Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ØSSUR SÝNIR FRAM Í PANDRUP Føroyski listamaðurin Øssur Mohr letur í næstum upp fram­sýn­ing á Galleri Rødhusgaarden í Pan­drup har norðuri í Jútlandi. Øssur Mohr er virkin lista­maðurin, sum seinnu árini hevur búð í Danmark, har hann regluliga sýnir fram og verð­ ur biðin at gera listaverk. Fram­ sýn­ingin í snøgga listaskálanum í Pan­drup letur upp 6. apríl og er opin fram til 12. mai. VESTMENN FARA Í HÁBORGINA Leygarkvøldið 23. mars ber til at uppliva kenda tónleikabólin Vest- menn í Norðurlandahúsinum í Havn. Vest­menn er bólkur úr Vest­ manna, sum varð stovnaður í 1982. Teir hava givið fleiri stór­seljandi plát­ur út og hava síðani verið ein týð­andi partur av før­oysku tón­ leika­lívi. Vestmenn bjóða eina ferð ígjøgnum teirra sang­skatt, tá ið teir fara at spæla í Norð­ur­landa­ hús­in­um. Kring­varpið fer at gera upp­tøkur á kon­sertini. MENTAN Góð ummæli í altjóða miðlum Tónleikurin á nýggjari útgávu hjá Týr er bæði fangandi og krevjandi, heldur ummælari Nú er nýggja útgávan hjá Týr komin út. Týr er eitt av fáu føroysku tónleika­ nøvn­unum, sum gevur út til altjóða marknaðin, og útgávan »Hel«, sum hevði almennan útgávudag 8. mars, verður væl móttikin av ummælarum. –  Hendan útgávan lyftir Týr á eitt nýtt støði og staðfestir teirra støðu, sum ein tann besti bólkurin í sínari sjangru. Hetta eru 70 minuttir við fram­úr fangandi og krevjandi tónleiki. Týr blandar teirra eyðkenda upp­runa­ stíl við meira spælandi og frí element, og tað tiltalar bæði gamlar og nýggjar fjepp­arar, skrivar netmiðilin Infernal Mas­quer­ade, sum ummælir og um­ røður tungmálmstónleik. Infernal Masquerade heldur, at »Hel« er eitt uppskot til ársins tung­ málms­útgávu og gevur útgávuni heili 96 stig av 100 møguligum. Vert at bíða eftir Eisini netmiðilin Cryptic Rock gevur »Hel« gott ummæli. – Útgávan er øðrvísi, men eisini væntað. »Hel« enduruppfinnur ikki hjólið, men útgávan vísir, hvussu tú kanst seta ymiskar skálir á hjólið. Vokal­urin hjá Týr er góður og sjarm­er­ andi, men útseting og spæl av tónleiki er stóra styrkin hjá bólkinum, skrivar um­mælari hjá Cryptic Rock. Miðil gevur útgávuni 3,5 av 5 stjørn­ um og heldur, at tað er nýtslan av før­ oyska kvæðaarvinum, sum ger Týr til nakað heilt serligt í altjóða rocktónleiki. Miðlin My Global Mind heldur, at Týr er ein av bólkunum, sum altíð kem­ ur við nøkrum góðum og er á einari drúgv­ari sigursrøð. – Tað tók langa tíð at bíða eftir nýggj­ari útgávu frá Týr, men tað var vert at bíða, skrivar My Global Mind, sum gevur »Hel« 9 av 10 stigum. Tóku sær tíð Útgávan »Hel« er tann fyrsta hjá Týr í seks ár, og tað er ikki uttan orsøk, at seks ár eru liðin, síðani Týr gav seinastu útgávuna út. – Eg fann út av, at hildu vit áfram at geva tónleik út, sum vit høvdu gjørt, fór eg at doyggja av hjartatilburði, áðr­ enn eg fylti 50. Tað var ein orsøk til, at vit løgdu nýggjar ætlanir og hava tikið okk­um góða tíð við hesari nýggju út­ gáv­uni, sigur Heri Joensen, sangari og gittarspælari í Týr. – Tað var sera stórt trýst á okkum, tá vit innspældu onkrar av undanfarnu útgáv­um. Tá ið tú fert í eitt kostn­að­ar­ mikið studio, og allur tónleikurin er ikki heilt liðugur, er sera stórt tíðar­ trýst á at fáa alt liðugt, meðan tú ert í studio. Tað hevur við sær, at onkur mis­ tøk verða gjørd, og sumt ikki verður nóg gott, og aftaná hevur tú eina keði­ liga kenslu, greiðir Heri Joensen frá. – Tað vildu ikki fara ígjøgnum eina­ ferð afturat, og tí hava vit tikið okkum góða tíð við nýggju sangunum, og hetta er okkara mest gjøgnumarbeidda út­ gáva nakrantíð, sigur hann. 13 sangir eru á nýggju útgávuni, og mill­um sangheitini eru »Ragnars kvæði«, »Empire of the North«, »Gates of Hel« og »Alvur Kongur«. Týr: Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Týr staðfestir við nýggjari útgávu støðuna sum ein tann besti bólkurin í sínari sjangru, heldur ummælari