Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 230 - 1. desember 2004 27 vit fara út um landoddar- nar, er tað sjálvsagt, at vit eisini hugsa um føroyskt vinnulív. Stúra ikki fyri at verða kollrend Bogi Eliasen sigur, at tað vísur seg, at myndugleikar- nir í Peru, eru sera áhugaðir fyri samvinnu við Føroy- um. Í hesum sambandi er støddin á Føroyum ein stórur fyrimunur. – Føroyar eru so lítlar, at tað er ongin vandi fyri, at vit fara at renna Peru um koll, heldur ikki á fiski- vinnuøkinum, hvørki í íløg- um, ella við at senda fiski- skip í hópatali til Peru at fiska. – Hetta hevur víst seg at vera ein stórur fyrimunur hjá okkum. Í Peru hevði Bogi Eliasen m.a fundir við uttanríkis- málaráðið og uttanríkis- handilsmálaráðið um møguleikar fyri eini frí- handilsavtalu við Føroyar. Hann hevði eisini fund við Fiskimálaráðið, sum er ein deild undir Framleiðslu- málaráðnum og Framleiðsl- umálaráðið um samstarv á fiskivinnuøkinum og øðr- um vinnuligum økjum. Hann hevði eisini fund við menningarmálaráðið. Og Bogi Eliasen ivast ikki í, at tað eru avgjørt møguleikar hjá føroyskari fiskivinnu og føroyskum vinnulívi annars at sam- vinna við Peru. – Peru hevur eina strandalinju upp á 2400 kilometrar og havið uttan- fyri er eitt tað ríkasta av øll- um. Tað ger Peru til næst- størstu fiskivinnutjóð í heimi. Tey fiska einar 20 ferðir so nógv sum Føroy- ingar, men kortini er fíggj- arliga avkastið í fiskivinn- uni í Peru ikki meiri enn tvær ferðir so stórt sum í Føroyum. Harafturat verður lítið fiska uttanfyri 30 fjórðingar. Somuleiðis hevur tað eydnast teimum í Peru illa at menna strandaøkini og tað eru eini 25% av fólkin- um í Peru, sum ikki fáa nóg mikið av proteinum. Sam- stundis fer tað mesta av fiskinum til mjøl. – Tí er alstórur áhugi í Peru fyri at fáa samtarv við útlendingar, sum kunnu seta rættiliga ferð á ein menning í fiskivinnuni fyri at fáa meiri fisk virkaðan til matna. Bogi Eliassen sigur, at peruvianarar eru eisini áhugaðir fyri at fáa samtarv ið Føroyar um aling í feskum vatni. Men hann heldur, at tað eru eisini aðrir møguleikar í Peru. – Fáa vit eitt samstarv í lag á einum øki, kann tað skjótt føra við sær, at tað eisini fer at kasta nakað av sær til avleiddar vinnur. Fáa vit eitt fiskivinnusamstarv á føtur, kann tað eisini kasta nakað av sær til maskinverkstaðir, smiðjur, trolvirki o.s.fr. Og so eru tey í Peru akkurát byrjaðir upp á eina oljuvinnu og hetta kundi eisini verið ein møguleiki hjá føroyingum at fingið eitt samstarv á tí økinum. – Tað eru nógv virki í Føroyum sum fyrireikaðu seg til oljuvinnuna her um okkara leiðir, men her stóð veruleikin ikki mát við vónirnar og sostatt eru fleiri av hesum virkjum, sum ongantíð sluppu reiði- liga ígongd. Men Í Peru kundi tað avgjørt eisini ver- ið ein møguleiki hjá hesum virkjum. – Í eini samvinnu ímill- um Føroyar og Peru kunnu báðir partar fáa nógv burt- urúr. Í Føroyum hava vit vitanina og vit hava tøkni- frøðina. Í Peru hava tey rá- vøruna og tey hava arbeiðs- megina, so tað eru avgjørt møguleikar. Fyribils hava tey eina ítøkiliga verkætlan í kikar- anum. Tað er at gera mjøl, sum er vunnið burturúr høgguslokki, til eitt slag av kornflykrum til fátæk børn, sum ikki fáa nóg mikið av proteinum. Hetta er eitt samstarv við eitt universitet í Peru. Ein annar tanki, sum sum hevur verið frammi, er at gera eitt stór-flakavirki í Peru, sum vit kenna tað úr Kina. Alt hetta verður nú kannað. Ætlanin er somuleiðis at hava starvsfólkaumbýti og fríhandilssáttmála sum partar av samstarvinum við Peru, umframt at arbeitt verður við nágreiniligum menningarverkætlanum og fyri at føroyingar kunnu fiska í peruvianskum sjóøki. nógv at geva hvørjum øðrum Frá vinstru Bjarni Petersen, Annfinn Olsen, Jógvan Martin Olsen, Eduardo Gómex, Sanchez Gutti, ráðgevari, Bogi Eliasen, Ernesto Pinto Basurco ambassadørur fyri Evropa, danskur konsul, José Antonio Oleachea, varakonsul, Pedro Oleachea og Eduardo Pastor ráðgevari