Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 230 - 1. desember 2004 Erling Bech, sum eig- ur Ternubúðina í Hoy- vík, hevur ítøkiligar ætlanir um at byggja ein nýggjan, betri og størri handil. Men við nýggja uppskotinum er spurningurin um tað loysir seg. – Antin verður handilin lítil og trongur, ella verður hann stongdur sunnu- dag. Tað er ein keðilig tvístøða, sum óansæð gera umstøðurnar hjá kundanum verri, sigur Erling Bech UPPLATINGARLÓGIN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Allir matvøruhandlar, sum hava eitt gólvpláss, sum er 250 m2 ella meiri, koma at svíða fyri nýggju lógini. Teir fáa nevniliga ikki loyvi at hava opið sunnudag. Smærri handlar, ið hava eitt gólvpláss uppá 249 m2 ella minni, kunnu hava opið so galið teir vilja. Erling Bech eigur og rek- ur Ternubúðina í Hoyvík. Og hann heldur lítið um uppskotið. – Tað er ikki gólvvíddin, sum avgerð hvussu stórur ein handil er. Tað má vera umsetningurin ella talið av vørum. At avgera støddina á handlinum út frá gólv- plássinum, tað er forferdi- ligt fjas, heldur Erling. Nýggjan handil Erling hevur ognað sær eitt grundøkið í nýbyggingini í Hoyvíkshaganum, har hann hevur ætlanir um at lata ein nýggjan handil byggja. Ein, sum er størri og betri enn núverandi Ternubúðin. – Ternubúðin er 240 m2 til støddar og hon er ov lítil. Tað er trongt og ikki serliga kundavinarligt. Tí ætlaði eg at byggja ein størri handil, einar 350-400 m2, sum tó fer at hava júst tað sama úrvalið, sum vit nú hava í Ternubúðini, men har tað verður luftigari og betri gólvpláss, greiðir Erling frá. Men byggir hann ein størri handil, fyri at bøta um keypiumstøðurnar hjá kundunum, missir hann inntøkuna allan sunnu- dagin. – Hatta við, at sunnu- dagurin skal vera tann frið- arligi dagurin, hatta er longu farið. Fólk keypa inn sunnudagar, og tey hava langt síðani vant seg við, at fara til handils tá. Tí dugi eg ikki at síggja, hví nakrir handlar skulu fáa ágóðan av sunnudagssøluni, og aðrir ikki, undrast Erling. Og at plássið á gólvinum skal vera avgerandi, heldur hann vera púra burturvið. Hann heldur tað vera løgið, at handilseigarar mugu lækka støðið á handlunum, gera teir smærri og trengri, fyri at fáa fyrimunir av nýggju upplatingarlógini. – Í seinasta enda eru tað jú kundarnir, sum koma at merkja tað. Umstøðurnar hjá teimum at keypa, verða jú verri. So handan lógin er púra burturvið. Velur Erling at gera ein góðan og rúmligan handil, sum er kundavinarligur at koma inn í, missa kundar- nir í Hoyvíkshaganum møguleikan at keypa sunnudag. Og tað má jú eisini metast sum eina tæn- astu at hava opið sunnudag. Velur hann at hava opið sunnudag, má handilin minkast. – Og so fer man at hugsa øðrvísi um at byggja nýggj- an handil fyri milliónaupp- hædd, tá man so ella so missir fyrimunir, sigur hann. – Sum er, er eingin handil í økinum yviri í Hoyvíks- haganum. Tá eg lati upp, verði eg tann einasti hand- ilsmaðurin har. Og tað er óalmindiliga harmiligt, at alt fólkið har má noyðast við, antin at hava ein trong- an handil ella ikki at hava møguleika at keypa sunnu- dag. Tað setir faktiskt kundan í eina keðiliga støðu, staðfestir Erling. Hann vísir á, at meining- in við at byggja nýtt má vera at byggja betri. Bensinstøðir góðar dagar – Við hasum uppskotinum lóggeva teir beint niður í lummarnar á bensinstøðun- um og bakarunum. Hetta uppskotið er skraddara- seymað til teirra, meðan vit vanligu handilsmenn verða ógvuliga skerdir, sigur Erling. Hann vísir á, at Shell– og Statoilstøðirnar hava ein veldigan monopolfyrimun, sum er, og nú verða teir aftur tiknir framum í nýggja uppskotinum. Sostatt hava teir allar fyrimunir. – Bensinstøðirnar fylla hvønn tanga í føroysku hús- arhaldunum. Teir fylla hvønn biltanga í landinum, og nú fáa teir eisini loyvi at fylla hvønn búk. Lóggávan loyvir teimum at koma longur og longur inn á okk- ara økið, meðan vit verða meiri og meiri skerdir á okk- ara egna handilsøkið. Tað líkist ongum, heldur Erling. Hann vísir eisini á, at tað eru fleiri handlar, ið leingi hava ynskt at fáa eina bens- inpumpu uttanfyri handilin. Men Shell og Statoil hava ein sýtingarrætt, sum ger, at teir kunnu nokta at veita øllum uttan Shell– og Stat- oilstøðum bensin. Teir sita í eini greiðari monopol- støðu. – So leingi sum bensin- støðirnar kunnu koma longur og longur inn á okk- ara økið, áttu vit eisini at kunna komið inn á teirra økið og selt bensin, um vit ynsktu tað, staðfestir Er- ling. Hann sigur, at lóggávan sjálvsagt átti at borgað fyri javnvág í handilsheiminum í landinum. Men sum er, er hon til greiðan fyrimun fyri bensinstøðirnar, og hetta hevur sjálvsagt eina ógvu- liga kappingaravlagandi ávirkan. Erling heldur tí, at bensin- støðirnar antin skuldu kom- ið undir eina undantakslóg, sum ikki loyvdi teimum at eta seg inn á økið hjá smá- handlunum, ella at sýting- arloyvið at veitt bensin til vanligar handlar, skuldi verið tikið frá teimum. Sent mótmælisskriv Erling Bech hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi, við at senda eitt skriv til Vinnumálaráðið, har hann heitir á nevndina um at um- hugsað treytirnar, teir hava sett, fyri at kunna hava opið sunnudag. Um ikki annað, so at økja gólvvíddarmark- ið til 350 m2. – Handlarnir hava verið sera illa upplýstir um hetta málið. Sjálvur hoyrdi eg um tað ígjøgnum miðlarnar. Uppskotið er sent til ymsik feløg, men tað eru so nógvir handlar, sum ikki eru í nøkrum felagi. Vit hava tí einki frætt um uppskotið, fyrr enn tað varð viðgjørt i miðlunum, og vit hava tí eisini havt munadi styttri tíð at gjørt vart við okkara ónøgd, enn hinir handlarnir, greiðir Erling frá. Hann sigur, at hann eisini harðliga má mótmmæla, at lóggávan gevur nøkrum stóran fyrimun, meðan hon leggur bágar í vegin hjá øðrum. Hann vónar, at hetta verður tikið upp, áðrenn uppskotið kemur endaliga í gildið. – Sum er, hava summi allar fyrimunirnar, og tað skapar ein forferdiligan trupulleika, sum okkurt má gerast við. Tey kunnu ikki blíva við at fáa fyrimunir. Eg dugi væl at ímynda mær, at nýggja lóggávan fer at gera enda á nøkrum av smáhandlunum, stað- festir Erling at enda. Erling Bech, handilseigari um nýggja lógaruppskotið: Kundin verður snýttur Ternubúðin er ein 20 ára gamal handil, sum eftirhondoni er vorðin ov trongur og ótíðarhóskandi. Tí hevur Erling Bech, eigari, ætlanir um at lata ein nýggjan handil upp, sum er størri og rúmligari. Men eftir at hava hoyrt nýggja afturlatingar uppskotið, er hann komin í eina tvístøðu. – Antin verður handilin góður og rúmligur, ella verður hann opin sunnudag. Eftir vuppskotinum kann eg ikki bæði, sigur Erling. – So er tað tað, hvat man skal velja Jens Kristian Vang