mikudagur 1. desember 2004síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 230 - 1. desember 2004
Russarar eru ógvuliga
áhugaðir at fáa havnir
í Føroyum til upp-
skiping. Fuglafjørður,
Kollafjørður og Suð-
uroy eru upp á tal.
Men bip-skipanin og
manglandi fríhandils-
avtalan við russarar,
eru stórar forðingar
RUSSARAR Í
FØROYUM
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Russarar hava stóran áhuga
fyri at fáa fríhavnir, um-
skipingarhavnir og lossing-
arhavnir í Føroyum.
Og hesa seinastu tíðina
hava rættiliga sett ferð á
arbeiðið at finna hóskilig
pláss í Føroyum, sum teir
kunnu brúka til endamálið.
Í hesum sambandi var eitt
umboð
fyri
Murmansk
Trawl Fleet í Føroyum í
farnu viku, her hann hugdi
eftir umstøðunum.
Talan var um Nikolay
Schinkaruk, ið sostatt um-
boðar heilar 88 trolarar,
sum fiska ýmsastaðni í
Norðurhøvum.
Við sær hevði hann Lud-
milla Danilova, sum um-
boðar
størsta
fiski-
vinnublaðið í Murmansk.
Saman við umboðum fyri
Faroe Agency, sum um-
boðar nógv russisk skip í
Føroyum og umboðum fyri
fiskimálaráðið, ferðaðust
tey bæði runt um í landin-
um, har tey kannaðu um-
støðurnar.
– Tað eru serliga trý øki í
landinum, sum kunnu koma
upp á tal til hetta endamálið
og tey eru Fuglafjørður,
Kollafjørður og Suðuroy, tí
har eru frystigoymslur, sigur
Árni Dam á Faroe Agency.
Hann sigur, at á øllum
hesum plássum eru góðar
umstøður, so teimum er
onki í vegin við. Í sambandi
við Suðuroynna, vóru teir
og hugdu eftir umstøðunum
bæði á Tvøroyri og í Vági, tí
gera russarar umskiping-
arhavn í Føroyum, koma teir
at fáa brúk fyri nógvum
øðrum enn bara frystihúsi.
Men hann leggur afturat,
at gera russarar av av brúka
føroyskar havnir, eins og
hentleikar á landi, verður
talan um so stórt virksemi,
at tað verður ríkiligt til øll
hesi plássini, heldur Árni
Dam.
– Orkan í Føroyum at taka
ímóti frystilastum og øðr-
um, er ikki so stórur, at tek-
ur nakað virksemi seg upp,
verður tað brúk fyri øllum.
Hann vísir á, at í hesum
føri er bara talan um tað
eina felagið, sum altso
hevur heili 88 skip, men tað
eru
eisini
onnur
stór
útgerðarfeløg í Russlandi,
sum hava sama áhuga.
BIP- má burtur
Men Árni Dam vísir staði-
liga á, at tað er tveir trupul-
leikar í hesum sambandi.
Annar eitur BIP og hin er,
at tað dregur so nógv út at
fáa
fríhandilsavtaluna
ímillum Føroyar og Russ-
land, setta í gildi.
Sum er, noyðast russarar,
eins og øll onnur, at bippa
allan fisk inn, sum teir
leggja upp á land í Føroy-
um.
BIP stendur fyri "Border
Inspection Point" og í stutt-
um er tað ein heilsufrøðilig
marknaeftirlitsstøð.
Tað er eitt krav at allur
fiskur, sum verður upp-
skipaður í Føroyum, skal
um eina BIP-støð. Eisini
triðjalandsfiskur, sum kem-
ur upp á land í Føroyum og
sum skal sendast víðari til
onnur triðjalond, skal um
eina bip-støð.
– Enntá grønlendsk skip,
sum leggja fisk upp í
Føroyum,
skulu
bippa
vøruna inn, hóast vit eru í
ríkisfelagsskapi.
– Hetta er alt ov dýrt. ov
tvørligt og ov óliðiligt og
tað er sostatt við at forkoma
okkum eina góða og sjálv-
sagda inntøkukeldu, sigur
Àrni Dam.
Hann leggur afturat, at
hendan
skipanin
hevur
longu kostað føroyingum
nógv arbeiðspláss, tí at kalla
allir grønlendsku skipini
sum plagdu at leggja veið-
ina upp her, eru givin, tí
bippingin er so dýr.
Somuleiðis vónar Árni
Dam, at handilsavtalan
ímillum Føroyar og Russ-
land, sum hevur ferðast úr
skuffu í skuffu nú í so langa
tí, eisini verður sett í verk
nakað skjótt.
Tí verður hon tað, kann
hetta rættiliga skjótt føra til
enn
størri
virksemi
í
Føroyum.
Árni Dam vísur á, at
russarar eru eisini hugaðir
fyri at lata russisk skip
koma til Føroyar at bunkra
olju og at taka pakkitilfar
og aðra útgerð.
Til tað krevst, at olju-
tangar og verða settir upp
og goymsluhøllir bygdar,
men tað eru fleiri støð í
Føroyum, har tað ber væl til
at byggja slíkar oljutangar
og at skapa aðrar fortreytir.
Men skal tað koma upp á
tal, verður tað heilt neyð-
ugt, at handilsavtalan kann
koma í gildi so at russarar
sleppa undan at betala toll
av oljuni og øðrum, sum
teir leggja upp á land her til
skipini.
Kemur rættilig gongd á
hetta virksemi eisini, kann
talan
gerast
um
eini
400.000 tons av olju, sum
russisk skip kunnu koma at
bunkra í Føroyum um árið.
Somuleiðis eru russarar
sinnaðir at brúka føroyskar
skipasmiðjur til umvæling-
ar, treytað av at avtalur fáast
í lag.
Men akkurát, hvar russarar
fara at leggja sítt virksemi,
hevur hann onga ávirkan á.
– Tað avgerða teir púra
einsamallir. Men alt hetta
nyttar onki at tosa um, fyrr-
enn bip-viðurskiftini eru
fingin í rættlag og handils-
avtalan er sett í gildi, sigur
Árni Dam.
Landsstýrið kannar
nú eftir, hvussu
hvørja støðu bip-
støðirnar í Føroyum
hava, tá ið talan er um
umskiping aleina
BIP-STØÐIR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Landsstýrið roynir nú at fáa
greiðu á, um tað ber til at
sleppa lagaligari um bip-
støðirnar í Føroyum, tá ið
tað aleina er talan um um-
skiping av fiski.
Tað sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður.
Sum sagt aðrastaðni í
Vinnublaðnum í dag, royna
russarar at finna umskip-
ingarhavnir í Føroyum.
Men eftir kravi frá ES,
skal allur fiskur, sum verð-
ur lagdur upp í Føroyum,
um eina BIP- støð, eisini
triðjalandsfiskur sum skal
avskipast aftur til triðjaland
og sostatt ongantíð kemur
inn um ES mark.
Og tað ger tað ov dýrt og
ov tvørligt hjá russarum at
hugsa um umskipingar-
havnir í Føroyum.
Árni Dam, sum umboðar
nógvar russarar í Føroyum,
ger sostatt greitt, at so
leingi hesar forðingarnar
eru burtur, er ongin møgu-
leiki at hugsa um russiskar
umskipingarhavnir í Føroy-
um.
Men tað eru júst hesar
forðingar, sum landsstýrið
arbeiðir við at fáa burtur.
Hann sigur, at vinnu-
málaráðið hevur sent ES
fyrispurning fyri at vita,
hvørja støðu BIP-støðirnar
hava, táið talan er um um-
skiping aleina, afturímóti
vanligum havnum.
Hann sigur, at Vinnumála-
ráðið hevur bíðað leingi
eftir svarið frá ES myndug-
leikum, men tað er ikki
komið enn.
Og fyrrenn tað svarið er
komið, ber ikki til at siga
meir um málið.
Bip ein forðing fyri nógvum
arbeiðsplássum í Føroyum
Kanna møguleikarnar fyri lagaligari bipping
Her eru Nikolay Schinkaruk, næstytst til høgru, Ludmilla Danilova, ytst til høgru, sum er á
størsta fiskivinnublaði í Murmansk, á f undi við umboð fyri kommunur, vinnulív og almennar
stovnar í Suðuroy mikukvøldið. Hann umboðar ar størsta reiðarí í Murmansk við heili 88
trolarum og hon arbeiðir á størsta fiskivinnublaðið í Murmansk. Annars er tað borgarstjórin á
Tvøroyri, ytst vinstrumegin, síðani Ivan Eginson og Àrni Dam frá Faroe Agency