mikudagur 1. desember 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 230 - 1. desember 2004
– Føroysk fiskivinna
kann fáa stórar
møguleikar í Peru,
sum er heimsins
næststørsta fiski-
vinnutjóð
Altjóða samstarv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Møguleikarnir hjá føroysku
fiskivinnuni á fjarleiðum
verða alsamt trengri og
trengri.
Fyri at fáa fleiri bein at
standa á, hava føroyingarav
og á roynt at menna fiski-
vinnusamstarv við fjarskot-
in lond. Í hesum sambandi
hava vit roynt okkum í Ný
Sælandi og ymsastaðni í
Afriku.
Men hesar royndir hava
allar verið miseydnaðar.
Nú royna vit so einaferð
afturat. Aftrur hesuferð er
tað langt burturi, við kyrra-
hav, beint sunnanfyri mið-
kringin, – í Peru.
Og tað kann so skjótt
vera at fiskivinna í Føroy-
um og Peru fara at ganga
saman í eitt samstarv, sum
kann verða ógvuliga gev-
andi fyri báðar partar.
Og tað eru nógv betri
útlit til, at hetta samstarvið
fer at hepnastbetri, tí hesu-
ferð er ætlanin at fara
ørðvísi til verka, sigur Bogi
Eliasen á uttanríkisdeildini
hjá landsstýrinum, sum
hevur avbeitt við hesi ætl-
anini fyri landsstýrið.
Hann sigur, at í hesum
føri er ætlanin at menning-
arhjálp og vinnuligt sam-
starv skulu ganga hond í
hond.
– Tað byrjaði alt við ein-
um vilja hjá hesum lands-
stýrinum um, at føroyingar
átaka størri altjóða ábyrgd í
sambandi við menningar-
hjálp.
Altjóða samfelagið hevur
meiri ella minni sett sum
mál, at tey ríku londini eiga
at brúka 0,7 % av bruttu-
tjóðarinntøkuni til menn-
ingarhjálp.
Men tað er so ómetaliga
langt frá, at føroyingar hava
livað upp til hendan setn-
ingin, tí hesi seinastu árini
hava vit bara brúkt 300.000
krónur um árið til menning-
arhjálp. Skuldu føroyingar
livað upp til altjóða áseting-
arnar, skuldu vit latið sjey
milliónir í menningarhjálp.
Tað hevur hetta landsstýrið
sett sær fyri at bøta um og á
fíggjarlógini fyri 2005, er
játtanin til menningarhjálp
10 faldað upp í 3 milliónir.
I hesum sambandi hevur
landsstýrið eisini sett sær
sum mál, at peningurin skal
brúkast til veruliga menn-
ingarhjálp og ikki bara til
hjálp í sambandi við van-
lukkur. Sostatt skal pen-
ingurin brúkast til menn-
ingarhjálp og ikki bara til
neyðhjálp.
– Peningurin skal sostatt
ikki bara latast, men heldur
brúkast til burðardygga
menning í einum øki, sigur
Bogi Eliasen.
Hann sigur, at landsstýrið
helt tað vera rættast at
brúka peningin í einum
oyggjalandi, sum líktust
Føroyum ella at brúka teir í
einum ávísum øki í einum
størri landi.
– Men fyri at fáa skapa
burðardygga,
vinnuliga
menning í einum øki, er tað
av stórum týdningi at hava
vinnulívið við, tí tað er
vinnulívið, sum dugir best
at menna eina vinnu og
sum dugir best at ráðgeva
um vinnulív og sum dugir
best at loysa ávísar vinnu-
ligar uppgávur í landinum,
sum menningarhjálpin skal
latast til.
– Vit høvdu væntað, at
tað skuldi taka okkum nøk-
ur ár at sannføra vinnulívið
í Føroyum um at hetta
kundi verða ein møguleiki.
– Men eftir at frágreið-
ingin um menningarhjálp
hevði verið fyri í løgtingin-
um, hendi tað, at vinnulívs-
fólk vendu sær til okkara og
vístu okkum á Peru. Talan
var um fólk, sum høvdu
innlit í viðurskiftini í Peru
og sum eisini høvdu ítøki-
lig vinnulig áhugamál. Men
tey vildu eisini arbeiða við
menningarhjálp. Hetta er
eitt arbeiði sum kollfirðing-
urin, Jógvan Martin Joen-
sen, hevur samskipað.
– Tá ið tað nú vísti seg
beinanvegin at vera ein
ítøkiligur áhugi fyri Peru,
gjørdi landsstýrið av at taka
av tilboðnum, um vit kunnu
siga tað soleiðis, heldur enn
at brúka langa tíð at leita
eftir øðrum, hóskandi ætl-
anum.
Í hesum sambandi var
Bogi Eliasen í Peru í
summar. Samstundis var
ein sendinenevnd av før-
oyskum vinnulívsfólkum í
Peru.
Menningarhjálpin
og
vinnuligi áhugin annars eru
atskild, men tað gagnar av-
gjørt einum slíkum arbeið-
ið at hava vinnulívið við og
tað er ein fyrimunur at taka
báðar tættirnar við. Og tá ið
Føroyar og Peru kunnu hava
Anfinn Olsen, Eduardo Pastor, Jógvan Martin Joensen, Alejandro Jimenez Morales fiskivinnuráharri, Walter Benavente Collantes ráðgevari, Pedro Oleachea varakonsul og Bogi Eliasen