Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mars 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin At politikkur er eitt løgið fyribrigdi er so mangan sjón fyri søgn. Endamálið er ikki altíð loysnin. Endamálið er tvørt­ur í­móti mangan ósemjan, sum kann skap­ast, tá menn – tí tað eru ser­ liga menn, sum eru opp­ort­un­istiskir – leggja upp­skot fyri tingið, sum eru so umstrídd, at tey ikki verða sam­tykt. Dømi um slíkan tingmann er sjálvur løg­tings­for­mað­ur­in, sum um dagarnar bar upp­skot í tingið um at avtaka fólk­ a­ting­s­ess­i­r­nar. Tað kann væl vera, at løg­tings­for­ mað­ur­in hevur rætt í, at fólka­tings­ sess­ir­nir ikki eru til nakra nyttu og bara ó­rógva. At tingformaðurin øvund­ ar teim­um lønina kann tykjast eitt sindur rangvørt. Hinvegin kunnu vit siga, at hví skal ein tjóðveldismaður ikki leggja slíkt uppskot fram. Tað er so tað, men at tað er sjálvur løgtingsformaðurin, tá tykist í so sjuskut. Hví er tað ikki samgongan, sum ger tað. Ella um ikki annað Tjóð­ veldi sum flokkur? So hevði tað givið meining. Teim flestu man vera greitt, at loys­ ing­in er gloppin før­oysk­um tjóð­veld­is­ fólki av hondum. Tey høvdu møgu­leik­ an um aldarskiftið at slíta Føroyar frá Dan­mark, tá Fólkaflokkurin lætst at vera samd­ur við Tjóðveldi. Tá á stóð, so hokn­aðu fullveldiskreftirnar í Fólka­ flokk­i­num, og tær tykjast als ikki at hava hug at rakna við aftur. Fremsti møguleiki hjá Fólka­flokk­i­ num at koma til valdið aftur er Sam­ bands­flokk­urin, og so má loysing verða loys­ing. Undir sitandi landsstýri hev­ur loys­ing­in onga raðfesting havt. Stjórn­ ar­skip­an­in var á skrá, men løg­mað­ur legði bein­an­vegin dent á, at um and­ støð­an ikki vildi vera við, so var eing­in stjórn­a­r­skipan. Fyri flestu føroyingar er loysingin ikki eitt mál. Tað er hon helst fyri meir­ i­lut­an av tjóðveldisfólki og fram­sókn­ ar­fólki. Í Sambandinum eru hon sum heimsins endi, meðan loy­s­ing ella víð­ gongd­ari sjálvstýri fyri flestu aðrar flokk­ar á tingi kanska verð­ur ein av­ leið­ing, tá og um vit eina­ferð halda okk­um vera búskaparliga fræls. Tað veit tingformaðurin, sum tað sama kundi lagt fram uppskot um fólka­atkvøðu um loysing, so slapp hann av við fólkatingsesssirnar eisini. Páll mátti heldur hugsað um loysingina Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 15. MARS 2019 FØROYA FÓLKAHÁSKÚLI Vit sóknast eftir tveimum føstum starvsfólkum til Føroya Fólkaháskúla Okkum tørvar eitt starvsfólk til skrivstovuna á 30 tímar/vikuna og ein háskúlalærara á 20 tímar/vikuna. SKRIVSTOVUSTARVIÐ ið verður sett frá 1. mai 2019, snýr seg um: • Samskifti inneftir við stjóra og starvsfólk, skrá fyri skeið og annað virksemi, vitjanir, fundir, o.a. • Samskifti úteftir við næmingar og viðskiftafólk, eisini umvegis telefon og teldupost. • Saman við øðrum røkir tú eisini heimasíðu skúlans og samskifti á sosialum miðlum. • Bókhaldsarbeiði er ein týdningarmikil partur av starv- inum. Harafturat koma ymiskar aðrar uppgávur í sam- bandi við fyrireiking av skeiðum og tiltøkum. Í samráð við starvsfólkið kunnu einstakar undirvísingaruppgávur eisini leggjast afturat starvinum. Vit vænta: • At tú bæði dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og at tær dámar væl at arbeiða í tøttum samstarvi við onnur • At tú ert fyrikomandi, sosial/ur og tolsom/tolsamur • At tú ert lagalig/ur viðvíkjandi arbeiðstíðini í tíðar- skeiðum, tá nógv er at gera • At tú dugir at brúka vanlig forrit so sum excel og word. Harafturat gmail, facebook og instagram. Kunnleiki til heimasíðuumsiting á wix er ein fyrimunur. • At tú hevur bókhaldsførleikar og/ella drúgvar royndir við bókhaldsarbeiði. • At tú hevur góðar mál-førleikar, bæði í skrift og talu. HÁSKÚLALÆRARASTARVIÐ, ið verður sett frá 1.mai 2019, snýr seg fyrst og fremst um undirvísing í teimum skapandi/ handverksligu fakunum. Harafturat krevur hetta starv eisini praktiskt arbeiði í sambandi við fyrireiking av skeiðum og øðrum virksemi hjá Føroya Fólkaháskúla, eitt nú fyrilestrar, kvøldsetur, marknaðardagar, o.t. Roknast skal við nøkrum køksvaktum, kvøld- og vikuskiftistvaktum og styttri náms- ferðum. Vit vænta: • At tú hevur skapandi evni, gott hugflog og stuttlig hug- skot fyri skeiðsvirksemi hjá Háskúlanum • At tú ert ágrýtin, og hevur eina fjølbroytta tilgongd til spennandi og mennandi undirvísing • At tú hevur ein frískan hugburð til at arbeiða við næmingum í øllum aldri og av øllum slag. • At tú ert sosial/ur og tolsom/tolsamur, og at tú á lívligan og litríkan hátt kanst veita næmingunum bæði hollan lærdóm og ógloymandi upplivingar • At tú hevur jaligan hugburð til skiftandi uppgávur og arbeiðstíðir • At tú bæði megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í gevandi samstarvi við allan starvsfólkahópin. Á Føroya Fólkaháskúla kunnu vit bjóða tykkum: • Áhugaverd størv í einum fríum og fjølbroyttum háskúlaumhvørvi • Spennandi samstarvsmøguleikar við einum hópi av skapandi fólki • Møguleika fyri fjølbroyttari menning, bæði fakliga og persónliga • Góða ávirkan á tykkara egna gerandisdag og arbeiði Størvini verða sett eftir eina heildarmeting. Umsøkjarar við fjølbroyttum førleikum hava sjálvsagdan fyrimun. Størvini verða lønt sambært avtalu, við atliti til útbúgving og førleikar. Sendið umsókn saman vid lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til stjórnarforkvinnu, Turið Sigurðardóttur: Turids@setur.fo . Freistin at søkja er mánadag 1. apríl 2019. Meira kunning um størvini fæst frá háskúlastjóranum, á annfinnur@haskulin.fo . Háskúlavegur 14, Tórshavn, tlf. 311743, haskulin@haskulin.fo