Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 Lagt til rættis: Pætur Hjalmar Evensson Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, handaði fyrstu virðis­ løn­ina á ársins Faroe Music Awards. Hendan virðis­lønin varð latin 22 ára gamla Eli Tausen á Lava, sum nú kann kalla seg ársins nýggja navn. - Eg eri stoltur av at vera frá einum landi har vit virðismeta tónleik so høgt, og har alskyns sløg av tónleiki – popp, rock, metal, rap, klassiskt og annað – verða sæð sum javnlíkir mátar at úttrýkkja seg listarliga, sigur Eli Tausen á Lava. Eli Tausen á Lava er klaverleikari og tóna­ skald. Verk hansara hava verið framførd í fleiri londum, og hann gongur á konservatoriinum í Malmø. Hetta er fyrstu ferð, at eitt klassiskt tóna­skald er blivið ársins nýggja navn. Eli Tausen á Lava: Áhoyrararnir tryggjaðu VSJ virðisløn: - Hetta er ein stór æra - Hetta er ikki til at skilja At fríski og elektroniski poppurin hjá VSJ hevur tikið føroyingar á bóli varð staðfest í Norðurlandahúsinum í kvøld. Limirnir í bólkinum kunnu nú erpa sær við, at teir fingu Áhoyraravirðis­løn­ ina á FMA 2019. Áhoyrara­ virðis­lønin er ein virðis­ løn, sum al­menn­ing­urin hevur gjørt av, hvør skal fáa. Vit hittu ein glaðan Villiam Soo Joensen frá VSJ til eina viðmerking.   - Hetta er simpulthen ikki til at skilja, men tað er ordiliga stuttligt. Vit hava bara verið til í gott eitt ár, so tað er løgið at hugsa sær, at vit longu eru komnir her til, sigur hann. - Alt er gjørt heima Tá VSJ tók ímóti áhoyr­ ara­virðislønini segði Villiam, at hend­an viðurkenningin kendist ekstrem, tí teirra tón­leik­ ur var “kamars­tón­leikur”, sum hann tók til. - Hatta er alt gjørt við einari teldu heima, so hetta virkar bara uppá onkran máta skeivt. Eg veit ikki, hvussu mann skal forklára tað, flennir Villiam Soo Joensen. Hann fortelur, hvussu tón­leikur teirra verður gjørdur. - Dávur plagar at skriva sangirnar akkust­ iskt, og so sendir hann mær eina demo av tí. Síðani geri eg tað á nýggj­um elektroniskt frá grundini av. Og so henda ting. Onkuntíð hendir okkurt merkiligt, onkuntíð hendir okkurt kul. VSJ vóru tilnevndir heili fýra virðislønir í ár – ársins nýggja navn, ársins bólkur og sangur teirra “Something Magical” var í uppskoti til ársins sang. Harumframt vóru teir eisini í uppskoti til ársins videolag við sanginum God’s Work, og hesa virðislønina vunnu teir.