mikudagur 1. desember 2004síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 230 - 1. desember 2004
29
Reiðaríið í Hósvík
byrjaði so smátt at
bjóða seg fram í olju-
vinnuni fyri einum 6-
7 árum síðan, og síðan
er hesin parturin av
virkseminum hjá
felagnum vaksin til
tað, hann er í dag. –
Vit vistu, at brúk var
fyri hjálparskipum av
ymiskum slagi í olju-
vinnuni, og tí fóru vit
snøgt sagt í gongd við
at bjóða okkum fram.
Vit vildu royna at gera
okkurt annað enn tað,
sum aðrir gera, sigur
Gunnbjørn Joensen
OLJA OG FISKUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Alt byrjaði við skipinum,
Túgvusteini, fyrrverandi
Hans Olivur Højgaard, sum
hósvíksbrøðurnir, Gunn-
bjørn og Hans Andrias
Joensen, keyptu fyri umleið
14 árum síðan. Skipið var
línubátur, royndi eftir hem-
ara í Kanada, var laksabátur
og at enda eisini garna-
bátur.
Túgvusteinur var ikki
best egnaður sum garnabát-
ur, tí hann hevði frystilast,
og tað vísti seg, at betur var
at ísa garnafiskin.
Næsta skipið, teir keyptu,
var Thor, gamli Saturn, sum
teir fingu í 1994. Eftir at teir
høvdu keypt Thor, gjørdi
Túgvusteinur
ymiskar
royndir á fjarskotnum leið-
um, eitt nú í Suðurafriku.
Á
fiskiveiðiøkinum
gjørdist reiðaríið í Hósvík
ongantíð tað størsta í Før-
oyum. Í dag hava teir skip-
ini, Thor og Vesturland,
sum báðir eru á garnaveiði.
Annar fiskar svartkalva,
hin havtasku.
Men gjørdist reiðaríið í
Hósvík ikki tað størsta í
Føroyum á fiskivinnuøkin-
um, so gjørdist felagið
nógv tað størsta sum veitari
til oljuvinnuna kring um í
heiminum.
10 skip í oljuvinnu
Í løtuni hava hósvíkingar
eini 10 skip í oljuvinnuni,
heilt av norðrastu leiðum
við nýggja Snøhvit-gass-
økið, um Gibraltar til
Egyptalands á Miðjarðar-
havinum, Nigeriu har suð-
uri í Afriku um Surinam til
Meksiko. Um okkara leiðir
í Norðsjónum og í há-
lendskum sjógvi hava teir
eini trý skip.
Av hesum 10 skipunum,
ið hava sonevndar avvík-
ingar- og forsýningsupp-
gávur, eigur reiðaríið sjálvt
eini 6-7 skip. Hini hevur
felagið leigað til uppgávur-
nar fyri styttri ella longri
tíðarskeið. Í flestu førum er
talan um lutfalsliga smá
skip.
Gunnbjørn Joensen sigur,
at einir 60-70 mans eru
knýttir at teimum skipum,
sum felagið eigur í olju-
vinnuni, men talið er væl
størri, tá ið manningarnar
umborð á teimum skipum,
sum felagið leigar, eisini
eru taldar við. Tá fer mann-
ingartalið at liggja um einar
80-90 mans. Einir fýra
føroyingar eru knýttir at
hvørjum av hesum skipum,
og restin av manningini eru
so útlendingar úr ymiskum
heraðshornum.
Alt virksemið hjá felagn-
um verður rikið úr Hósvík,
har eini sjey fólk tilsamans
starvast á skrivstovunum.
Tá ið tú hevur fleiri skip
ymsastaðni runt um í heim-
inum, verður nógv ferðast,
eitt nú tá ið skip skulu til
klassingar og annað, og
hesar uppgávur taka brøð-
urnir, Gunnbjørn og Hans
Andrias, sær í størst møgu-
ligan mun av.
Á annan bógv
Gunnbjørn Joensen sigur,
at reiðaríið í Hósvík byrjaði
so smátt at bjóða seg fram í
oljuvinnuni fyri einum 6-7
árum síðan, og síðan er
hesin parturin av virksem-
inum hjá felagnum vaksin
til tað, hann er í dag.
– Vit vistu, at brúk var
fyri hjálparskipum av ym-
iskum slagi í oljuvinnuni,
og tí fóru vit snøgt sagt í
gongd við at bjóða okkum
fram. Vit hugsaðu eisini um
at gera okkurt annað enn
tað, sum aðrir gera – og
ikki bara leypa út í tað, sum
aðrir fáast við.
Hann ásannar, at hetta er
ein "verð", har marginalar-
nir eru smáir, og felagið í
Hósvík hevur lært nógv
hesi árini, teir hava verið
veitarar í oljuvinnuni.
– Tað gekk ikki bara væl í
fyrstani, og nógvir túrar
vórðu gjørdir, har lítið
spurdist burtur úr. Men, sum
tíðin er liðin, hava vit gjørt
okkum nógvar royndir, sum
vit hava bygt víðari á.
Gunnbjørn sigur, at hetta
er ein vinna, har tú sært
ógvuliga stutt frameftir, og
umstøðurnar kunnu broyt-
ast uppá stutta tíð.
Hann vísir eitt nú á, at
flestu sáttmálar eru í dollar-
um, og fellir dollarin, lækk-
ar virðið av sáttmálunum.
– Okkara virksemið hev-
ur ongantíð verið bygt á
eina oljuvinnu í Føroyum.
Vit hava hinvegin bygt á
tað, sum vit vita er møgu-
ligt. Men spyrst nakað burt-
ur úr á okkara leiðum, sum
árini ganga, hava vit roynd-
ir, sum kunnu vera góðar at
byggja á.
Hann sigur, at felagið í
Hósvík eigur í einum felag,
sum kallast Thor-Esvagt,
og í hesum sambandi
høvdu teir eitt skip í før-
oyskum sjógvi, meðan BP
boraði. Hetta virksemi ligg-
ur nú fyribils og bíðar.
Gunnbjørn vísir á, at í
oljuvinnuni eins og í øðrum
vinnum, eru summir sátt-
málar betri enn aðrir – og
summi skip rigga eisini bet-
ur til endamálið enn onnur.
– Men sum heild mugu
vit siga, at okkara virksemi
gongur sum er, sigur hann.
Men hvussu ber tað so til,
at eitt felag í Føroyum, sum
ongar royndir hevði á hes-
um øki, hevur megnað at
fótað sær innan hesa vinnu,
har útboðið av veitarum má
væntast at vera rættiliga
stórt?
– Tað eru nisju-funktiónir
í øllum vinnum, og soleiðis
er eisini í oljuvinnuni. Tað
ræður um at gera seg "góð-
an" á onkrum øki, men tað
kann taka nógv ár, áðrenn
tú verður viðurkendur, sig-
ur Gunnbjørn.
Sáttmáli við Statoil
Nógv hevur verið sagt og
skrivað um sáttmálan, sum
Atlantsflog fekk í Noregi,
og tað er at fegnast um, at
føroysk feløg bjóða seg
fram og kunnu standa seg í
kappingini við teir stóru
útbjóðararnar.
Ein tann nýggjasti sátt-
málin, sum felagið í Hósvík
hevur fingið, er nevniliga
við Statoil um vaktarhald á
nýggja Snøhvit-gassøkin-
um
í
Barentshavinum.
Hetta er sama verkætlan,
sum Atlantsflog við flutn-
ingi av fólki er við í. Leið-
ingar eru lagdar av landi og
út til hetta økið, sum Thor
nú hevur vaktarhald við - í
fyrsta lagi teir komandi
seks mánaðirnar við møgu-
leikum fyri leingjan av
sáttmálanum við Statoil.
– Vit hava verið har uppi
tær fyrstu vikurnar og tvey
skip, sum vit hava leigað,
eru knýtt at hesi uppgávu,
harav annað skipið er á
leiðini í senn. Tað er long
sigling upp til økið, og einir
fimm mans eru knýttir at
hvørjum av hesum skipum,
sigur hann.
Í mai í ár keypti Thor eis-
ini sleipibátin, Goliat, sum
higartil hevur gjørt nakrar
uppgávur fyri felagið.
– Higartil hevur báturin
havt onkrar sleipiuppgávur
í Íslandi og Noregi, og
okkurt hevur eisini verið at
gjørt innanskers í Noregi. Í
Føroyum verður Goliat í
fyrsta lagi eitt alternativ til
Brimil og Tjaldrið, sigur
Gunnbjørn Joensen.
Í blóðinum…
At enda kunnu vit leggja
aftrat, at pápi Gunnbjørn og
Hans Andrias, Magnus S.
Joensen, var ein av fýra
eigarum av Silverspray,
sum eitt nú skjeyt hval og
fiskaði skeljar. Á skelja-
veiði plagdi Magnus at føra
bátin.
Vit plaga eitt sindur ófør-
oyskt at taka til, at súreplið
fellir ikki langt frá trænum,
og soleiðis er í hesum før-
inum, har synirnir – bert í
nógv størri mun – taka lut í
vinnulívinum.
Tá ið Magnus S. Joensen
var virkin sum skipaeigari
og skipari, hevði neyvan
komið honum til hugs, at
synirnir báðir, Gunnbjørn
og Hans Andrias, fóru at
gerast fyrstu føroyingar,
sum á henda hátt løgdu
leiðina út í ta stóru olju-
vinnuna.
Gunnbjørn Joensen, Thor í Hósvík:
– Vit valdu at ganga aðrar leiðir
- Tað eru nisju-funktiónir í
øllum vinnum, og soleiðis er
eisini í oljuvinnuni. Tað
ræður um at gera seg
"góðan" á onkrum øki, men
tað kann taka nógv ár,
áðrenn tú verður
viðurkendur, sigur
Gunnbjørn Joensen, sum
saman við bróðrinum, Hans
Andriasi, eru menninir
aftanfyri Thor í Hósvík