Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. desember 2004síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Klárt til 1/4-fin- alurnar Mánakvøldið varð lutur kastaður um, hvussu kvinnuliðini í hondbólti skulu spæla í 1/4-final- unum í Coca-Cola kappingini. Her eru tað sjey lið úr bestu og eitt lið úr næst bestu deildini, sum hava vunnið sær pláss. Kyndil er einasta liðið úr Sunset-kappingini, sum ikki hevur umboð, og Neistin hevur tvey lið við í kappingini. Og dystirnir í fjórð- ingsfinalunum eru so hesir: VB-Tjaldur Stjørnan-Neistin II Neistin-StÍF Søljan-VÍF Fjórðingsfinalurnar hjá kvinnum skulu spælast longu 4. desember. Hjá monnunum er enn ikki klárt at draga lut um hesar dystir. Har verða seinastu undandystirnir leiktir 12. desember, men longu 15 desember eru fjórðingsfinalurnar settar á skránna. FM í Havn FM í innandura kapp- rógving verður í Havn fyrst í komandi ári. Tað er Katrin Olsen og Havnar Róðrarfelag, sum hava tikið stig til tiltakið, har rógvarar úr øllum landinum kunnu royna seg á rógvimask- inunum, sum nú mugu metast sum fastur partur av øllum kappróðrar- neystum. Seinasta vetur var eingin kapping, men á heyst 2002 skipaði Klaksvíkar róðrarfelag fyri slíkari kapping, og áhugin ta ferðina var sera stórur. -jm Frustr- erandi við flyt- ingum Tíbetur er talan um somikið seriøs pør, at hesi higartil hava dømt dystir- nar, hóast flyting- ar. Men tað kann væl verða, at tolið at enda verður uppi, sigur umboð fyri hondbólts- dómarar FLYTINGAR Jákup Mørk Ein partur, ið við vissu verður raktur, tá dystir skulu flytast, eru dómar- arnir. Síðani seinasta kappingarár hava hesir umboðað sokallaða dómarafelagið, og har eru tey í øllum førum alt annað nøgd um mongu flytingarnar. – Nú kenni ikki allar orsøkirnar í einstøku førunum, sigur Eyðun Samuelsen vegna dóm- arafelagið. – Men eg kann bara staðfesta, at tað er ótrú- liga frustrerandi, tá ið dystir í tíð og ótíð hava verið fluttir. Tíbetur má eg tó siga, at vit hava verið í teirri hepnu støðu, at dómararnir allir fylgja við í upp- gávum sínum. Tað vil siga, at dómarar verða settir á ein dyst, og um hesin verður fluttur, sum fylgja dómarar við. Har hava vit so ikki enn havt nakrar trupulleikar, tí dómararnir taka sína uppgávu somikið alvor- ligt. Men eg dugi væl at ímynda mær, at onkur fer at siga stopp, um flytingarnar framhald- andi verða eins nógvar í tali. – Viðvíkjandi dystin- um millum Stjørnuna og Kyndil, sum varð av ongum, var støðan tó sera óheppin. Her var annar dómarin farin á hálvum degi úr Kald- bak, har hann arbeiðir, bara fyri at finna útav, at dysturin fyribils var avlýstur. Tað er ein støða, sum ikki eigur at koma fyri, staðfestir altso Eyðun Samuelsen vegna dómarafelagið. Nr. 230 • mikudagur • 1. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Harmiligt - men neyðugt Kappingarstjórin sig- ur, at tað í summum førum er neyðugt við flytingum, um dystir skulu avgreiðast. Men hann ásannar sam- stundis, at tað í summum førum skal ov lítið til, áðrenn dystir verða fluttir FLYTINGAR Jákup Mørk Hondbóltskappingin er komin á leið fjórðings leið í kappingarárinum, og tó at spenningurin framvegis er stórur í teimum báðum fremstu deildunum, so er einki at ivast í, at flytingar og útsetingar hava sett sín dám á kappingini higartil. Ikki minst í kvinnudeildini, har Stjørnan nú hevur tvey heingipartí eftir. Formaður í kappingar- nevndini er Jógvan Martin Mørk, og hóast hann ásann- ar, at talan hevur verið um fleiri flytingar, so heldur hann ikki, at nøkur serliga stór orsøk er til ónøgd. – Sum er, so eru tað altso bara tveir dystir, sum vit ikki hava fingið avgreitt. Og tað eru hasir báðir dyst- irnir hjá Stjørnuni. Tað týdningarmesta í mínum hugaheimi er, at vit fáa avgreitt dystirnar, heldur enn at avgera teir á skriv- araborðinum. Og við hvørt, so vísir tað seg, at tað er neyðugt við flytingum, fyri at dystir kunnu avgreiðast. Um orsøkirnar til hetta, sigur Jógvan Martin, at tær kunnu vera so nógvar, men hann ásannar tó, at í ein- støkum førum tykist gund- arlagið undir eini flyting at vera heldur tunt. – Tá talan er um høllir, sum eru útleigaðar, ella har tað av øðrum ávum ikki ber til at spæla, so má ein flyt- ing sjálvandi til. Hinvegin má eg siga, at í einstøkum førum er grundarlagið kanska ov tunt. Hópirnir í summum feløgum eru somikið smalir, at fáa tey ein ella tveir skaðar, so vilja tey flyta dystin, og tað kann vera sera óheppið. Skuldi mansliðið hjá Neist- anum so útsett allar sínar dystir, til Blagoje Buha aftur er tøkur? Nýggjan leist Um mátar, sum trupulleikin kundi verið loystur uppá, sigur Jógvan Martin, at tú helst verður noyddur at hyggja at kappingarstrukt- urinum. – Serliga hjá kvinnunum hava vit ein trupulleika. Har eru átta lið, sum skulu spæla fýra ferðir móti hvørjum øðrum. Tað vil siga, at mest sum hvørt vikuskifti og mest sum hvør miðvika er upptikin. Tí er sera trupult at finna pláss til útsettar dystir. – Her haldi eg, at vit verða noydd at hyggja at kappingarstruktirinum sum heild. Skulu tað verða átta lið í deildini? Skulu hesi spæla fýra ferðir móti hvørjum øðrum? Ella skulu vit kanska leingja kapping- arárið? Hetta eru í øllum førum spurningar, sum vit eiga at seta og geva eina seriøsa viðgerð, heldur hann. Og so leggur hann kanska afturat, at fótbóltur- in kanska hevur loyst ein stóran trupulleika fyri hondbóltin. – Frá næsta ári verður tað jú so, at fótbóltskappingin gongur fram til seinast í oktober. Fyrr hevur hond- bólturin altíð bíðað eftir fótbóltinum, men tað er í øllum førum vónleyst, at vit skulu byrja seinast í oktober. Og tá kappingar- nar so kortini koma at yvirlappa, so er tað kanska eingin trupulleiki kortini at flyta hondbóltskappingina, so hon byrjar í september. Tað vildi í øllum førum givið størri spælirúm til kappingina, eins og eitt longri kappingarár átti at veri mennandi fyri kapp- ingina. Formaðurin í kappingarnevndini ásannar, at tað kann vera trupult við fleiri flytingum. Men hann leggur samstundis dent á, at hetta við hvørt er neyðugt