreining.
Læknin
bílegði
anti-de
pressivan heilivág, sum hon
gekk við til at taka – bert fyri
at prógva, at læknin hevði
tikið feil.
Men, beint ímóti tí, hon
hevði roknað við, fór heilivág
urin at virka, og hon fekk tað
nógv betri – ja, hon fekk tað
fantastiskt.
- Knapliga kundi eg alt, og
eg hevði tað enntá ógvuliga
gott. Eitt var, at eg ikki kundi
sova, men í staðin málaði eg alt
húsið. Eg var púrasta manisk.
Sjálvsagt var henda støðan
ikki haldbar, og læknin hjá
henni syrgdi fyri, at hon fekk
ein annan heilivág.
- So hendi tað, at eg endaði
heilt niðri í kjallaranum aftur,
og enn einaferð kom meira
ferð á ætlanir mínar um at
taka mítt egna lív.
Heystfrítíðin var nú beint
fyri stavn, og Mikaela Sindesen
var til reiðar at fremja sítt
sjálvmorð. Men, upprunaligu
avtalurnar fyri heystfrítíðina
broyttust.
Sjeikurin hjá henni skuldi
nú hava síni trý børn á vitjan,
og sjálvmorðsætlaninar vórðu
útsettar.
Mikaela Sindesen hevðði tíð
hjá økislæknanum stutt eftir
heystfrítíðina. Hun tordi ikki
av avlýsa avtaluna, tí hon visti,
hvussu læknin fór at reagera,
um hon ikki møtti upp.
Í staðin avgerð hon at fara
til læknan í vónini um, at
læknin ikki leggur til merkis,
hvussu sjúk hon er.
Tvinnir kostir
Men, læknin sær skjótt, hvussu
vorðið er, og hann gevur henni
tvinnar kostir í at velja: Antin
ringir hon til sjeikin og fær
hann at koyra seg á sálar
sjúkrahús – ella ringir læknin
eftir løgregluni og fær tey at
koyra hana á sjúkrahús.
Hon verður alt fyri eitt løgd
inn á sálarsjúkradeild í Hors
ens við tungari depressión og
psykotiskum
ábendingum.
Her er hon í átta vikur.
Spakuliga fær hon tað betri
og verður at enda útskrivað til
ambulanta viðgerð við sjúku
greiningini, sum verður rópt
bipolar líðing – áður kent sum
manio-depressiv sjúka.
- Mín verð syndraðist. Eg
helt fyrst, at hetta var ein
depressión,
sum
rakar
so
mong. Men, bipolar-líðing – ja,
tá ert tú rættiliga sjúkur, og
sjúkan er kronisk. Hetta sló
meg heilt út av kós. Eg hugsaði,
at nú fór eg ongantíð at gerast
frísk aftur. Tað var ein yvir
lækni, sum segði mær, at eg nú
kom at taka heilivág alt lívið,
og at eg ongantíð fór at koma
út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Hetta kundi eg slett ikki góð
taka.
Hjá Mikaela Sindesen byrj
aði nú viðgerðargongdin, sum
fór at fevna yvir ár. Bæði við
heililvági, terapi og sjúkulæru.
Kelda: www.helse.dk
Michala
gjørdist
sosialráðgevi
Vegamótið
hjá
Mikaelu
Sindesen byrjaði, tá hon
fekk eina ávísing til ein
nýggjan viðgerðara – ein
sjúkrarøktarfrøðing, sum
starvast hjá einum psyki
atara.
- Hetta var fyrstu ferð í
sjúkugongdini, at ein fak
persónur segði við meg:
”Tú kanst fáa eitt vanligt
lív aftur, og tú kanst liva
undir vanligum umstøð
um…” Øll onnur høvdu av
skrivað meg og sagt, at eg
fór at gera fyritíðarpen
sjónistur.
Hesin
sjúkra
røktarfrøðingurin var hin
fyrsti, ið segði mær nakað
annað, og eg gjørdi, soleiðis
sum hon mælti mær til at
gera.
Mikaela Sindesen skuldi
leggja sítt lív fullkomiliga
um. Hon skuldi skráseta
gerandisdagin
niður
í
minstu smálutir – hvat
hon hevði etið, hvussu
nógv hon hevði sovið, og
um hon hevði gjørt likam
liga venjingar.
Mikaela Sindesen ger
nú vikuætlanir uttan inni
hald, soleiðis at hon spaku
liga kann læra at slappa av.
Hon velur sínar vinir, og
hon arbeiðir málrættað við
bæði likami og sál.
- Hetta var ógvuliga
trupult. Eg legði jú til
merkis, at eg hevði ong
antíð lurtað eftir mær
sjálvari. Eg skuldi byrja
heilt av nýggjum, og mítt
lív skuldi byggjast uppaft
ur frá botni av.
Hon heldur, at samrøð
urnar høvdu stóran týdn
ing fyri hana, bæði tí, at
her var fokus á hana sjálva
og barnið.
- Eg havi verið ógvuliga
heppin at hava møtt teim
um røttu fólkunum, sigur
Mikaela Sindesen.
Hon fekk vikusamrøður
í seks ár og heldur, at hon
hevur havt fleiri enn 300
samrøður hesi árini, og í
eina tíð hevði hon eisini
samrøður við psykiatara,
sjúkrarøktarfrøðing, fam
iljuráðgeva og fysioterapeut.
Ávegis hevur Mikaela
Sindesen fingið høvi at
endurútbúgva seg og hev
ur tikið eina útbúgving
sum sosialráðgevari.
Fyri
tveimum
árum
síðan endaði hon sínar
samtaluviðgerðir og livir í
dag eitt vanligt lív saman
við sínari 16 ára gomlu
dóttir og hevur eitt fulltíð
araarbeiði.
vilmund@sosialurin.fo
- Eg megnaði ikki at hava tamarhald á vanligum tingum, og
at enda vildi eg ikki liva meira, sigur Mikaela Sindesen