mikudagur 1. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
25
land vilja virka sum ein
lønsom og ávirkandi sea-
food fyritøka í einum al-
tjóða marknað.«
Við atliti til privatisering,
segði Askær víðari at í
teimum
væl
eydnaðu
royndum hann hevur sæð,
bæði í Grønlandi og aðra-
staðni, er felags nevnarin
ein góð javnvág millum
almenn og privat áhugamál.
»Hvat er tað vit vilja
koma fram til? Hvat er tað
vit kunnu geva samfelagn-
um? Og hvat kunnu vit
geva felagnum, soleiðis at
vit fáa eina win-win situati-
ón? Málið fyri eina væl bal-
anseraða einskiljing av
Royal Greenland snýr seg
um at optimera nyttuna av
grønlenskum
náttúrutil-
feingi; at gagnnýta tann
etableraða marknaðar og
produkt plattformin hjá
Royal
Greenland
m.a.
gjøgnum víðkan av sølu-
kanalum fyri grønlendskar
rávørur; at menna verandi
og komandi relatiónir við
dominerandi
aktørar
á
seafood marknaðinum fyri
matvørusektorin sum heild;
at minka um ella burtur-
beina búskaparligar váðar
fyri Landsstýrið í sambandi
við møguligar øktar íløgur í
virksemi
felagsins;
at
tryggja ‘brandið’ hjá Royal
Greenland so at tann bein-
leiðis handilsligi fyrimun-
urin verður varðveittur og
aðrir fyrimunir við ‘brand-
inum’
beinleiðis stuðla
øðrum vinnuvirksemi hjá tí
grønlandske samfelagnum;
og at í pørtum av fyritøkuni
víðka aktivt medeigaraskap
fyri leiðslu, medarbeiðarar
og fiskimenn.«
Sum møguliga framtíð
fyri Royal Greenland var
Askær inni á møguleikan-
um at klíva felagið í tveir
høvuðspartar, ein við virk-
semi fyrst og fremst í Grøn-
landi og ein við altjóða
virksemi. Í tí ‘heimliga’
partinum verður út frá hes-
um modelli tað grønl-
endska heimastýrið hø-
vuðseigari, meðan starvs-
fólk, fiskimenn og íleggjar-
ar annars eru minniluta eig-
arar; í felagnum við altjóða
produkt-, marknaðar- og
distributiónsvirksemi kann
til dømis eitt altjóða mat-
vørusamtak eiga meirilutan
av partabrøvunum, meðan
eitt alment grønlendskt fel-
ag eigur ein minniluta part.
»Eitt tílíkt modell hevði
kunnað givið greiðar fyri-
munir fyri allar partar…
Royal Greenland er eitt
aktiv í tí konsolidering í
seafood vinnuni sum nú er
ávegis; hetta hevði loyvt
einari kapitalisering á Roy-
al
Greenland
navnið;
Landsstýrið hevði varðveitt
sína ávirkan á gagnnýtsluna
av fiskitilfeinginum; og
skuldin hevði minkað í
einum almennum felag.«
»Við øðrum orðum: okk-
urt má vera at privatisera,
altjóða marknaðurin ræður
í veruleikanum, og politik-
arar og vinnulívsfólk við
visiónum
kunnu
skapa
loysnir við góðari javnvág
til gagns fyri samfelagið,
felagið og starvsfólkini.«
‘Privat monopol verri’
Olav Fjell, fyrrverandi
stjóri í Statoil, var millum
teirra sum stóðu á odda fyri
børslistingini og umskipan-
ini í 2001 av tí statliga eig-
araskapinum av felagnum;
hetta varð útført gjøgnum
at felagið frá statinum yvir-
tók partabrøvini, sum sam-
stundis vórðu privatiserað
partvís.
Millum
annað
gongdini í hesum greiddi
Fjell frá og vísti somuleiðis
á at ein fyritøka sum Stat-
oil, fyri at standa seg í al-
tjóða kapping, má gerast
leys av órógvandi uppílegg-
ing ella stýring frá politisk-
ari síðu. Tann stóra menn-
ingin av felagnum síðani ta
lutvísu
privatiseringina
hevur eisini staðfest hetta,
segði Fjell, sum eisini gav
eina meting av samfelags-
ligum fyrimunum av privat-
um, heldur enn almennum,
eigaraskapi. Sum fyrrver-
andi
fíggjarstjóri
hjá
Kongsberg Våpenfabrikk
umframt fyrrverandi stjóri
fyri Postbanken, ið eru al-
mennar fyritøkur, hevur
tann núverandi stjórin í
fíggjarfyritøkuni First Se-
curities innlit í nógv viður-
skifti av týdningi í sam-
bandi við privatiseringar og
almennar fyritøkur.
Aftan a Fjell fyrilas Stef-
án Jón Fríðriksson, sum er
deildarstjóri í tí íslendska
Fíggjarmálaráðnum; hann
hevur sum skrivari í einari
serligari einskiljingarnevnd
havt ein virknan leiklut í
teimum sera umfatandi
privatiseringunum av tí ís-
lendska fíggjarmarknaðin-
um tey seinnu árini. Hann
tók millum annað sam-
anum hvussu tað almenna
eigaraskapið
í
útláns-
grunnunum varð yvirført til
tann privata sektorin, og
hvussu hetta sum heild
hevur ávirkað samfelagið
og vinnulívið. Spurningin
um prísseting av bankum
og leiklutin hjá tí íslendska
virðisbrævamarknaðinum í
sambandi við privatisering-
arnar, tók hann somuleiðis
upp, og segði harafturat frá
hvørjar
hugsanir
eru
frammi tá tað snýr seg um
spurningin um møguligt út-
lendsk eigaraskap í ís-
lendskum peningastovnum.
Erik Bonnerup, formaður
fyri Privatiseringsrådet og
fyri Fondsrådet, helt tann
seinasta fyrilesturin á ráð-
stevnuni. Bonnerup, sum er
fyrrverandi deildarstjóri í tí
danska Fíggjarmálaráðnum
og fyrrverandi stjóri fyri
Administrationsdeparteme
ntet, var stjóri fyri Statsan-
stalten for Livsforsikring tá
tann danski staturin, í 1990,
seldi Statsanstalten til Bal-
tica Forsikring. Bonnerup
helt fram sum stjóri í Bal-
tica og síðani Danica, tá tað
felagið varð yvirtikið av
Danske Bank. Nógvir før-
oyingar kenna annars Bon-
nerup sum fyrrverandi for-
mann í ‘Statsministeriets
rådgivende udvalg vedrør-
ende Færøerne’.
Í sínum fyrilestri vísti
Bonnerup millum annað á
týdningin av skilagóðari
umhugsan og planlegging
áðrenn endaligar avgerðir
verða tiknar um privatis-
eringar.
»Tað finnist bara eitt sum
er verri enn eitt alment
monopol,« segði Bonnerup
»og tað er eitt privat mono-
pol.«
nopol avloysa almenn monopol
Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka
Umboð fyri vinnulív og tað almenna á einskiljingarseminari
Væl varð møtt