Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 MENTAN Nógv fólk høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið í kavaveðrinum leygarkvøldið, tá ársins Faroese Music Awards tiltak fór av bakkastokki. Tað var lagt upp til eitt festligt kvøld, har tað besta av føroyska tónleikinum farna árið skuldi heiðrast. Rólant Waag Dam var vertur, og hann bjóðaði vælkomin klokkan 19:30, og kvøldið byrjaði við tónleiki frá Páll Finnur Páll FMA 2019: 17 HERÐAKLAPP TIL MUSIKALSKU FØROYINGARNAR Hesi fingu FMA-virðisløn leygarkvøldið POPP/ROKK FLOKKUR OPIN FLOKKUR AÐRAR VIRÐISLØNIR 17 tónlistavirðislønir vórðu latnar til ymsar aktørar, sum hava gjørt um seg í føroyska tónleikaheiminum í 2018 Ársins kvinnuligi sangari: Jasmin Mote Ársins mannligi sangari: Jón Aldará Ársins útgáva: Portur - Marius Ársins sangur: Sara - Teitur Ársins bólkur/einstaklingur: Teitur Ársins sangari/einleikari: Eivør Pálsdóttir Ársins bólkur/kór: Føroya Symfoniorkestur Ársins útgáva/konsert: The Last Kingdom - Eivør & John Lunn Ársins kompositión: The Last Kingdom - Eivør & John Lunn Ársins videolag: God's Work - VSJ, leikstjóri Pætur Høj Ársins húsi: Svartmálm - Uni Árting Ársins tekstur: Támsins likam - Hamferð Ársins nýggja navn: Eli Tausen á Lava Ársins framleiðari: Theodor Kapnas Áhoyraravirðislønin: VSJ Ársins átak: Konsertupptøkurnar á Maggies Ársins tónleikaheiður: Tey av Kamarinum Ársins kvinnuligi sangari í popp/rokk bólkinum varð hesa ferð latin einari ungari sangarinnu, sum veruliga hevur gjørt vart við seg seinastu tvey árini. Hendan sangar­ innan er 20 ára gamla Jas­min Mote, sum er odda­kvinna í bólki sínum, JASMIN. - Hetta er ein stórur heiður. Tað kennist nokk­ so merkiligt. At vinna eina slíka virðisløn vísir, at tað er onkur, sum lurt­ ar eftir, hvat tað er, mann ger. Tað følist sum, at fólk trúgva upp á ein. Vit hava arbeitt hart og hava lagt alla okkara orku í tað, sum vit gera, og tað haldi eg hevur gjørt munin, sigur Jasmin Mote. Nýggj EP á veg Jasmin Mote gjørdi fyrstu ferð um seg í 2016, tá hon við bólki sínum JASMIN vann tónleikakappingina Sement. Síðan tá hevur tað gingið skjótt, og í 2018 kom JASMIN við løgunum Baby Blue og Make Sense, sum bæði hava verið nógv spæld á før­oysku útvarps­rás­un­ um. Nýggjasta lagið frá 2019 kallast Remember, og ein nýggj EP við JASMIN er á gáttini. - Eg vil ikki siga ov nógv um nýggju EP'ina enn, men tað verður ein bland­ ingur av tí gamla JAS­MIN og tí nýggja JASMIN, sigur Jasmin Mote. Tá hon fekk virðis­løn­ ina í Norður­landa­húsi­ num, segði hon soleiðis á pallinum: - Eg eri málleys. Eg vil takka bólkinum hjá mær fyri at fáa tað besta burturúr mær. Takk fyri allan stuðulin, øll somul, segði hon Hendan virðislønin hevur áður verið latin Kon­ni Kass, Eivør, Lenu Anderssen, Gretu Svabo Bech og Krist­ inu Bærendsen. Hini til­ nevndu í ár vóru Lea Kamp­mann, Guðrið Hans­ dóttir, Edith Dahl Jakob­ sen og Sissal Grækaris­ dóttir Magnus­sen. Jasmin bleiv ársins sangarinna: - Hetta vísir at fólk lurta