Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. mars 2019 · Nr. 30 Heiðavegur 26, 600 Saltangará Tel 41 70 00, runavik@runavik.fo www.runavik.fo K R E A ....................................................................................................................................................................................................................................................................................... Runavíkar kommuna er ein kommuna í menning og broyting, har tú hevur møguleika at gera tína ávirkan galdandi. Runavíkar kommuna er triðstørsta kommuna í landinum og búgva uml. 4.060 fólk í teimum 15 bygdunum, sum hoyra til kommununa. Á Teknisku deild, sum er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss, starvast 4 verkfrøðingar, 1 byggifrøðingur og 1 rakstrarleiðari, umframt leiðaran. Harumframt hava uml. 20 starvsfólk, umvegis rakstrarleiðaran, tilknýti til Teknisku deildina. Høvuðsverkevni • Leiðsla á Teknisku deild • Ráðlegging og skipan av verkevnum deildarinnar • Fíggjarlig stýring og eftirlit við tekniska økinum • Luttøka í dagligum umsitingarligum uppgávum og politiskum nevndar- arbeiði v.m. • Málsviðgerð og ráðleggingararbeiði • Býar- og byggiráðlegging • Stýring av kommunalum viðlíkahalds- arbeiði • Projekteringsarbeiði og eftirlit • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði Førleikakrøv • Verkfrøðingur, arkitektur ella onnur viðkomandi útbúgving • Royndir í leiðslu, ráðlegging, fíggjar- stýring og fyriskipan • Vísjónir og framasøkni vegna kommunala myndugleikan • Tekniskan førleika í projekterings- arbeiði og stýring av byggiverkætlanum • Munnligan og skrivligan mál- førleika í føroyskum, norður- lendskum og enskum máli • Hollur telduførleiki viðvíkjandi skrivstovu- og tekniforritum Vit sóknast eftir tekniskum fyristøðufólki, sum: • er opið og fyrikomandi • hevur evni at eggja og ganga undan • eigur evnini at virka í eini politiskari skipan Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á telefon 23 70 15. Umsókn, saman við avriti av prógvi og møguligum viðmæli/um og prógv/i/um, skal vera kommunuskriv- stovuni í hendi í seinasta lagi hin 11. apríl 2019. Søk starvið umvegis leinki: www.runavik.fo/Leys størv Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum. BÝARVERKFRØÐINGUR TIL RUNAVÍKAR KOMMUNU Løgfrøðingur til leigunevndina Leigunevndin søkir eftir løgfrøðingi til set an skjótast gjørligt. Løgfrøðingurin skal røkja umsitingarligu uppgávurnar, ið knýta seg til virksemið hjá leigunevndini. Leigulógin kom í gildi í Føroyum í 2010. Endamálið við lógini er at tryggja ein skip aðan og gjøgnumskygdan leigu marknað, har tað verða sett ávís krøv til leigu avtalur. Til tess at tryggja, at lógin verður hildin, skal ein leigunevnd sambært lógini taka avgerð í trætumálum millum leigara og útleigara. Starvsuppgávurnar hjá løgfrøðinginum, ið settur verður, verða m.a. hesar: • At senda og móttaka post, • at senda tilfar til hoyringar og senda nevndarlimunum alt tilfar áðrenn fundirnar, • at journalisera, • at umsita heimasíðuna, • at gera ársfrágreiðing um virksemið hjá leigunevndini, • at veita leigarum og útleigarum neyðuga ráðgeving í mun til leigulógina, • at skráseta hagtøl um virksemi hjá nevnd og umsiting, og • at gera tilmælir til avgerðir í trætumálum. Førleikar Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv (t.e. cand. jur.). Ert tú lesandi og um at gera útbúgving tína lidna, ert tú eisini vælkomin at søkja. Tú dugir væl at orða teg á føroyskum, bæði á skrift og í talu. Tú dugir og torir væl at samskifta bæði við myndugleikar og borgarar, og tú ert før/-ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt. Lønar- og setanartreytir Talan er um eitt parttíðarstarv, har starvsbrøkurin fyribils er ásettur til 2/3. Almannamálaráðið er setanarmyndugleiki, og fyribils starvsstaður verður í Almannamálaráðnum. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um leigunevndina, Almannamálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmans skrivstovuna og onnur stjórnarráð. Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Almannamálaráðið Eirargarður 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost á amr@amr.fo Umsóknarfreist Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. mars 2019, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Birtu Biskopstø, forkvinnu í leigu nevndini, á tlf. 58 98 22 ella umvegis teldupost á leigunevndin@leigunevndin.fo, ella Marjuna Magnussen, deildarstjóra í Almannamála- ráðnum, á tlf. 73 40 60 ella umvegis teldupost á marjun.magnussen@amr.fo. Mykinesgøta 6 Postboks 3232 110 Tórshavn Tel 354913 gbt@gbt.fo www.gbt.fo Vit hava vognar... til bátaflutning til hestaflutning til mc-/bilflutning til maskinflutning Og vognar... sum eru innilokaðir sum eru opnir sum kunnu vippa ...tín trúgvi fylgisveinur BRENDERUP 1205 kann vippa og er sera væl umtóktur til mong endamál. Til dømis at koyra seyð, grind og fisk, eitt less av sandi ella skervi, og ikki minst rusk úr garðinum. Kann setast eftir enda, tá hann ikki verður nýttur, og fyllur tá lítið og einki. Ein sera hentur vognur at eiga. Vit umboða Brenderup viðfestivognar og bjóða alskyns sløg – bæði til vinnu og privat Setast eftir enda Við høgum síðum Við netsíðum Við høgari presending