hósdagur 14. mars 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MARS 2019
SOSIALURIN 31
3
Torleif skal leiða
tunnilsverkætlan
- Einir 15 metrar kunnu borast
og spreingjast um samdøgnið,
tá arbeiðið gongur allarbest,
sigur verkætlanarleiðarin
VILMUND JACOBSEN
M
askinverkfrøðing
urin, Torleif Waag
stein, hevur starvast
hjá Articon í eini 7-8
ár, og tað verður hann, sum verður
verkætlanarleiðari, nú farið
verður undir tunnilsverkætlanina
millum Hvalba og Trongisvág.
Nú arbeiðstakarasáttmálin
millum Articon og Landsverk varð
undirskrivaður hósmorgunin, var
Torleif Waagstein eisini við til
løtuna.
Hann var eisini verkætlanar
leiðari, tá Articon bygdi Viðar
eiðistunnilin.
- Hvalbiartunnilin verður ein
ar 500 metrar longri enn Viðar
eiðistunnilin. Tað tók 10 mánaðir
at bora Viðareiðistunnilin, og alt
arbeiðið tilsamans tók umleið 23
mánaðir.
Torleif Waagstein vísir á, at
tá Viðareiðistunnilin varð bygd
ur, var hann har norðuri einar
tríggjar dagar um vikuna, og nú
farið verður í holt við Hvalbiar
tunnilin, verður hann eisini javn
an har suðuri.
- Sum verkætlanarleiðari kanst
tú ikki bara sita á skrivstovuni, tó
at vit hava góðar arbeiðsformenn
at skipa dagliga arbeiði, sigur
hann brosandi.
Avbjóðingarnar líkjast
Eins og tá Viðareiðistunnilin varð
bygdur, og neyðugt varð at flyta
stórar maskinur við skipi, verður
eisini neyðugt at flyta tær stóru
maskinurnar til Hvalbiar við skipi.
- Hetta er í sær sjálvum ein
avbjóðing, men alt letur seg gera
við góðari fyriskiping og góðum
vilja, leggur verkætlanarleiðarin
aftrat.
Longdin á Hvalbiartunlinum
verður 2,5 kilometrar. Haraftrat
skal tilkoyringarvegur gerast
Trongisvágsmegin
á
0,9
kilometrar – og Hvalbiarmegin á
2,3 kilometrar.
Samlaði kostnaðurin verður
sambært verklagslógini 272 milj
ónir krónur, og umframt arbeiðs
takaraútreiðslur, fevnir samlaða
játtanin eisini um eitt nú projekt
ering, verkætlanarleiðslu, ráðgev
ing, eftirlit og el-arbeiðstøku.
15 metrar um døgnið
Torleif Waagstein sigur, at tá sjálvt
arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin
er komið í gongd, fara tvey borilið
at arbeiða 10 tímar hvørt um sam
døgnið.
- Borað verður Hvalbiarmegin
og móti Trongisvági, og vit kunnu
rokna við, at tá arbeiðið gongur
allarbest, kunnu einir 15 metrar
borast og spreingjast á tveimum
vaktum.
Verkætlanarleiðarin vísir á, at
hvør boring er fimm metrar, men
tað verður ikki hvørt samdøgur, at
skotið verður tríggjar ferðir.
- Tað er ov bjartskygt at rokna
við, at hetta verður miðaltalið fyri
hvørt samdøgur, sigur hann.
Torleif Waagstein vísir á, at
ætlanin er at koyra grótið út um
tunnilsmunnan, tá skotið er, og
síðan verður grótið tikið morg
unin eftir.
Lokalir eisini við
Verkætlanarleiðarin væntar, at
einir 30-50 mans verða knýttir at
byggingini av Hvalbiartunlinum.
- Vit kunnu rokna við, at liðini
verða nøkulunda tey somu, sum
bygdu Viðareiðistunnilin, og síðan
vóna vit, at onkrir lokalir eisini
koma at hjálpa okkum.
Torleif Waagstein leggur dent á,
at helvtin av arbeiðnum snýr seg
um at leggja til rættis, og stórur
dentur verður lagdur á trygdina.
- Tíverri høvdu vit eitt óhapp,
tá vit bygdu Viðareiðistunnilin,
har ein maskina koyrdi á fótin á
einum manni. Tað er greitt, at alt
fer at verða gjørt fyri, at trygdin
undir øllum arbeiðnum verður í
hásæti, sigur verkætlanarleiðarin.
Hóvasták um onkrar formalitetir
Tað dró eitt lítið sindur út,
tá arbeiðstakarasáttmálin
millum Landsverk og Articon
skuldi undirskrivast á
tíðindafundi hósmorgunin
VILMUND JACOBSEN
T
á stjórin í Articon, Jón
Sigurdsson, hevði nær
lisið sáttmálan miku
kvøldið, legði hann til
merkis, at her var feilur í onkrari
”samanteljing”, sum hann tók til.
Hann hevði roynt at fingið
fatur í rætta viðkomandi hjá
Landsverki, men tað hevði ikki
eydnast honum mikukvøldið.
Tískil gjørdi hann vart við hetta,
áðrenn undirskriftirnar vórðu
feldar á pappírið hósmorgunin.
Talan var tó bara um onkrar
formalitetir og okkurt tekniskt,
sum tikið varð til, áðrenn part
arnir skrivaðu undir.
Eingin ósemja var kortini um
tað, sum skuldi rættast í arbeiðs
takarasáttmálanum, og virkandi
stjórin í Landsverki, Árant And
riasson, syrgdi fyri, at nevndi
formalitetur varð rættaður í
einari nýggjari útskrift av sátt
málanum.
Góður hýrur
Á tíðindafundinum spurdi onkur
í skemti Jón Sigurdsson, um tað
kanska vantaðu nakrar miljónir
í hansara parti í sáttmálapapp
írinum.
- Nei, tað er ikki tað. Formal
iteturin ger okkum heldur tvær
miljónir fátækari, svaraði hann
líka so skemtiliga aftur.
Tað var gott lag á Landsverki,
tá arbeiðstakarasáttmálin um
nýggjan Hvalbiartunnil við til
koyringarvegum varð undir
skrivaður.
Av tinglimum úr Suðuroy
vóru bæði Bjarni Hammer og
Kristin Michelsen við til løtuna.
Kristin Mikkelsen duldi ikki
fyri, at ein nýggjur Hvalbiar
tunnil heilt síðan 2011 hevur verið
eitt av hansara hjartamálum.
Torleif Waagstein var verkætlanarleiðari, tá Articon
bygdi Viðareiðistunnilin, og nú skal hann leiða stóru
verkætlanina við nýggjum Hvalbiartunli
Virkandi stjórin í Landsverki, Árant Andriasson og
stjórin í Articon, Jón Sigurdsson, hava skrivað undir
arbeiðstakarasáttmála. Millum teir báðar stendur Heðin
Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum