mikudagur 1. desember 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 230 - 1. desember 2004
Ein væl eydnað ein-
skiljing krevur rætta
javnvág millum al-
menn og privat
áhugamál og skal
skapa eina ‘win-win
situatión’ fyri samfel-
agið so væl sum fyri-
tøkuna og starvsfólk-
ini, varð millum ann-
að ført fram undir
‘Ráðstevnu um ein-
skiljing av almennum
fyritøkum’ í farnu
viku
EINSKILJINGAR
Búi Tyril
Myndir: Jens Kristian Vang
tyril@PRnewsMedia.com
Privatisering av almennum
fyritøkum er vorðið eitt heitt
evni, ikki minst aftan á eina
ráðstevnu
sum
Føroya
Banki skipaði fyri seinasta
fríggjadag, sama dag sum
tíðindi annars spurdust um
eitt møguligt ‘management
buyout’ á Føroya Fiskasølu.
Í mun til nógva aðrastaðni
hevur upphitingin av hesum
evni í Føroyum verið ógvu-
liga leingi ávegis, eins og
Bjarni Djurholm, landsstýr-
ismaður í vinnumálum,
undirstrikaði á ‘Ráðstevnu
um einskiljing av almennum
fyritøkum.’ Á ráðstevnuni
fingu leiðandi politikarar,
embætisfólk og onnur høvi
til at hoyra um ítøkiligar
royndir í okkara granna-
londum hvat viðvíkur ein-
skiljing av almennum fyri-
tøkum, bæði innan fiski-
vinnu, oljuvinnu og fíggjar-
vinnu.
»Endiliga tykist tað sum
at nakað er við at henda,«
staðfesti Djurholm yvir fyri
tíðindafólki undir einum
steðgi millum fyrilestrar-
nar. »Hetta hevur bíðað
rættiliga leingi… Men nú
er gongd við at koma á.«
Djurholm,
sum
setti
stevnuna, segði nøkur inn-
leiðandi orð um ætlanirnar
hjá Landsstýrinum um ein-
skiljingar, og nevndi Føroya
Tele sum ein upplagdan
kandidat. Viðvíkjandi Fiska-
sølu og Fiskavirking nevndi
hann møguleikan at hesi
aktiv hjá Framtaksgrunnin-
um verða partvis privatis-
erað, at tað almenna í fyrstu
syftu varðveitir ein meiri-
luta av partabrøvunum.
Meira enn 70 fólk vóru
komin saman til ráðstevn-
una har fýra framstandandi
og væl informeraðir fyriles-
arar við royndum frá ar-
beiði í sambandi við privat-
iseringar løgdu fram nógv
av tí sum er at siga um
evnið: Keld Askær við
grønlendskum
royndum,
Olav Fjell við norskum
royndum, Stéfan Jón Fríðr-
iksson
við
íslendskum
royndum og Erik Bonnerup
við donskum royndum.
Mong orð fullu ið uttan
iva góvu tilfar at hugsa um
fyri løgmann so væl sum
meginpartin av Landsstýr-
inum og einum parti av
Løgtinginum umframt um-
boðum fyri almennar fyri-
tøkur, stovnar og grunnar.
Men, eins og allir fyrilesar-
arnir vóru á einum máli
um, hvør tann einasta ein-
skiljingin setir sínar egnu
serligu treytir fyri at eydn-
ast; tað finnast ongar ein-
skiljingar ið eru heilt eins.
Nr 7 í Europa
Hugsa vit um almennar
fyritøkur innan fiskivinnu,
so kunnu royndirnar og ætl-
anirnar hjá grønlendingum
ikki annað enn hava áhuga
fyri føroyingar.
»Tað gevur onga meining
at privatisera bara fyri at
privatisera,« segði Keld As-
kær, stjóri í Royal Green-
land. »Í sambandi við ein-
skiljing av almennum fyri-
tøkum er tað neyðugt at
taka bæði politisk og
handilslig atlit.«
»Allastaðni
í
vestur-
heimsins ídnaðarlondum
hevur spurningurin um ar-
beiðsbýtið millum tann al-
menna og tann privata
sektorin verðið umhugsað-
ur. Privatisering er áhuga-
vert tá talan er um virksemi
har kapping og marknaðar-
treytir hava møguleikar at
virka. Tað er høpisleyst at
broyta eina situatión frá
einum almennum monopoli
til eitt privat monopol. Tað
hava vit sæð dømir um í tí
russisku skipanini, og tað
gevur
trupulleikar
og
órímilig kapitalbýti.«
»Men virka marknaðar
mekanismurnar, so er priv-
atisering ein møguleiki ið
tað framkomna samfelagið
kann gera nýtslu av, tá tað
vil minka um tann almenna
sektorin og beina burtur
bürokratiið í tí samband-
inum. Mín fyritøka er í dag
almenn ogn og er um nakar
í einari kappingarstøðu, so
tær grundleggjandi treytir-
nar
fyri
at
tosa
um
privatisering eru til staðar.
Royal Greenland er eitt
handilsligt virki, eitt parta-
felag. Við einum partafelag
fylgir ein røð av skyldum
bæði fyri nevnd og dagliga
leiðslu. Vit skulu røkja fel-
agið og tess áhugamál undir
ábyrgd yvir fyri eigarunum.
Tað merkir at felagsins
leiðsla hevur skyldu til at
útføra hvat hon finnur er
best fyri felagið og tess
menning. Stutt sagt: Har má
vera okkurt at einskilja
áðrenn tað er áhugavert at
tosa um, nevniliga ein góð
vinnufyritøka ella ein góður
vinnumøguleiki
undir
marknaðarligum treytum.«
Sum stjóri í KNI hevur
Askær verið við í einari
lutvísari privatisering av
hesum felag, og hann
greiddi frá um konfliktir
millum áhugamál ið koma
undan kavi tá eitt felag hjá
heimastýrinum sum eisini
hevur tikið sær av ikki-
handilsligum
uppgávum
skal
einskiljast.
Hann
greiddi eisini frá um virk-
semið hjá Royal Greenland
sum altjóða veitari av
fiskavørum og um tær stóru
avbjóðingarnar á marknað-
inum, ikki minst hvat við-
víkur íløgum og marknað-
arføring.
Royal Greenland telist
millum tær sjey størstu sea-
food fyritøkurnar í Europa.
Tann árligi umsetningurin
hjá Royal Greenland liggur
um 4 milliardir krónur;
vinningurin áðrenn skatt
hevur tey seinastu árini
ligið um 100 milliónir.
Klívast í tvey
»Vit hava við okkara um-
hugsanum í Royal Green-
land verið runt alla kum-
passina, tá talan er um
framtíðar eigaraskap, her-
undir eisini møguleikarnar
fyri einskiljing. Lat okkum
tí hyggja at fyritøkuni
Royal Greenland fyri at fáa
eina mynd at taka støði í,
eisini hvat viðvíkur møgu-
ligari privatisering. Lat
meg byrja við tí sum tað
snýr seg um, nevniliga okk-
ara produkt og okkara pro-
dukt heilt úti hjá brúkaran-
um, har smakki- og sjónar-
upplivilsið stendur í mið-
deplinum. Vit eru nógva
staðni á knøttinum, vit hava
framleiðslu, sølu og rá-
vøruveiting spreiddar víða
um í heiminum. Vit fiska
sjálv ein munandi part av
okkkara vørum, og føra tær
saman við innkeyptar rá-
vørur í tilvirkaðum standi
til marknaðir hjá teimum
heilt stóru detailhandlunum
fyrst og fremst í Europa,
men eisini fyri ávís produkt
aðrastaðni í altjóða handli.
Sum liður í strategiini hjá
Royal Greenland hevur
nevndin viðtikið fylgjandi
visión, missión og virðis-
grundarlag, sum eg ikki her
fari úti í detaljur við, men
endurgevi í stuttum, nevni-
liga at vit í Royal Green-
Ávara ímóti at lata privat mon
Stjórin og nevndarformaður í Føroya Banka her saman við Olav Fjell, fyrrverandi forstjóra í Statoil